mánadagur 20. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Fuglafjørður skal endurreis
ast sum høvuðsstaðurin fyri
føroysku uppsjóvarvinnuna
á landi.
Tað er dreymurin og
aðalmálið hjá Sigurði S.
Simonsen,
býráðslimi
og
fyrrverandi borgarstjóra í
Fuglafirði, sum hevur tikið
stig til at byggja eitt nýtt
virki at virka uppsjóvarfisk
til matna. Um ætlanin gerst
veruleiki, verður virkið bygt
við síðuna av verksmiðjuni
Havsbrún á havnalagnum í
Fuglafirði.
- Tað er nú, tað skal vera,
tí tað er ríkiligt av uppsjóvar
fiski til trý virki, og eg meti
útlitini fyri framtíðina vera
góð. Í fjør tóku virkini á Tvør
oyri og í Kollafirði móti til
samans 200.000 tonsum og
Havsbrún móti 140.000 tons
um av uppsjóvarfiski. Í ár
eru útlit fyri, at samlaða upp
sjóvarkvotan hjá Føroyum
verður ein hálv millión tons.
Gaman í fer eitt sindur burt
ur av, sum vit lata í býti við
onnur lond, men kortini
eru nøgdirnar øgiligar, sum
verða eftir til okkum sjálvi.
- Og tá skal havast í huga,
at verandi virkir og tað, sum
vit hava í umbúna, klára seg
við 50.000 – 60.000 tonsum
í part um árið við verandi
prísum,
sigur
Sigurð
S.
Simonsen.
Gomul ætlan
Tað er í veruleikanum ein
gomul ætlan, sum hann nú
hevur tikið fram aftur.
Longu
fyrst
í
1990-árunum ætlaði Andreas
Lava Olsen sáli, táverandi
stjórin á Havsbrún, at byggja
eitt uppsjóvarvirki við síðu
na av verksmiðjuni at fram
leiða til matna. Tunlar til
frystigoymslu vóru longu
gjørdir tá, og hann var komin
so langt við ætlanunum, at
avgerð eisini var tikin um
plaseringina av virkinum,
so hon kom at sampakka við
tunlarnar.
- Eggið bleiv til unga, tí
eitt pilotprosjekt, Pelagos,
ið var eitt lítið virki, sum
bleiv bygt tá. Men so kom
kreppan,
og
Havsbrún
fekk ikki fígging til sjálva
verkætlanina at byggja eitt
fullfíggjað
uppsjóvarvirki
til matvøruframleiðslu. Sum
tískil varð slept, og Pelagos
lat eisini aftur, greiðir Sigurð
S. Simonsen frá.
Drívmegin hjá honum at
fara undir royndina at frem
ja gomlu ætlanina í verki er
idealisma og alskur til heim
bygdina.
- Sjálvur verði eg millum
teir heilt smáu íleggjararnar,
og eg vænti mær ikki nakran
stóran persónligan vinning
av hesum. Men eg eri áhug
aður í at fjálga um vinnulívið
í økinum og eri góður við
Fuglafjørð, sigur Sigurð S.
Simonsen.
Pelagiskur miðdepil
Hann
heldur
tað
vera
náttúrligt, at Fuglafjørður
verður vertur fyri einum
uppsjóvarvirki, tí einasta
verksmiðjan,
sum
tekur
ímóti uppsjóvarfiski, eisini
liggur har.
-
Fuglafjørður
hevur
hesi seinastu 48 árini, síða
ni Havsbrún kom, verið
tann pelagiski miðdepilin í
Føroyum. Tann vinnan hev
ur givið lív til fleiri aðrar
fyritøkur og virksemi í fyri
tøkum, sum vóru her fram
manundan. So fyri Fugla
Bíðað
eftir
stóru
íleggjar
unum
Onki fæst í løtuni at
vita um, hvørt upp
sjóvarvirkið í Fugla
firði verður egg ella
ungi. Sigurð S. Simon
sen er sjálvur stjóri
í
nýstovnaða
felag
num Enni. Enni er
íleggingarfelag
fyri
smærru íleggjararnar
- einstaklingar, virki og
fakfeløg. Hetta felag
ið skal ætlandi eiga 10
prosent av partapen
inginum í nýggja upp
sjóvarvirkinum. Restin
kemur
frá
stórum
íleggjarum, og teir sum
hava víst størst áhuga
eru Bakkafrost/Havs
brún
og
Framherji.
Sum
skilst
verður
eisini roynt at fáa p/f
Christian í Grótinum,
sum eigur Norðborg og
Christian í Grótinum
upp í eisini.
Virkið
er
mett
at kosta umleið 200
milliónir krónur, og
p a r t a p e n i n g u r i n
verður
umleið
60
milliónir krónur. Tað
merkir, at Enni fer
at eiga seks milliónir
krónur av partapen
inginum, meðan restin
skal koma frá teimum
stóru.
Men
hesir
hava
gjørt av onki at siga
um
verkætlanina
í
løtuni.
- Vit skulu nokk
lata frætta frá okkum,
tá okkurt er at siga, og
í løtuni hava vit onki at
siga, sigur Regin Jacob
sen, stjóri á Bakka
frost, sum eisini eigur
Havsbrún.
Bakkafrost er skrá
sett á norska børsi
num í Oslo, men Regin
Jacobsen vísir aftur, at
tað eru atlit til børsin,
ið avmarka frásøgu
hugin.
Idealisma
og alskur til
Fuglafjørð
er drívmegin
Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði er ein meira enn 20
ára gomul ætlan, sum Sigurð S. Simonsen nú hevur
tikið stiga at fremja í verki. Hann heldur ríkiligt rúm
vera fyri trimum uppsjóvarvirkjum í Føroyum
Sigurð S. Simonsen frammanfyri økið, har nýggja uppsjóvarvirkið eftir ætlan skal byggjast.
Í Eysturoynni er arbeiðsloysið sera lítið, men hann væntar tó ikki, at tað verður
trupult at fáa fólk til eitt nýtt uppsjóvarvirki. Væntandi verður brúk fyri okkurt
um 100 fólkum. – Tá Bakkafrost her fyri lýsti eftir 35 fólkum til porsjónsframleiðslu
av laksi í Fuglafirði, søktu 100 fólk um arbeiði, staðfestir Sigurð S. Simonsen