Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi fjørð og alt økið her hev­ur Havs­brún verið høvuðs­lív­ æðr­in, sigur hann. Eftir kollsigldu ætlanirnar fyrst í 1990-árunum hava aðr­ar royndir verið gjørdar at fáa eitt uppsjóvarvirki í býn­um. Tá hollendski mat­vøru­ risin Kloosterboer stutt undan aldarskiftinum ætlaði sær henda vegin at bygg­ja uppsjóvarvirki, var Fugla­ fjørð­ur leingi upp á tal. - Eg veit ikki akkurát, hvat tað var, sum gjørdi tað, um teir kanska fingu bjóðað betri umstøðuri Kollafirði ella okkurt sovorðið, men virk­ið endaði har, tá til stykkis kom, sigur Sigurð S. Simonsen. Krakk frá Varðanum So lógu ætlanirnar aftur still­ar í nøkur ár, til tær vórðu tiknar fram aftur fyri 6-7 árum síðani. Sigurð S. Simonsen, sum var vorðin borgar­stjóri í 2001, tók tá stig til eitt samstarv við búskap­ ar­frøðingin Óla Samró, sum fekk litið upp í hendi at marknaðarføra verk­ætlan­ ina og royna at fáa íleggjarar. Hetta samstarvið helt fram, til Varðin í Gøtu gjørdi av at byggja uppsjóvarvirki á Tvør­oyri. - Áhugi var millum íleggj­ ar­ar líka úr Hollandi til Japan at seta pening í eitt uppsjóvarvirki her, og ver­k­ ætlanin fekk eisini upp­bakk­ ing her heima. Men íleggj­ar­ ar­nir vildu hava vinnuna á sjónum, reiðaríini við. Tí var bíðað í spenningi eftir gøtu­ monnunum. Úrslitið bleiv sum øllum kunnugt, at tað bleiv ikki her, teir satsaðu. So tá fór luftin aftur úr verk­ ætlan­ini. - Tað kunnu vera ymiskar orøkir til, at Varðin gav Fugla­firði krakk og fór heilt til Suðuroyar við sínum virki – eisini orsøkir, sum eg ikki kenni – men vit høvdu eisi­ni ávísar trupulleikar við havna­viðurskiftunum júst um tað mundi, millum annað fór havnabygging, sum var í ger, í knús í einum illveðri, sigur Sigurð S. Simonsen. Pláss fyri trimum Nú hevur hann so blást lív í aft­ur verkætlanina, og hann vís­ir aftur atfinningunum, sum eisini hava verið at hoyrt. Millum annað heldur stjór­in á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í grein aðra stað­ ir í blaðnum, at tað ikki er rúm fyri meira enn tveim­ um uppsjóvarvirkjum, sum fram­leiða til matna, í Før­oy­ um. - Tað skilji eg ikki, tá hugt verður eftir kvotu­ støddu­num og útlitunum. Ser­liga nú alt bendir á, at svart­kjafta­kvoturnar fara at økjast munandi, so bara tær fara at koma upp á eini 250.000 – 260.000 tons. Svart­ kjafturin kann jú fiskast alt árið, meðan sildin og makr­ el­urin verða fiskað í ver­tíð­ um, ið fella saman. Tað fer at merkja støðugari arbeiðs­ gongd og arbeiði at kalla alt árið. - Vit mugu eisini minnast til, at einaferð verður friður af­tur á feltinum, og boykott og havnastongsul verða av. Tá verða umstøðurnar totalt broyttar, og vit kunnu við trimum nýmótans virkj­um, sum liggja stak væl fyri, kappast um allan upp­sjóv­ ar­fiskin í Norð­ur­atlants­ havi­num, sigur Sigurð S. Simonsen. Atlantiskur miðdepil Hann vísir á, at serliga við svartkjaftinum liggja Før­ oyar sera væl fyri at kappast um rávøruna. - Norðmenn, til dømis, fiska 95 prosent av teirra svart­kjafti aðra staðir enn í norskum sjógvi. Tað mesta verður fiskað í ES-sjógvi, vestan fyri Írland og Sankt Kilda og á Hatton Bank. Haðani er ov langt at sigla til Noregs at landa til matna, men tað er lagamanni at sigla til Føroya. Um vit bera okkum rætt at, kunnu vit fara frá onki virki at hava og nærum bara liggja í vegin, áðrenn makrelstríðið tók seg upp, til at verða ein miðdepil fyri pelagiskum matfiski í Norðuratlantshavi, sigur Sigurð S. Simonsen. Hann sær eisini fyri sær, at eitt triðja virki fer at skapa eina positiva effekt fyri alla vinnuna heldur enn oyðileggjandi kapping. - Tá spíssbelastningurin er í makrel- og sildavertíðini klára tey bæði virkini, sum nú eru, ikki at arbeiða undan, so lutfalsliga nógv endar á Havsbrún. Við trimum virkjum fer upp aftur størri partur av uppsjóvarfiskinum til matna, har virðisøkingin er størst. - Skulu vit tosa um, at onkur missir, so er tað kanska Havsbrún, sum fer at fáa minni í sín part, enn um tað bert vóru tvey virkir, ið framleiddu til matna. Men samanumtikið fer eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði at hava øgiliga stóran týdning, ikki bara fyri seg sjálvt, men fyri alt hitt virksemið her á leið eisini, sigur Sigurð S. Simonsen. Bara ein verksmiðja Hinvegin heldur hann tað ikki skapa nakra positiva effekt ella gagna vinnuni yvir­høvur, um Varðin Pelagic eisini fer undir mjøl­fram­ leiðslu á Tvøroyri sum svar upp á eitt nýtt upp­sjóv­ar­ virki í Fuglafirði. - Tað vil jú verða í andsøgn við verandi gongd, har roynt verður at fáa støðugt meira av uppsjóvarfiskinum fram­ leid­dan til matna. Tað er ein gongd, sum øll ynsk­ ja, og tí sær tað ikki se­r­liga skilagott út í mínum eyg­um, um kapasiteturin til ídn­að­ ar­framleiðsluna sam­stundis verður øktur. Sigurð S. Simonsen er gamal skipari og vanur at ganga undan, tá tað snýr seg um føroyskan uppsjóvarfiskiskap. Hann var skipari á Leivi Øssursyni, tá hesin miðskeiðis í 1970-árunum fyrst gjørdi royndir fyri Fiskirannsóknarstovuna og síðani sum hitt fyrsta norðurlendska skipið fór undir vinnuligan fiskiskap eftir uppsjóvarfiski við flótitroli. Seinni, í 1980 – 1981, var hann skipari á verksmiðjutrolaranum Giljanesi, tá hesin sum hitt fyrsta føroyska skipið framleiddi svartkjaft til matna og mjøl umborð