mánadagur 20. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ingolf S. Olsen
Kappingarførið er avgerandi
fyri framhaldandi góðum
rakstri hjá Varðanum Pelagic
á Tvøroyri, og tí verður ein
nýggj mjølfabrikk helst úrs
litið, um eitt nýtt uppsjóvar
virki verður bygt í Fuglafirði.
Tað væntar Bogi Jacobsen,
stjóri á uppsjóvarvirkinum
Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Høvuðsargumentið fyri at
byggja virkið í Fuglafirði er
nevniliga, at skipini tá sleppa
av við allan fiskin á einum
staði, tí mjøl- og fóðurverk
smiðjan
Havsbrún
eisini
liggur har.
- Nú er hetta ikki nakað,
sum vit hava viðgjørd innan
hýsis í leiðslu og nevnd, men
tað sigur seg sjálvt, at verður
ein mjølfabrikk knappliga
eitt kappingarparametur, so
mugu vit taka tað í álvara og
gera ta íløguna eisini, sigur
Bogi Jacobsen.
Hann metir eina slíka
íløgu fara at kosta umleið 40
milliónir krónur.
- Tað eru eisini onnur atlit
enn ein møgulig nýggj kapp
ingarstøða, ið tala fyri at gera
eina mjølfabrikk. Vit brúka
nevniliga sum er stórar
upphæddir upp á at flyta
slógv við lastbilum og skipi
norð um Suðuroyarfjørð,
sigur stjórin á Varðanum
Pelagic.
Konseptir í andsøgn
Hann heldur ikki, at rúm
er fyri einum triðja stórum
uppsjóvarvirki, soleiðis sum
flotin er skrúvaður saman í
løtuni. Vestmanna Seafood
í Vestmanna hevur eisini
tikið ímóti uppsjóvarfiski
til matna, men tað er í heilt
smáum nøgdum samanborið
við Varðin Pelagic og Faroe
Pelagic í Kollafirði.
- Eg havi absolutt onki
ímóti kapping, men for
treytin má vera, at okkurt
er at kappast um. Og tað
haldi eg ikki, at tað eru góð
útlit fyri. Vit hava basera
okkara
virksemi
upp
á
RSW-skip (skip við køli
tangum,
red.),
sum
føra
fiskin til lands at virka. Tí
er eitt uppsjóvarvirki ein
náttúrligur partur av okkara
konsepti. Men hini stóru
uppsjóvarreiðaríini – eisini
tey, sum eru nevnd í sam
bandi við ætlanirnar í Fugla
firði – hava gjørt stórar íløg
ur í fakbrikstrolarar. Um
hesi reiðarí eisini fara at gera
íløgur í eitt uppsjóvarvirki,
fara tey samstundis at kapp
ast móti sær sjálvum, sigur
Bogi Jacobsen.
Hann leggur tó dent á, at
støðan verður ein onnur, um
konseptini verða broytt, so
fari verður frá aftur stóru
fabriksskipunum og aftur til
RSW-skipini.
- Tað skal tó undra meg,
um tað hendir sjálvboðið, nú
teir hava lagað seg til kon
septið við fabriksskipum og
gjørt stórar íløgur í tað. Men
tað kann kanska hugsast,
at politikararnir fara at
lóggeva allan fiskin upp á
land, so øll reiðaríini verða
noydd at leggja um aftur til
at fiska í kølitangar og føra
fiskin óvirkaðan til lands.
Tað verður so ein heilt nýggj
støða, sigur Bogi Jacobsen.
Tað verður verri
Sigurð S. Simonsen, stig
takari til nýtt uppsjóvar
virki í Fuglafirði, og Bjarni
Arnason, grannskoðari og
fiskivinnugreinari,
argu
mentera báðir aðra staðir í
blaðnum fyri, at útlitini fyri
at fáa rávøru bara kunnu
gerast betri, tá silda- og
makrelstríðið einaferð er
av, og støðan á feltinum og
í móttøkuhavnunum aftur
verður normaliserað.
Bogi Jacobsen hevur tó
øvugta uppfatan.
- Sum eg síggi støðuna, so
verða uppsjóvarvirkini verri
fyri tá. Tað verða ikki bara
føroysku virkini, ið tá fara
at kunna bjóða seg fram í
Norðurhøvum. Í Noregi er
ein øgiligur yvirkapasitetur
av uppsjóvarvirkjum, bara
tann
størsti
aktørurin,
Norway Pelagic, eigur 14
virki. Í Noregi hava tey stórar
trupulleikar av, at alt ov nógv
virki eru, og avleiðingin er
húsagangir. Og tað eru júst
teir trupulleikarnir, vit eisini
eru í stórum vanda fyri at
fáa, um fleiri virki verða bygd
her. Tað kann henda júst tað
sama sum hendi við øllum
botnfiskavirkjunum,
vit
høvdu fyrr, sigur hann.
Hann
vísir
eisini
á
gongdina í Danmark, har tað
vóru eini 10 uppsjóvarvirki
fyri fáum árum síðani, men
nú bara er eitt.
- Hetta er ein vinna,
har
lønandi
gongdin
er
fáar, stórar eindir á landi,
sum koyra í døgndrift ein
stóran part av árinum. Tað
nyttar onki at dúva upp
á virksemi frá klokkan 8
til 5 gerandisdagar, sum
tradisjonell virki hava. Tað
krevst eisini ein støðug
arbeiðsstyrki á eini 100 fólk,
og skulu tey støðast, má
virksemið eisini vera støðugt,
staðfestir Bogi Jacobsen.
Yvirkapasiteturin
aðra
staðir í Evropa ger, at før
oysku virkini ikki skulu
vænta sær títta vitjan av
útlendskum skipum, men
seta álitið á heimliga flotan,
heldur stjórin á Varðanum
Pelagic.
Vandi fyri kollapsi
Hann slær eisini fast, at
føroysku skipini við vissu
ikki framhaldandi fara at
kunna fiska tær mongdir
av makreli, vit hava sæð
seinastu 4 – 5 árini, og stóru
nøgdirnar av sild, ið vórðu
fiskaðar í fjør.
Tá strandarlandaavtalur
nar duttu niður fyri, fóru
føroyski parturin av heild
arkvotuni úr umleið fimm
prosentum upp í 23 prosent,
og sildafiskiskapurin øktist
úr umleið fimm prosentum
í 17 prosent.
-
Vit
ríða
á
einum
ónáttúrliga
høgum
aldu
toppi. Tá vit einaferð fáa
strandarlandaavtalurnar
upp á pláss aftur, og fiski
skapurin
aftur
gerst
vanligur,
verður
okkara
makrelkvota í mesta lagi 15
prosent, sum er kravið hjá
fiskimálaráðharranum,
og
okkara partur av sildini verð-
ur helst nakað minni enn 15
prosent av heildarkvotuni.
Her skulu vit eisini hava í
huga, at sildastovnurin er
illa fyri og í minking, so tann
heildarkvotan fer at minka
næstu árini. Tað fer sostatt
at koma nógv minni upp á
land av makreli og sild, sum
er høvuðsgrundarlagið undir
Sannlíkindir
fyri mjølfabrikk
á Tvøroyri
Vit eru noydd at gera alt, sum skal til fyri at vera
kappingarfør, og verður neyðugt við eini mjølfabrikk
fyri at kunna kappast um rávøruna, so mugu vit
eisini gera ta íløguna, sigur stjórin í Varðin Pelagic
á Tvøroyri. Hann heldur ikki, at tað er rúm fyri fleiri
uppsjóvarvirkjum, sum flotin er skrúvaður saman nú
- Fyri fáum árum síðani fiskaðu vit næstan bara
uppsjóvarfisk við kølitangaskipum. Tá høvdu vit onki virki
á landi. Nú hava vit fleiri dýr og væl útgjørd fabriksskip,
og kortini halda summi tað knappliga vera rúm fyri
trimum uppsjóvarvirkjum á landi. Eg havi onki ímóti
kapping, men tann logikkin havi eg ilt við at skilja, sigur
Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri