Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi upp­sjóvarvirkjunum, sigur Bogi Jacobsen. Hann sær eisini ein van­ da fyri, at royndirnar hjá strandarlondunum at fáa eina nýggja avtalu um makrel­in, kunnu fáa makrel­ stovn­in at smokka saman. - Tað sóu vit við svartkjaftinum. Stórar heild­ ar­kvotur vórðu ásettar fyri at fáa ta strandarlandaavtaluna í lag, tí so var lættari hjá londu­num, ið ikki fingu so nógv í prosentum at góðtaka býtið. Høga heildarkvotan trygg­jaði teimum jú eitt høgt tonsa­tal kortini. Avleiðingin var fyri okkara viðkomandi, at svartkjaftaveiðan hjá før­oys­ku skipunum fall frá 320.000 tonsum í 2007 niður í 16.000 tons í 2011 (kvotan í 2011 var 9.642 tons, restin stav­ar frá ófiskaðari kvotu í 2010, red.). - Um sami leistur verður brúkt­ur fyri at fáa eina av­ talu um makrelin, kann tað sama henda har, sigur Bogi Jacob­sen. Svartkjaftur til ídnað Og hann heldur ikki, at eitt nýtt svartkjaftaævintýr kann koma í staðin fyri mink­an­di nøgd­ir av makreli og sild og skapa grund­ar­ lag fyri ein­um triðja stór­ um upp­sjóv­ar­virki. Saml­ aða svart­kjaft­akvotan hjá strand­ar­lond­u­n­um vænt­ast at verða ein milli­ón tons í ár. Før­oy­ar eiga 26 prosent sum svara til 260.000 tons. - Tað er rætt, at svart­ kjaftur kann fiskast alt árið, og at útlitini fyri nógv størri svartkjaftakvotum eru góð. Men svartkjafturin verð­ur ongantíð matfiskur á sama støði sum makrelur og sild. Vit gjørdu royndir í fjør við at skera tann besta svartkjaftin, sum so fór til Turkihúsið í Vági og Høvda­ virkið í Leirvík at turka til tann nigerianska mark­ nað­in. Tað riggaði væl, og vit fara aftur at gera hetta í vár. Men svartkjafturin er gjøgnumgangandi væl min­ ni enn hann var fyrr, og tað er bara tann allarbesti og størsti svartkjafturin, sum kann brúkast til matna. Tí fer svartkjafturin eisini í fram­tíð­ini í nógv størri mun enn makrelur og sild at vera ídnað­ar­fiskur meira enn mat­fiskur. - So øktar svart­kjafta­ kvot­ur tala heldur fyri ein­ ari mjølfabrikk afturat enn einum uppsjóvarvirki aftur­ at, sigur Bogi Jacobsen. Ingolf S. Olsen Uppsjóvartilfeingið, sum føroyingar kunnu troyta í løtuni, er so stórt, at tað sagtans kann verða rúm fyri einum uppsjóvarvirki afturat. Tað heldur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari í grannskoðarafyritøkuni Numo, har hann eisini er annar stjórin. - Tá tað ikki eru nakrar avmarkingar fyri keypi av rávøru, ella nakað loyvi skal til framleiðslu av pelagiskum fiskasløgum, er tað ikki serliga relevant at spyrja generelt, um tað er rúm fyri einum uppsjóvarvirki afturat í Føroyum. Tað veldst um, hvussu dugnaligt hvørt einstakt virki er at fáa fatur í rávøruni, og tí eru tað fyrst og fremst íleggjararnir og lánveitararnir, sum skulu svara tí spurninginum, sigur hann. Rúm fyri fleiri Í verandi støðu heldur hann tó avgjørt, at tað er rúm fyri einum virki afturat bara at taka móti tí nøgdini, sum føroysk skip einsamøll veiða. Køkan er nevniliga so mikið stór, at sjálvt um hon skal skerast í fleiri bitar, so verða teir framvegis sera stórir hvør sær. - Vit tosa um so stórar nøgdir og so stór virði, at stórar íløgur løna seg, eisini sjálvt um vit ikki hugsa serliga langt fram í tíðina, og eisini um fiskiskapurin framhaldandi verður avmarkaður til háárstíðir við ógvusligum virksemi og lang tíðarskeið við lítlum og ongum virksemi. Sjálvsagt hevur tað tó stóran týdning, at virkini undir slíkum umstøðum leggja stóran dent á at konsolidera seg, so tey verða betur før fyri at taka sveiggini, tá hugsað verður meira langskygt, sigur Bjarni Arnason. - Men vit hava jú eina serstøðu í løtuni, har virkini bert kunnu fáa rávøru frá føroyskum, íslendskum og grønlendskum skipum orsakað av silda- og makrelstríðnum við ES og Noreg. Tann støðan skal tó helst ikki verða varandi, og tá umstøðurnar einaferð verða normaliseraðar, kann grundarlagið hjá upp­sjóv­ar­ virkjunum møguliga gerast betri, tí tá er hugsandi, at onnur fremmand skip eisini fara at avreiða her, sigur hann, men vísir samstundis á, at tað hinvegin eisini verður møguligt hjá føroyskum skipum at landa uttanlands tá, sigur hann. Økt kapping Fleiri virkir og stórur móttøkukapasitetur á landi gera tað eisini meira áhugavert hjá skipum at koma til Føroya at landa, heldur Bjarni Arnason. - Fleiri virkir merkir økta prískapping, og tað er gott at lokka skip við, staðfestir fiskivinnugreinarin. Bjarni Arnason væntar eisini, at øktur kapasitetur á landi fer at hava eina stórdriftseffekt við bíligari flutningi við sær. - Tess meira, ið kemur upp á land av fiski, tess meira av virkaðum fiski verður at flyta út, og tess størri nøgdirnar eru, tess bíligari verður fraktin fyri hvørt kilo. Hetta er nakað, ið gagnar øllum virkjunum, sigur hann. Bjarni Arnason vísir á, at tað serliga út frá einum s a m f e l a g s s j ó n a r m i ð i er skilagott við einum uppsjóvarvirki afturat. - Um vit ynskja at effektivisera alla fiskivinnuna á sjónum eins og tað er gjørt við pelagisku fiskivinnuna og flakatrolararnar, so fer tað at merkja færri arbeiðspláss á sjónum. Tí verður tørvur á fleiri arbeiðsplássum á landi, og eitt nýtt uppsjóvarvirki tænir jú tí endamálinum væl, sigur hann. Álvarsligar hóttanir Bjarni Arnason minnir tó á, at vinnan hevur álvarsligar hóttanir hangandi yvir sær orsakað av stongslinum hjá ES. - Um stongsulin fer at halda fram eina tíð, verður neyðugt hjá føroyskum framleiðarum skjótt at finna sær alternativar marknaðir fyri nøgdirnar, sum higartil eru farnar til ES, og byggja upp ein logistikk í samsvar við hetta, sigur Bjarni Arnason.arbeiðsmarknaðar­ sjónarhorni, sigur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari, stjóri í grannskoðaravirkinum Numo. Stór køka at býta Tað verður meira áhugavert hjá bæði heimligum og útlendskum skipum at avreiða í Føroyum, um kapasiteturin í uppsjóvarvinnuni á landi verður øktur. Og tað eru so nógvir pengar at vinna, at tað loysir seg at gera stórar íløgur, sjálvt um tær eru stuttskygdar, sigur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari - Bæði vinnan sjálv og politikararnir ynskja meira dynamikk í fiskivinnuni á sjónum sum heild. Tað merkir rasjonaliseringar, sum aftur fara at hava færri fólk á sjónum við sær. Tá verður brúk fyri fleiri arbeiðsplássum á landi, og tí gevur eitt triðja uppsjóvarvirki góða meining, bæði sæð úr einum vinnuligum sjónarhorni, tí nøgd og virði hava eina sovorðna stødd, at rúm er fyri einum virki afturat, og úr einum samfelags- og arbeiðsmarknaðarsjónarhorni, sigur Bjarni Arnason, grannskoðari og fiskivinnugreinari, stjóri í grannskoðaravirkinum Numo Kvotur í tonsum Ársúrslit í milliónum krónum 2009 2010 2011 2012 2013 Svartkjaftur 141.870 129.847 9.642 94.019 154.614 Makrelur 27.868 85.000 150.000 148.375 125.852 Norðhavssild 84.779 76.523 50.981 42.983 105.230 Ársúrslit - 6.221 129.578 187.620 168.819 Ikki gjørt upp Gongdin í kvotunum og rakstrinum hjá uppsjóvarflotanum seinastu árini. (Kelda: Fiskimálaráðið/Numo) Rúm er sett av á havnalagnum á Tvøroyri til at byggja eina mjølfabrikk, um Varðin Pelagic hevur hug at gera tað