mánadagur 20. januar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Leo Poulsen
Romeo Galgo Tibobos var
drúgva tíð á Skt. Hans Hospi
tal í Keypmannahavn, heil
fýra ár og tríggjar mánaðir,
ella tilsamans 1554 dagar.
Tað tóktist heilt náttúrligt,
at viðgerðin skuldi fara fram
í Danmark, ítøkiliga Skt.
Hans Hospital.
Tað var føroyska ákæru
valdið ið metti, at maðurin
var ov vandamikil at hava
í Føroyum. Og føroyska
ákæruvaldið er sum kunnugt
danskt.
Í november 2007 setti
visiterandi
yvirlæknin
á
Skt. Hans Hospital, Michael
Andersen, seg í samband við
psykiatriska depilin í Før
oyum og tosaði við ein før
oyskan yvirlækna um Romeo
Galgo Tibobos.
Teir samdust um, at tað
vóru so fá pláss á afturlætnu
deildini á deplinum, at tað
var frægast, at Tibobos var
verandi á Skt. Hans
Trupulleikin
var
bara
tann, at tann einasti, ið hevði
heimild at taka slíka avgerð
var Tormóð Stórá, ið hevði
tikið við sum ovasti leiðari
á psykiatriska deplinum 1.
februar 2006. Og hann kendi
einki til málið.
Ein annar trupulleiki var,
at hóast Michael Andersen
hevði tikið notatir frá sam
røðuni, hevði hann gloymt at
fingið navnið á viðkomandi
yvirlækna við. Tað einasta
hann mintist í so máta var,
at talan var um ein mann.
Talan kundi tískil bert
vera um ein vikarierandi
yvirlækna, og tað kann tí
tykjast undarligt, at ein
slíkur skuldi havt tikið sær
sjálvum tað frælsi at gera av
slíkt.
Tormóður Stórá hevði
ongantíð havt nakað sam
band við Tibobos, og var
ongantíð spurdur um hann.
Heldur ikki, um føroyska
sálarliga sjúkrahúsið hevði
umstøður og kvalifikatiónir
at viðgera filipinan.
Viðgjørdur í Danmark
Romeo Galgo Tibobos heldur
so fram við viðgerðini á Skt.
Hans Hospital, og tykist hava
tað væl. Hann er góður at
fáast við og trívist.
Og tað er eisini tað, sum
bæði Michael Andersen og
Tormóður Stórá vísa á.
- Eg skilti als ikki kravið
um, at Tibobos skuldi við
gerast hjá okkum, tí hann
vísti góðan atburð og tóktist
at fáa tað betri og betri sum
tíðin leið, segði Michael And
ersen.
Og Tormóður Stórá er
samdur.
- Tað er einki ið bendir á,
at hann var vandamikil. Eg
eri eisini sannførdur um, at
vit saktans høvdu kunna
viðgjørt Tibobos, vit fingu
bara ongantíð nakra áheitan.
Hvat
onkur
vikarierandi
yvirlækni kann hava sagt
við Michael Andersen, fái eg
ikki fyrihildi meg til, sigur
Tormóður Stórá.
Men
Heilsumálaráðið
fekk størri innlit í málið
í 2007, tá ein rokning frá
Region Hovedstaden kemur
sendandi.
- Eg fái rokningina á
borðið, men eg vildi ikki
kautionera hana. Eg var tann
einasti, ið kundi senda sjúk
lingar til Danmarkar til við
gerðar, umframt eina visita
tiónsnevnd, og eg kendi einki
til nakra avtalu. Tí skrivaði
eg ikki undir kautiónina,
segði Tormóður Stórá.
Tað var eitt ávíst samband
millum partarnar gjøgnum
árini, eisini eftir at Romeo
Galgo Tibobos 5. oktober 2010
verður sendur av landinum
aftur til Filipsoyggjar, sum
eisini var ein partur av
dóminum 13. oktober 2006.
Dómurin varð staðfestur
av Hægstarætti, men tað
kom ongantíð fram, um mál
ið var kært beinleiðis frá
Føroya Rætti til Hægstarætt,
ella Eystari Landsrættur var
ímillum.
Hvør skal gjalda
Spurningurin reisist so um,
hvør skal gjalda kostnaðin
fyri viðgerðina hjá Romeo
Galgo Tibobos í teir 1554
dagarnar, hann var í viðgerð
á Skt. Hans Hospital.
Region Hovedstaden, sum
varðar av sjúkrahúsinum,
metir Tibobos sum eitt før
oyskt mál, meðan føroyingar
meta, at talan er um danska
ákæruvaldið, ið sendir ein
mann á eitt danskt við
gerðarstað.
Men seinasta mánadag fall
dómurin so, og hann sigur,
at tað er Heilsumálaráðið,
ið eigur rokningina upp á
tær 8.588.958,00 krónurnar,
sum tað hevur kostað at
hava Romeo Galgo Tibobos
í viðgerð í fýra ár og tríggjar
mánaðir.
Karsten Hansen, heilsu
málaráðharri, hevur í hes
um døgum vitjan av starvs
brøðrum sínum úr Íslandi
og Grønlandi, og fer tí ikki
at viðgera spurningin um
dómin fyrr enn á fundi við
sakføraran,
Jógvan
Elias
Winther Poulsen, mikudag
in.
Eingin
niðurstøða
er
tí gjørd enn, men Heilsu
málaráðið hevur eina viku
aftrat at gera av, hvat verður
gjørt við hetta málið, um tað
verður skotið inn fyri hægri
rætt, ella dómurin verður
góðtikin.
Tað verður í hvussu er
avgjørt, áðrenn teir 14 dag
arnir eru farnir, sum Heilsu
málaráðið hevur at umhugsa
seg í.
Heilsumálaráðið
dømt at gjalda
Dómur er nú fallin í málinum um filipinska Romeo Galgo Tibobos, sum 13. oktober
2006 var dømdur sekur í fýra av fimm ákærum. Revsingin bleiv sálarlig viðgerð í
óásetta tíð, og Tibobos endaði á Skt. Hans Hospital í Keypmannahavn.
Heilsumálaráðið hevði 14 dagar frá síðsta mánadegi at gera av, um tikið verður við dóminum, ella hann verður skotin inn fyri hægri rætt