Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 N ógv kjak hevur verið um FIFA Ballon d’Or atkvøðugreiðsluna, har Cristiano Ronaldo uppiborið vann heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari 2013. Hann hevur verið nógv betri enn nakar annar og tí er tað beinleiðis óseriøst ikki at atkvøða fyri honum. Men tað vísur seg, at tað er ringt hjá fleiri at brúka vit og skil, tá tað skal atkvøðast. eitt nú valdi Lionel Messi ikki at atkvøða fyri Cristiano Ronaldo, og umvent vildi Ronaldo ikki atkvøða fyri Messi. Tit eru tveir smádreingir og mugu also til at veksa upp. Trupulleikin tó ikki bara hjá Ronlado og Messi. Tað sæst aftur hvør kennir hvønn og hvør spælir á liðið saman. Landsliðvenjarar sum eisini hugsa taktiskt og soleiðis heldur tað fram. Nú vann rætti maðurin og tað kunnu vit so fegnast um, men tað tekur also glansin av Ballon d’Or bóltinum, at tað áhaldandi eru fleiri, ið atkvøða taktist. Hvussu ringt kann tað verða, at atkvøða fyri tí spælaranum, sum hevur verið klárt best? Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari, og Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hava báðir valt at seta Zlatan Ibrahimovic sum nummar eitt. Zlatan er millum heimsins bestu fótbóltsspælarar, men hann hevur also ikki verið eins góður og Cristiano Ronaldo í 2013. Sorry guys, men hatta kemur also eisini undir taktiskar atkvøður. Vit í Miðlahúsinum hava eisini eitt tiltak á hvørjum ári, har vit velja ársins spælarar hjá monnum og kvinnum. Hetta skapar mangan nógv kjak og nógv fólk hava nógvar meining um slíkt. Tað er altíð onkur, sum kennir seg fyri órøttum. Tað finst ikki ein endalig loysn, sum øll kunnu verða glað fyri. Tað tykist eisini sum, at fleiri fólk skifta meining alt eftir hvørju støðu tey eru í. Tey vilja hava tann leistin, sum passar teimum best í tí støðuni tey eru í tá. Hetta er ikki ein varandi loysn, og tað er týdningarmikið, um heiðurin sum ársins føroyski spælari, ella FIFA Ballon d’Or Player of the Year, skal hava nakran týdning, at øll atkvøða eftir sannføring, heldur enn taktiskt ella við hjartanum. Zlatan er góður. Hann er heldur helst sjálvur, at hann er best, men tað er ongin ivi um, at Cristiano Ronaldo er heimsins besti fótbóltsspælari 2013 – tí eiga øll at atkvøða fyri honum! Zlatan er also ikki best Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge EB/Streymur hevur styrkt sær um verjupartin, og held­ ur fast um framrættaðu spæl­ar­ar­nar. Nú manglar bara at fáa ein mann á mið­ vøllin afturat. – Vit leita eftir einum mið­vallara, sum kann ganga á odda og leggja hinum lag á. Einum generali. Tú kanst siga, at vit leita eftir einum nýggj­um Ronnie Samuelsen, sigur Sigvald Zachariasen bros­andi. Tað hevur í seinastuni ljóðað, at Hallur Hansson er á veg aftur til føroyskan fótbólt. Eitt av feløgunum, sum kundi hugsast at havt áhuga í lands­liðs­mið­vall­ara­ num er EB/Streymur. – Vit hava ikki verið í sam­band við hann, men tað er ongin ivi um, at tað er ein spenn­andi spælari og hann skal verða vælkomin at seta seg í samband við okkum, sigur Sigvald Zachariasen. EB/Streymur hevur fingið tilgongd av Pól Jóhannus Justinussen og Jóans Tór Næs til komandi kappingarár, meðan Levi Hanssen(HB) og Pætur Dam Jacobsen(Skála) eru farnir til onnur feløg. – Vit hava eyguni eftir trim­um spælarum í løtuni, sum vit meta passa til hand­ an leiklutin. Tveir her heima og ein uttanfyri Føroyar, sig­ur formaðurin hjá EB/ Streymi. Høgni Madsen kann spæla ein leiklut Høgni Madsen er flutt­ur av landinum í útbúgvingar­ ørindum, men hann er opin fyri at spæla í før­oysk­um fót­bólti komandi kapp­ingar­ ár. Miðvallarin hevur møgu­ leika at verða heima ein part av árinum og tað hevur styrkt hugan at koma heim at spæla. – Eg havi ikki tosað bein­ leiðis við nakað felag, men eg fái lesiferiu longu 5. maj og havi summarferiu fram til 1. septembur. So havi eg hugsa tankan at spæla meðan eg eri heima, sigur Høgni Madsen, sum seinnu árini hevur spælt við ÍF, umframt at roynt seg í maltesiskum fótbólti. Høgni kundi verið ein av teimum, sum EB/Streymur hevur eyguni eftir. Trýstið veksur á Víking Tað hevur framvegis ikki eydn­ast Víkingi at fáa styrkt fram­rættaðu plássini. Tað er væl kent, at felagið leitar eftir einum høgra bakki. Tveir eru komnir aftur til landið. Jónas Tór Næs og René Shaki Joensen. Tann fyrri til EB/Streym og tann seinni til HB. Nú minka møguleikarnir um talan skal verða um før­ oyskt tilfar. Møguleikarnir tykj­ast verða Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. HB hevur nú fingið sítt fólk og tað er heldur óhugsandi, at teir eru beinleiðis eftir Halli Hansson ella Jóan Símun, nú teir hava fingið René og Poul Ingason í hópin. So Víkingur hevur nú færri kappingarneytar á flyt­ingar­marknaðinum, men møgu­leikarnir minka eisini í hvørjum. trondur@sosialurin.fo Vit leita eftir einum nýggjum Ronnie Samuelsen Tað sigur formaðurin í EB/Streymi, Sigvald Zachariasen, heldur skemtiliga um støðuna hjá EB/Streymi ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen U17 landsliðið hja gentum skal hava nýggjan landsliðsvenjara, boðar FSF frá. U17-liðið við gentum hevur tvær spennandi kappingar fyri framman í 2014. Í apríl skal liðið taka lut í UEFA-minikapping í Norðurírlandi, og í september verða Føroyar vertir fyri EM-undankapping, tá føroyska U17-landsliðið við gentum á heima­vølli skal royna seg ímóti Noregi, Italia og Grikkalandi. Ronnie Samuelsen í dysti fyri EB/Streym Flytingar og søgur: