mánadagur 20. januar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Flogbóltur
Mjølnir og Fleyr halda stílin, so í løtuni røkist einki
fyri, at onnur lið kunnu blanda seg uppí, hvussu FM-
finalurnar hjá kvinnum verða avgreiddar hesaferð
Havnin ímóti
Klaksvíkini
Hilmar Jan Hansen
Síðstu
trý
árini
hevur
Mjølnir vunnið alt, sum er
at vinna í føroyska kvinnu
flogbóltinum, og sum tað
sær út nú, hava flogbólts
kvinnurnar úr Klaksvík sett
kósina ímóti fjórðu greipuni.
Alt kundi eisini bent á, at
tað verður tvær ferðir Fleyr
hinumegin netið, áðrenn vit
vita, um hetta kappingarárið
endar sum tey trý undan
farnu.
Status er, at Mjølnir longu
langt síðani hevur tryggjað
sær sæti í steypafinaluni,
umframt at liðini eftir 12 um
før er trý stig framman fyri
Fleyr, sum aftur er sjey stig
framman fyri næstu liðini.
Fleyr hevur tí kós ímóti FM-
finalunum, men er fram
vegis ein dyst frá at koma í
steypafinaluna.
Í
Mjølnir-kappingini
hevði Fleyr, sum vinnari í
Fleyr-kappingini
í
heyst,
møguleikan at vinna seg í
steypafinaluna, men Dráttur
setti seg upp á tvørs og vann
3-0, so nú skal fyrst ein hálv
finala spælast millum tey
bæði, áðrenn greitt er, hvør
møtir Mjølni í steypafinaluni.
Henda hálvfinalan verður
í Sandoyar samkomu- og
ítróttarhøll mikukvøldið 22.
januar klokkan 19.30.
Dygga mótstøðu
Men hóast eitt sindur av
spenningin er um finalistar
nar í steypakappingini hjá
kvinnum, er ikki júst sami
spenningurin í Eik-liguni, har
Mjølnir og Fleyr halda seg
eitt fitt petti framman fyri
næstu kappingarneytarnar,
og har serliga Mjølnir sær út
til at hava ein fyrimun.
Í gjár hevði Mjølnir vitjan
av Drátti, men hóast úrslitið
segði, at klaksvíkskvinnur
vunnu 3-0, so var dysturin
meira spennandi og javnur
enn so. Kvinnurnar hjá Drátti
hingu í og fingu nógv upp
aftur, men hóast tær vóru
serliga nær við í teimum
báðum
síðstu
settunum,
eydnaðist ikki at taka sett
frá Mjølni.
Fleyr fekk eisini sítt at
gera í útidystinum ímóti
KÍF leygardagin, tí í høllini í
Kollafirði máttu fimm sett til,
áðrenn Fleyr hevði vunnið.
Ta einu løtuna vann kÍF seg
framum 2-1 í settum, og eisini
leikaði javnt á í fimta og
avgerandi settinum, ið mátti
upp um 15 bóltar, áðrenn
Fleyr hevði vunnið tað 18-16
og dystin 3-2.
Á Kambsdali vann TB
leygardagin 3-1 á ÍF-kvinn
unum, sum vunnu fyrsta sett,
men annars bara viknaðu og
máttu lúta 1-3. Og í Sørvági
vann SÍ í gjár 3-0 á Ternuni,
sum bara í triðja setti fekk
sett sín dám á dystin, uttan tó
veruliga at hótta heimaliðið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kvinnurnar hjá Fleyr fingu sína sak fyri leygardagin, tá tær máttu út í fimm
sett, áðrenn tað í Kollafirði eydnaðist teimum at koppa KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
12
12
0
36
9
27
33
2 Fleyr
12
10
2
33
12
21
30
3 TB
12
7
5
28
18
10
23
4 KÍF
12
7
5
28
19
9
23
5 Dráttur
12
7
5
25
19
6
19
6 SÍ
12
2
10
8
30
-22
7
7 ÍF
12
2
10
7
31
-24
6
8 Ternan
12
1
11
8
35
-27
3
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
9
7
2
23
11
12
21
2 Fleyr
9
6
9
21
16
5
16
3 SÍ
9
4
5
20
17
3
14
4 Mjølnir
9
1
8
4
24
-20
3
KÍF - Fleyr 2-3 (14-25, 25-21, 25-20, 15-25, 16-18)
ÍF - TB 1-3 (25-23, 19-25, 15-25, 15-25)
Mjølnir - Dráttur 3-0 (25-19, 26-24, 25-23)
SÍ - Ternan 3-0 (25-17, 25-15, 25-23)
ÍF - Fleyr 3-0 (25-13, 25-15, 25-22)
SÍ - Mjølnir 3-0 (25-18, 25-19, 25-18)
Odda
sessurin
ongan veg
ÍF er aftur í vetur í einum klassa
fyri seg, og so stendur kappingin
annars millum Fleyr og SÍ um at
koma í FM-finalurnar ímóti ÍF
Hilmar Jan Hansen
Nú níggju umfør eru farin
av kappingini í Eik-liguni
hjá monnum, er tað fram
vegis ikki ein spurningur,
um ÍF verður annar FM-
finalisturin, men heldur
bara, hvør sleppur at
spæla ímóti ÍF í final
unum. Sum er, er ÍF fimm
stig framman fyri Fleyr og
sjey stig framman fyri SÍ,
sum eru liðini, ið kappast
um at sleppa at spæla
finalurnar.
At munurin niður til
tey bæði liðini ikki er
størri, kemst av, at ÍF hev
ur mist stig fyri ein dyst,
har spælari uttan spæli
loyvi varð brúktur. Vóru
tey stigini ikki farin, er
einki sum helst at ivast
í, at ÍF bara var uppaftur
meira sannførandi á odda
í bestu mansdeildini.
Leygardagin
var
nummar tvey, Fleyr, og
vitjaði oddaliðið í ítróttar
høllini á Kambsdali, men
tað bleiv ikki nógv annað
enn
ein
styrkidemon
stratión frá fuglfirðingum,
ið vunnu 3-0. Serliga tey
bæði fyrstu settini koyrdi
tað væl hjá ÍF, og sjálvt um
Fleyr leingi hevði fatur í
longra endanum í triðja
setti, kom ÍF afturíaftur
og vann eisini tað.
Hin mansdysturin um
vikuskiftið var í Sørvági,
at SÍ tók ímóti Mjølni,
og eisini har endaði tað
við 3-0 sigri. Men har var
munurin ikki so stórur, tí
Mjølnir megnaði væl at
býta frá sær, uttan tó at
fáa nakað sett, hóast lítið
restaði í í teimum báðum
síðstu.
hilmarjan@sosialurin.fo