Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Tað gekk ikki sum ætlað, tá Frederiksberg við Birgit Guttesen og Sofíu Púrkhús leygarkvøldið tapti steypa­ finaluna í donskum flog­ bólti fyri Holte. Føroyski leik­luturin var ikki so stórur sum væntað, og Holte vann ein greiðan sigur. Klokkan var farin av 21 áðrenn finalan byrjaði og tað var uttan føroyska luttøku. Sofía Purkhús kom inn seint í fyrsta setti og spældi fram til miðskeiðis í øðrum setti. Birgit Guttesen kom inn miðskeiðis í øðrum setti og spældi fram til endan av triðja setti. Torført at sita uttanfyri Tað merkist á bæði Birgit og Sofíu, at tær kundu hvat hugsa sær at spælt ein størri leiklut í finaluni. Hóast hetta er fyrsta steypa­ finalan fyri fleiri av hinum á liðnum, so hava Birgit og Sofía spælt fleiri FM finalur, steypa­finalur og Oyggja­ leikafinalur. – Eg var ordiliga spent áðrenn, men tað var løgið at standa klár uttanfyri og síggja hvussu nervøsar hin­ ar vóru, sum spældu inni, og hvussu rótut spælið var, og so einki kunna gera sjálv, sigur Sofía Purkhús. – Tað var stuttligt at spæla. Adrenalini er í topp, og eg føldi meg kláran sum ongan­tíð fyrr. Og so stendur tú uttan­fyri vónar at tú er tann næsti, sum verður skiftur inn, sigur Birgit Guttesen. Fjáltur var á spælinum hjá Frederiksberg, sum hevur nógvar nýggjar spælarar. Tað tykist hava gjørt mun. – Vit virkaðu bangnar. Tær, sum vóru inni, tordu ikki at sláa hart til. Vit gjørdu eis­ini feilir, sum vit ikki plaga at gera i øðrum dystum. Eg haldi, at liðið sum heild mangl­aði royndir í støðum sum hes­ari, tí hetta er fyrstu ferð liðið er í steypafinaluni. Spælar­arnir stóðu eftir við einari tómari kenslu, haldi eg. Vit fingu ikki ordiliga sett orð á hvat tað var, men tað gekk bara slett ikki sum tað skuldi, sigur Sofía Purkhús, sum heldur ikki kláraði at venda gongdini, tá hon kom inn. – Tá eg kom inn var tað eisini ringt at spæla. Serliga tí Holte høvdu sera høgar blokadur, og høvdu nokk lisið okkara spæl rættiliga væl av áðrenn dystin, sigur Sofía. Birgit nevnir eisini blokk­ in hjá Holte sum eina av høvðus­orsøkunum til, at Frederiks­berg ongantíð kom inn í dystin. – Dysturin var rótuttur og vit fingu ongantíð okkara spæl at rigga. Blokkurin hjá Holte stóð væl, so vit fingu ikki okkara álop at koyra ordiligt, er niðurstøðan hjá Birgit. Minti um ein føroyska steypafinalu Steypafinalan varð spæld í Odense. Í nógvar mátar var talan um ein líknandi um­ støð­ur, sum vit kenna úr Før­ oy­um, tá steypafinalur eru. – Munurin er ikki tann heilt stóri. Tú ert akkurát líka spent, og har eru fleir áskoð­ arar enn til vanligar dystir. Ein stórur munur var, at vit byrjaðu ikki at spæla fyrr enn klokkan var farin av 21. Heldur óvanligt, staðfestir Birgit. – Ja, vit byrjaðu øgiliga seint, og av tí at høllin er so stór, so haldi eg ikki, at stemn­ingur uppá onkran máta var líka intensur sum í Før­oy­um. Tað saknaði eg eitt sindur. Men umstøðurnar, ljósið, gólvið og alt var í topp. Vit høvdu eisini nógvar før­ oyskar áskoðarar og tað gjørdi tað meira heimligt, sigur Sofía. Málið er spælitíð og DM finala Til venjing í dag verður tikið samanum avrikið hjá Frederiksberg Volley. Fyri Sofíu og Birgit er málið greitt. Meiri spælitíð og eitt í DM finaluni. – Vit hava ikki tosað sam­an um dystin enn, men av­talaðu at gera tað til venjing í dag. Næsta mál er sjálvandi at koma í lands­ kapp­ingarfinaluna, og so at vinna hana. Nú mugu vit bara venja hart og geva okk­ um alt vit klára til hvønn dyst og hvørja venjing, so vit sleppa at spæla og røkka mál­inum siga Birgit og Sofía við ein munn. Steypafinalan endaði ikki heilt sum Birgit og Sofía høvdu vóna, men mótið hava tær so ikki mist enn. trondur@sosialurin.fo Føroysku spælararnir í Frederiksberg Volley eru vónbrotnar, um avmarkaði leiklutin tær fingu í greiða finalutapinum fyri Holte IF Enn einaferð eydnaðist tað leygardagin Bárði Bendix Mikkelsen og teimum í Marienlyst at vinna steypafinaluna í donskum flogbólti Holte IF - Frederiksberg Volley 3-0 25-16, 25-14 og 25-20 Vónbot fyri Birgit og Sofíu Bárður og Marienlyst vunnu Hilmar Jan Hansen Fjórða árið upp í slag vann Marienlyst leygardagin donsku steypa­finaluna í mans­flogbólti, og aftur í ár var tað millum ann­að við Bárði Bendix Mikkelsen á síðu­linjuni, tí hann er hjálpar­venjari og talent­ menn­ari hjá felagnum. Marienlyst, sum Bárður eisini umboðaði tey síðstu árini sum spælari, hevur síðani 2005 verið risin í donsk­um mansflogbólti, tí hesi árini hevur liðið sjey ferðir vunnið danska meistara­heitið, sjey ferðir steypa­kappingina og tríggjar ferðir norðurlendska meistaraheitið fyri feløg. Finalan framman fyri 1.500 áskoðarum í Odense Idrætshal vardi í tveir tímar, og tað endaði við, at Marienlyst vann 3-1 á Gentofte. Settúrslitini vóru 25-27, 25-22, 25-17 og 25-20. Næsta stóra av­bjóð­ ingin hjá Bárði og teim­um í Marienlyst verður viku­ skiftið 31. januar til 2. februar, tá finalu­umfarið í kapp­ ingini um norðurlendska meistaraheitið skal spælast í Marinlystcentret, har Marien­lyst og Middelfart eru við úr Danmark, Nyborg úr Norra og Falkenberg úr Svøríki. hilmarjan@sosialurin.fo flogbóltur Steypavinnararnir hjá Marienlyst í gull­ parúkkum eftir sigur­ in leygar­dagin. Bárður Bendix Mikkelsen sæst uttast til vinstru Familja og tey nærmastu komin at stuðla Birgit og Sofíu. Aftast frá vinstru: Gutte Guttesen, Sámal Einarsson, Kári Purkhús, Rasmus Purkhús, Elisabeth Purkhús, Annika í Bø og Dion B. Splidt. Fremst frá vinstru: Birgit Guttesen, Sofía Purkhús og Sonja á Reynatrøð