mánadagur 20. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Hóast tað var sum alt annað
enn favorittar, at Bjarni
Larsen og liðfelagarnir í BK
Tromsø leygardagin fóru á
vøllin í norsku steypafinaluni
í mansflogbólti, eydnaðist
teimum at fara allan vegin og
vinna. Mótstøðuliðið, Førde
VBK, var fjórða árið á rað í
steypafinaluni, og byrjaðu
eisini nógv betur, men Bjarni
og teir vildu ikki geva skarvin
yvir.
– Hetta var ein øgiliga
harður dystur, har teir løgdu
út við einum øgiligum servu
trýsti, ið vit slett ikki kláraðu
at taka ímóti. Teir vunnu
eisini 25-16 og 25-21 í teimum
báðum
fyrstu
settunum,
greiðir Bjarni frá í telefonini
úr Tromsø.
– Teir lósu okkum øgiliga
væl, og ikki fyrr enn í triðja
setti fingu vit so lagt trýst
á teir við okkara servum. Tá
blivu teir nógv meira verju
kendir, so servutrýstið hevði
báðar vegir avgerandi týdn
ing fyri dystin, tí vit vunnu
25-20 og 25-17 í triðja og fjórða
setti.
Nú skuldi fimta settið av
gera tað heila, og har gekk
javnt á ta fyrstu løtuna,
upp til 4-4, men so fekk BK
Tromsø vunnið seg eitt sind
ur framum og megnaði at
halda fast, hóast tað onkra
løtu stóð nógv á, tí Førde VBK
mundi komið afturíaftur.
– Fyri mítt viðkomandi er
hesin steypasigurin so heilt
avgjørt
hæddarpunktið
higartil, síðani eg flutti yvir
til Norra og fór at spæla flog
bólt við BK Tromsø, sigur
Bjarni, sum hóast síni bara
21 ár telist millum royndastu
menninar á liðnum – eitt nú
við sínum drúgvu steypa
royndum við ÍF.
– Vit høvdu ikki roknað
við at enda í steypafinaluni
og enntá vinna hana, áðrenn
kappingarárið byrjaði, tí vit
hava satsað uppá kanska
at fáa eitt triðja pláss í
landskappingini, so hetta var
bara ein bonus hjá okkum at
fáa.
Ráð frá Rúna
Sum
sagt,
hevur
Bjarni
Larsen drúgvar royndir sum
spælari hjá ÍF, hóast sín unga
aldur, og hartil hevur hann
eisini seinnu árini verið fast
ur maður á flogbóltslandslið
num, so einki er at siga til, at
flogbólturin fyllir nógv í lívi
hansara.
Tá hann nú skuldi til Norra
at lesa fiskivinnu- og hav
brúksvísindi, sum gera hann
til fiskivinnukandidat, tá
hann er liðugur við bachelor,
var eisini sera nærliggjandi
at venda sær til onkran í
nærumhvørvinum, ið kundi
vera hollur í ráðum.
– Ja, har var nokk so upp
lagt, at eg spurdi Rúna Weihe,
sum sjálvur hevur tikið somu
útbúgving í Tromsø og tá
spældi og vann nógv við
flogbóltsfelagnum her yviri,
greiðir Bjarni frá.
– Hann hevur alla tíðina
eggjað mær til at fara til BK
Tromsø, tí tað er eitt gott
felag, sum hann helt hóska
til mín, og eg kann ikki siga
annað, enn at eg havi stór
trivist her í allar mátar.
Bæði tá vit tosa um skúlan,
flogbóltin og bara tað at vera
í Tromsø.
Samstundis
ásannar
Bjarni, at tað verður ikki verri
av, at hesin heldur óvæntaði
steypasigurin nú er fingin til
høldar, samstundis sum BK
Tromsø er við í einum bólki
av fimm liðum, sum eru tey
fremstu í norsku landskapp
ingini, ið hetta kappingarárið
hevur verið rættiliga jøvn.
Nógv venjing
Sjálvur hevur Bjarni bara
verið hetta síðsta hálva árið
í norskum flogbólti, men
longu nú heldur hann seg
tora at siga, at her kundu
saktans
fleiri
føroyskir
spælarar roynt seg, um teir
løgdu í.
– Spælið er á nakað væl
hægri stigi enn í Føroyum,
og bæði servutrýst, blokkur,
álop og alt er nógv meira
strukturerað.
Spælararnir
eru eisini hægri, og her ræður
um at spæla taktiskt, skalt tú
standa teg, sigur hann.
– Meðan vit í Føroyum
ofta bumba til, so ert tú her
noyddur at vera eitt sindur
klókari og spæla skilagott, tí
tað hevur nógv meira at siga,
at tú spælir taktiskt, heldur
enn bara at spæla við vødd
unum. Tað er so ein stórur
munur á norskum og før
oyskum flogbólti.
Ein annar munur er so
eisini, at tann, ið ætlar sær at
gera seg galdandi í norskum
flogbólti, eisini skal vera til
reiðar at seta nógva tíð av til
venjing, tí Bjarni og teir venja
tvær ferðir um dagin.
– Tveir dagar um vikuna
venja vit millum klokkan
sjey og átta um morgunin, og
hinar morgnarnar skulu vit
sjálvir venja styrki og annað.
Harumframt er so venjing
seinnapartin ella um kvøldið
aftrat, so tað skal eitt sindur
til, sigur Bjarni Larsen.
– Í mun til tríggjar ella fýra
venjingar, sum eg eri vanur
til í Føroyum, er hetta nakað
heilt annað. Men hetta er tað,
eg vil og sum mær dámar, so
tað passar mær fínt.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Fyri mítt viðkomandi er hesin steypasigurin so heilt avgjørt hæddarpunktið higartil, síðani eg flutti yvir
til Norra og fór at spæla flogbólt við BK Tromsø, sigur 21 ára gamli fuglfirðingurin, Bjarni Larsen
Bjarni norskur steypavinnari
Bjarni Larsen, mitt í myndini við fimmtalinum á bringuni, saman við
liðfeløgunum í BK Tromsø eftir steypasigurin leygardagin
flogbóltur
Mynd: Eivind Rinde