mánadagur 20. januar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Ógvuliga leingi var líkt til, at kvinnurnar úr Neistanum
skuldu fáa bæði stiðini við sær aftur til Havnar, men
VÍF gjørdi eitt rimmar hál at enda og vann 24-22
Stjørnan var á odda bróðurpartin av fyrra
hálvleiki, men tá ið saman um kom gjørdist
talan um ein tryggan 25-15-heimasigur til VB
Rimmar comeback
tryggjaði VÍF sigurin
VB vann trygt
á Stjørnuni
Pætur Albinus
Stjørnan hevur tað ógvu
liga tungt í løtuni og hevur
ikki vunnið síðani í fyrsta
umfari í landskappingini,
men hinvegin kom hesin
sigurin – einasti higar
til – ímóti júst VB. Nógv
er broytt síðani tá, og VB
mátti sigast at vera stór
favorittur at vinna ímóti
Stjørnuni heima í Vági.
Stjørnan beit tó væl
frá sær í fyrra hálvleiki og
var fyri tað mesta á odda,
men stutt undan hálvleiks
steðginum svaraði Stjørnan
væl aftur og slapp til hálv
leiks við 14-11-leiðslu.
Í seinna hálvleiki steðg
aði Stjørnan fullkomiliga
upp og fekk bara eitt mál
fyrstu 20 minuttirnar av
seinna hálvleiki. Hetta var
viðvirkandi til at VB vann
sannførandi 25-15.
Gintare
Butkeviciute
gjørdi níggju mál fyri VB,
meðan Mina Sirdal gjørdi
fimm mál fyri Stjørnuna.
albinus@sosialurin.fo
Hondbóltur
Pætur Albinus
Byrjanin var ógvuliga jøvn
og liðini fylgdust til støðuna
5-5, men eftir hetta var tað
Neistin, sum vísti greitt betra
spælið og við fýra málum á
rað komu tær á odda 9-5. VÍF
royndi at berja seg inn aftur
í dystin áðrenn leiðslan bleiv
ov stór, men hetta eydnaðist
í øllum førum ikki undan
hálvleikssteðginum, tí hálv
leikstøðan var nevniliga 16-11
til Neistan.
Tá ið seinni hálvleikur
var um at vera hálvrunnin
var gongdin tann sama og
Neistin helt fast um sama
málmunin; hesaferð 21-16.
Eitt væleydnað time-out frá
Henrik Gerster setti gongd
í hjá VÍF-kvinnunum, sum
ikki gjørdu matari enn at
vinna síðstu løtuna heili 8-1
og harvið vinna dystin 24-22.
Hetta var sum vátur vøttur
hjá Neistanum, sum tveittu
alt fyri borð síðstu løtuna.
Tóra Seloy var besti mál
skjúttin hjá heimaliðnum við
sjey málum, meðan Jacklin
Durhuus og Bára Hansen
gjørdu hvør síni seks mál fyri
Neistan.
albinus@sosialurin.fo
Bólkur 1
VÍF – Neistin 24-22
1. VÍF (1 dyst) . . . . . . . . . . . . . . 2 stig
2. StÍF (0 dystir) . . . . . . . . . . . . 0 stig
3. Neistin (1 dyst) . . . . . . . . . . . 0 stig
Bólkur 2
VB – Stjørnan 25-15
1. VB (1 dyst) . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig
2. Kyndil (0 dystir) . . . . . . . . . . . 0 stig
3. Stjørnan (1 dyst) . . . . . . . . . . 0 stig
KVINNUR
Myndir: Álvur Haraldsen