mánadagur 20. januar 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Greitt aftasta liðið í bestu mansdeildini,
Team Klaksvík, megnaði at taka øll á bóli
í fyrsta umfari í steypakappingini
Greiða oddaliðið í fremstu mansdeildini hjá monn
um fekk eina dreymabyrjan í steypakkapingini.
KÍF vann 25-20 heima í Kollafirði ímóti H71
Team Klaksvík sigraði í Havn
KÍF koppaði aftur H71
Hondbóltur
Pætur Albinus
Bragdið framdu teir í høllini
á Hálsi í Havn, har teir vunnu
23-21 eftir at hava verið á
odda 13-10 í hálvleikinum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð,
at Team Klaksvík vinnur
ímóti Neistanum á útivølli.
Í
landskappingini
vunnu
teir nevniliga fyrr í hesum
kappingarárinum 30-29, og
staðfestu teir altso hesaferð
í steypakappingini, at teir
hava gott tak á teimum bláu
úr Havn.
Team Klaksvík legði betur
fyri og eftir góðum 10 min
uttum vóru teir á odda 8-3.
Tá ið tveir minuttir restaðu í,
hevði Neistin fingið minkað
um klaksvíksleiðsluna niður
í 20-21 og seinni 21-22, men tað
var altso Team Klaksvík, sum
fekk síðsta málið í dystinum,
og harvið fingu eina frálíka
byrjan í steypakappingini við
einum 23-21-sigri.
Sjúrður Thomassen gjørdi
fimm mál fyri heimaliðið,
meðan Sámal á Tjaldrafløtti
fekk átta mál fyri Team
Klaksvík.
albinus@sosialurin.fo
Bólkur 1
Neistin - Team Klakvík 21-23
KÍF - H71 25-20
1. KÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig
2. Team Klaksvík . . . . . . . . . . . . 2 stig
3. Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 stig
4. H71 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 stig
Bólkur 2
VÍF - Kyndil 24-24
StÍF - H71 30-24
1. StÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig
2. Kyndil . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig
3. VÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig
4. H71b . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0 stig
MENN
Myndir: Álvur Haraldsen
Pætur Albinus
Tað var tann 21. desembur,
at KÍF gjørdi eitt gott hál
í landskappingini við at
seta kappingarneytarnar
úr H71 upp á pláss við
27-23-sigri á heimagólvi í
Kollafirði. Á hesum sama
gólvi hittust liðini longu
í fyrsta umfari av steypa
kappingini, og aftur hesa
ferð vístu kollfirðingar seg
frá síni bestu síðu.
Í verjuni høvdu teir gott
tamarhald á stórskjútt
anum hjá H71, Bogdan
Florea, og skoraði hann ein
ans trý mál henda dystin
– væl minni, enn hann
plagar. Hetta skyldaðist
gott verjuspæl og til tíðir
eisini sera gott málmans
spæl frá Jaspuri Joensen.
Hóast H71 var væl við
fyrstu løtuna, so var tað
KÍF, sum vísti seg at vera
sterkari í longdini. Teir
løgdu seg á odda stutt
undan
hálvleikssteðgin,
førdu 12-10 í hálvleikinum
og vunnu dystin 25-20.
Hans Eli Sigursbjørns
son gjørdist sum ikki eina
ferð toppskjútti hjá KÍF,
hesaferð við átta málum,
meðan
strikuspælarin
Sigmundur Dahl var besti
skjúttin hjá H71 við fýra
málum.
albinus@sosialurin.fo
Javnleikur í Vestmanna
StÍF risti treiskar hoyvíkingar av sær
Í Vestmanna samdust bestu mansliðini hjá VÍF
og Kyndli um ein javnleik. 24-24 endaði tað,
meðan hálveiksstøðan eisini var jøvn: 12-12
Næstbesta liðið hjá H71 var púra óvæntað á odda 14-12 í hálvleikinum ímóti StÍF, men
teir úr bestu deildini á Strondum komu fyri seg í seinna hálvleiki og vunnu trygt 30-24
Pætur Albinus
Næstbesta liðið hjá H71 hev
ur áður gjørt um seg í steypa
kappingini, og tískil skuldi
uppgávan ikki undirmetast
hjá StÍF, hóast teir eru í bestu
deildini og mótstøðuliðið er
úr næstbestu deildini.
Veteranurin Halgir Dahl-
Olsen var við til at binda um
hjá unga H71-liðnum, meðan
Hanus Norðberg skeyt væl
frá sær og fingu teir á henda
hátt lagt somikið av trýsti
á StÍF, at hoyvíkingar púra
óvæntað sluppu til hálvleiks
við 14-12-leiðslu.
Hoyvíkingar
megnaðu
ikki at halda sama støði í
seinna hálvleiki, somuleiðis
sum strandingar av álvara
ressaðust. Hóast hvøkkin
lótu teir ongan iva vera og
vunnu at enda 30-24.
Fyri StÍF gjørdu Kjartan
Johannesen
og
Allan
Norðberg hvør síni sjey mál,
meðan besti málskjúttin hjá
H71b var Hanus Norðberg við
somuleiðis sjey málum.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
VÍF hevur ikki júst fingið
bestu byrjanina upp á 2014.
Fyrst í árinum taptu teir fyri
Kyndli í Høllini á Hálsi, og
fyri viku síðani tveittu teir alt
fyri borð ímóti grannunum
úr Kollafirði, KÍF. Kyndil hev
ur hinvegin fingið spælið at
rigga betur seinastu tíðina,
og tískil var lagt upp til ein
tættan og spennandi dyst í
Vestmanna. Hetta fekk hóp
urin av áskoðarum eisini at
síggja.
Kyndil byrjaði sum eitt
óløgi og kom skjótt á odda
5-1, men síðani ressaðust
vestmenningar
og
fingu
heili sjey mál á rað, soleiðis
at teir førdu 8-5. Kyndil vann
seg síðani aftur upp á javnt,
og soleiðis bardust liðini í
einum hørðum – men reinum
– dysti um at fáa leiðsluna,
sum skiftist millum liðini og
ongantíð gjørdist stór. Eftir
hálvleiksstøðuna 12-12 var
hetta eisini gongdin í seinna
hálvleiki, og endaði dysturin
eisini rímiliga við einum
24-24-javnleiki.
Filip Jojic var besti mál
skjúttin hjá VÍF við átta mál
um, meðan David Edvardsen
skeyt sjey mál fyri Kyndil.