mánadagur 20. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Danmark og Svøríki hava bjartar vónir
Jóannes Hansen
EM kappingin í hondbólti
er í hæddini. Í fyrradagin
og í gjár varð farið undir
miðumfarið,
sum
verður
avgreitt í Jyllandi. Bólkur 1,
har Danmark og Ísland lut
taka, heldur til í Herning, og
bólkur 2, har Svøríki er eitt av
liðunum, heldur til í Aarhus.
At fyrireikararnir hava
ásett at avgerandi umførini
skulu vera í Jyllandi er stað
festing av, at tað ikki er í
høvuðsstaðarøkinum,
at
áhugin fyri hondbólti er
størstur í Danmark. At støðan
er soleiðis sæst eisini aftur í
donsku landskappingini, har
einki lið í høvuðsstaðnum er
partur av toppinum. Nógv er
broytt, tí inntil fyri einum 30-
40 árum síðani ella so vóru
Helsingør, Ajax, Saga, Efter
slægten og HG oftast við í
kappingini um DM heitið.
Hesa ferð helt innleiðandi
bólkurin hjá Svøríki til í
Brøndby
høllini.
Sviar
í
stórum tali valfartaðu um
Oyrasund, og við gulum
og bláum í hvørjum horni í
høllini hevði svenska lands
liðið alla orsøk at kenna seg
at vera á heimavølli.
Nú er Svøríki partur av
bólki 2 í miðumfarinum.
Hesin bólkurin heldur til í
Aarhus. Tá ið Svøríki í gjár
spældi fyrsta dystin í mið
umfarinum vóru tað fáir
sviar í høllini. Tað er langt,
tíðarkrevjandi og kostnaðar
mikið at fara eftir Oyrasunds
brúnni fyri síðani at seta kós
um brúnna um Stórabelt.
At hondbóltur er inten
sivur og undirhaldandi, og
at tað kann skifta skjótt sást
ikki minst í gjár, tá ið tríggir
dystir í miðumfari 2 vóru á
skránni. Allir endaðu við sera
teprum sigrum.
Norðurlond
framvegis væl við
Hóast undirtøkan millum
áskoðararnar ikki var tann
sama, sum hon var í Brøndby
høllini í innleiðandi umfar
inum, so royndist fyrsta um
farið í miðumfarinum væl hjá
svium. Svøríki spældi ímóti
Russlandi, ið ikki eigur ta
styrkina, sum russarar áður
áttu. Hetta kemst eitt nú av,
at fleiri av teimum bestu
russisku spælarunum hava
givið avboð og tískil ikki eru
við á EM liðnum.
Sviar eru orduliga á veg
upp aftur á tindin, har teir
vóru í nógv ár. Ættarliðsskifti
bar slakari úrtøku við sær. At
tað nú gongur betri aftur er
henda kappingin undirstrik
ing av. Svøríki vann 29-27 á
Russlandi, eftir at hálvleiiks
leiðslan var 20-13.
Ferðin hjá svium dalaði
eitt sindur eftir steðgin, og so
spílaðu russararnir seg út, og
ikki minst hevði tað týdning,
at russararnir so ofta skoraðu
løtt mál eftir skjót álop. Og
tá so veteranurin í málinum
Igor Levshin mest sum setti
propp í, kendist tað mest
sum vónleyst hjá teimum
bláu og gulu, sum ikki skor
aðu í trettan minuttir. Russ
land legði seg framum 26-25,
tá ið tað restaðu sjey min
uttir, og síðstu løtuna var
talan um øgiligan spenning,
áðrenn svenski sigurin var
veruleiki.
Úrslitið ber við sær, at nú
er tað upp til sviar sjálvar at
gera av, um teir skulu spæla
hálvfinalu.
Í
gjárkvøldið
brustu
tveir at størstu risunum í
altjóða hondbólti saman í
Aarhus. Frakland vann 27-25
á Kroatia. Fyrstu løtuna sá
tað annars út til, at Kroatia
skuldi vinna. Eftir steðgin
var Frakland omaná. Serliga
var tað í skjótum álopum,
at Frakland gjørdi sær dælt.
Stóri maðurin var Nikola
Karabatic,
sum
skoraði
síðsta málið, og sum gekk
undan bæði í verju og álopi.
Sigurin ber við sær, at nú er
Frakland favorittur at røkka
í hálvfinaluna.
Hitt hálvfinaluplássið sær
út til at vera funnið í tætt
ari kapping millum Svøríki,
Kroatia og Pólland, sum í
gjár var partur av øgiligum
drama. Pólland vann 31-30
á Hvítarusslandi. Pólverjar
vóru aftanfyri við fýra mál
um, tá ið tað restaðu tríggir
minuttir! Sigursmálið varð
skorað, tá ið tað restaðu tvey
sekund!
Lykladystirnir,
sum
bíða, eru Frakland-Svøríki,
Kroatia-Pólland og Pólland
og Svøríki.
Russland og Hvítaruss
land hava einki stig í mið
umfarinum, og harvið er
møguleikin hjá hesum báð
um tjóðunum at røkka hálv
finaluni burtur.
Heilt uppi á tindinum
Danir eru á gosi eftir fram
úr avrikið í Herning leygar
kvøldið, tá ið tað eydnaðist at
vinna 31-28 á sponsku heims
meistarunum. Danski venj
arin, Ulrik Wilbek, segði í gjár,
at hetta var so góður dystur
og so gott danskt avrik, sum
tað ber til at ímynda sær, at
tað kann verða. Spælararnir
vóru púra útlúgvaðir. Spurn
ingurin er nú, hvussu teir
vera fyri, tá ið teir í kvøld
skulu spæla ímóti Ungarn.
Ísland vann leygardagin
trivaligan
33-27
sigur
á
Eysturríki. Sum tølini siga,
so var talan sum sera sann
førandi
sigur.
Hálvleiks
støðan var 17-9. Síðstu løtuna
slakaðu íslendingar av, og tá
tódnaði tað nakað. Merkis
vert við hesum dystinum
var, at venjarin hjá Eysturríki
er
íslendingurin
Patrek
Jóhannesson, sum hevur
spælt nógvar landsdystir fyri
Ísland.
Klokkan 15 í dag skal Ísland
spæla
ímóti
Makedonia.
Áhugin fyri landsliðnum er –
sum altíð – ógvuliga stórur í
Íslandi, so tað verður ivaleyst
stuttur
arbeiðsdagur
hjá
nógvum. Mikudagin hittast
Danmark og Ísland. Fyrsta
treytin hjá íslendingum at
røkka hálvfinaluni er, at teir
vinna á Makedonia í dag og
eisini á Danmark. Fyri Ísland
hevur tað stóran týdning, at
Danmark í kvøld vinnur á
Ungarn. Men íslendingar fáa
neyvan nakað frá Danm ark
mikukvøldið – uttan mun til
hvussu úrslitini verða í dag
og kvøld.
Hóast sponsku heims
meistararnir leygarkvøldið
taptu ímóti Danmark, so er
tað framvegis upp til Spania
sjálvt at gera av, um liðið skal
spæla seg í hálvfinaluna.
Vegurin kennist vera bæði
slættur og breiður, tí mót
støðuliðini í dag og mikudagin
eru
ávikavíst
Eysturríki
og Makedonia, sum ongan
møguleika hava at vinna seg
víðari í kappingini.
joannes@sosialurin.fo
At tað oftast eru sera smáir marginalir í hondbólti varð staðfest í gjár, tá ið eingin
av teimum trimum dystunum endaði við meiri enn tvey mála sigri
Hondbóltur
Bólkur 1
Bólkur 2
Danmark
3
93-78
6
Frakland
3
90-80
6
Spania
3
95-86
4
Kroatia
3
83-73
4
Ísland
3
88-87
3
Svøríki
3
83-74
4
Ungarn
3
85-86
3
Pólland
3
82-80
4
Makedonia
3
68-81
2
Russland
3
77-88
0
Eysturríki
3
77-88
0
Hvítarussland
3
74-94
0
Miðumfar bólkur 1 Herning
Miðumfar bólkur 2 Aarhus
18.01 kl. 15.00: Makedonia - Ungarn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25-31
19.01 kl. 15.45: Pólland - Hvítarussland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31-30
18.01 kl. 17.15: Eysturríki - Ísland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27-33
19.01 kl. 18.00: Russland - Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27-29
18.01 kl. 19.30: Danmark - Spaniea . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 31-28
19.01 kl. 20.15: Frankland – Kroatia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27-25
20.01 kl. 15.00: Makedoniea - Ísland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
21.01 kl. 15.45: Russland – Kroatia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
20.01 kl. 17.15: Eysturríki - Spania . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
21.01 kl. 18.00: Frakland - Hvítarussland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
20.01 kl. 19.30: Danmark - Ungarn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
21.01 kl. 20.15: Pólland – Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 15.00: Makedonia - Spania . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 15.45: Russland - Hvítarussland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 17.15: Eysturríki - Ungarn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 18.00: Frakland - Svøríki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 19.30: Danmark - Ísland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
22.01 kl. 20.15: Pólland - Kroatia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
Myndir: Polfoto