Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vanærir deyðan mann Frank Davidsen Sørvágur Aftaná at Christian Andrea­ sen advokatur kunngjørdi, at nú vóru øll skjøl løgd fram í tollmálinum, so hugsaði eg: gott, so var handa sakin lukkað forever. Slutt við at skriva og mistonkiligera meira um nevnda mál. Men sigast má, at tað í staðin fyri varð eitt skelkandi politiskt stunt, ið sitandi fíggjarmálaráðharri væl hjálpt­ur av einum advokati hevði í Miðlahúsinum umleið klokkan 15 fríggjadagin. Fígg jarmálaráðharrin segði millum annað, at hann var sera fegin um, at tá­sitandi fútin í samband við nógv umrødda tollmálið hevði "reinsað" seg so væl og virðiliga, tí fútin hevði sagt, at "her var einki at koma eft­ ir." Samstundis so harm­að­ ist hann eisini um, at per­ són­urin, sum skuldi havt mót­tikið brævið frá toll­ mynd­ug­leikunum, ikki var ímill­um okkum longur. Men fyri mær var spurningurin, hvussu harmur fíggjar­mála­ ráðharrin var, tí "goymslu­ maðurin" hevði jú høv­uðs- leiklutin í hesum politiska stunt­inum, sum fór fram í Miðlahúsinum. Av tí sama var tað sera heppið fyri fíggjar­mála­ ráð­harran, at ábyrgdar­per­ sónurin, sum sat á avgreiðslu Skipafelagsins í nógv ár, ikki kundi taka orðið viðvíkjandi skrivinum, sum hann hevði fingið um uppsøgningina av tollkredittinum. Hetta orsaka av, at hann hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár. Tí hevði hesin persónur verið á lívið í dag, so kundi hetta politiska stuntið fingið fatalar fylgir fyri trúvirðið hjá Fíggjarmálaráðharranum. Ja var "goymslumaðurin"á lívið, so var tað samstundis komið undan kavi, hvar brævið um uppsagda toll­ kre­dittin var blivið av. Og tá hevði tíðindafundurin helst ikki verið so áhugaverdur. So tað stutta av tí langa er, at Fíggjarmálaráðharrin við hesum politiska bluffinum misbrúkar ein deyðan mann, sum tískil ikki fær svarað fyri seg. Harafturat fær hann eisini drigið stjóran á tollstovuni í Sørvági niður í sítt politiska díki. Eg hevði tað gleði, at eg kom at arbeiða saman við hesum manni í 25 ár. Ein sera dugnaligur og kompetentur mað­ur, sum gjørdi sítt arbeiði til lítar. Tú kundi ikki seta fingurin á nakað, sum hann hevði við at gera. Tí er tað nógv fyri, at hann, sum við skrivi hevur gjørt vart við, at tollkreditturin var uppsagdur, av Christiani Andreasen advokati verður alment úthongdur, soleiðis at sitandi fíggjarmálaráðharri, sum ein annar Pilatus kann vaska sínar privatu og polit­ isku hendur. Rætt er tað, at ein er ikki skyldugur, fyrr enn dómur er fallin. Soleiðis var eisini, tá tað á náttartíð var farið inn á annan manns ogn, har ein Baadermaskina varð tikin og flutt av bygdini. Um tað er satt, at seriunummarið varð skrúvað av, fyri at verða flutt á aðra, eldri maskinu, tað veit eg ikki, men so segðist. So kann ein spyrja seg sjálvan, hvør er lægsti felags­ nevnarin í sambandi við moral og etikk hjá einum politik­ara. Ella eru vit komin har til, at hevur ein nóg góðar taligávur og politiska makt aftan fyri seg, so kann ein hóreiggja tær akkurát sum tú sjálvur vil? Eg spyrji bara. Og er fíggjarmála­ráð­harr­ in ikki komin út um alt polit­ iskt mark ,tá tað snýr seg um moral og etikk, og ikki minst politiska manipulation í síni roynd at halda fast um makt­ ina? Vit hava fleiri dømir um, at landsstýrisfólk eru varpað út úr landsstýrinum fyri baga­tellir. Johan Dahl var lands­stýrismaður í nakrar fáar vikur, so var hann av Jó­annes Eidesgaard, tásit­ andi løgmanni, sendur til hús. Hetta orsakað av, at ein kvinna í fjølmiðlunum hevði ákært hann fyri, at maður hennara fyri nógvum árum síðani hevði havt ein fíggjarligan miss, orsakað av eini verkætlan, hann hevði havt við Johan Dahl. Aftaná vísti tað seg, at ákær­urnar vóru dømdar deyð­ar at vera. Er tað eisini so galið, at okkara stjórnarleiðari, sum mangan verður sagt frá, er ein marionettdukka, sum fult og heilt verður stýrdur av fíggjarmálaráðharranum? Og avleiðingarnar, um hann sigur fíggjarmálaráðharran úr starvið, eru, at hann aft­ aná onga samgongu hevur aftan fyri seg? Og kann Fólkaflokkurin halda áfram við at stuðla ein­um politikara, sum óbein­ leiðis skuldsetir eina deyðan person fyri at vera orsøk til, at fleiri hundrað ótollaðar vørur ólógliga vórðu fluttar úr goymsluni og seldar, uttan at tollur varð goldin. Tað sæst á øllum brøgdum, at hetta politiska stuntið hevur verið fyrireikað í fleiri vikur, ja frá frá fyrsta degi av, tá Portal.fo fekk nøkur skjøl fram úr politisku skýma­skot­ unum. Advokaturin, sum N. Nicla­sen og sitandi fíggjar­ mála­ráðharri hava brúkt í áratíggjur, varð útskiftur við, sum tað varð sagt, "tann besta" á hesum økinum. Men harragud, her var ikki neyðugt við hvørki advo­kati ella tí rúgvis­miklu skjalarúgvuni. Fíggjar­mála­ ráðharrin kundi tað sama kalla inn til tíðindafund utt­ an nakað sum helst skjal. Tí tað skjalið sum "skuldi reinsa hann", og sum gjørdist kjarnuspurningurin í tí polit­ iska sjóneleikinum, tað hevði ein nú deyður maður havt í varðveitslu. So sambært fíggjar­mála­ ráðharranum, so lá próv­byrð­ an ikki hjá honum, men hjá tí manni, sum hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár. Var tað ein í mín­ari familju, ið av fíggjar­mála­ ráð­harranum óbeinleiðis varð skýrdur at vera órøkin og orsøkin til, at uppsøgnin av toll­kredittinum ikki varð tikin til eftirtektar, so hevði eg melda fíggjarmálaráðharran fyri æru­meiðing. Tá tað einaferð fyri Fólka­ flokkin so heilt avgerðandi Uttan­ríkisráðið lá í skeljasori, varð eitt væl fyrireikað politiskt stunt eisini brúkt. Jú tá segði táverandi uttan­ ríkis­ráðharrin, at orsøkin til, at Uttanríkisráðið varð niðurlagt, "vóru sparingar." Í dag ger sami maður eitt annað politiskt stunt. Fyri at sleppa sær undan skuldsetingum um tollundandrátt, meðan hann sat sum stjóri og løg­ tingsumboð, so misbrúkar hann ein deyðan person, og gevur honum skyldina fyri, at fyritøkan, har hann var stjóri, flutti fleiri hundrað ótollaðar vørur út av deild Skipafelagsins. Eg farið hervið at heita á Kaj Leo Johannesen løg­ mann um at hugsa seg væl um, tá hann skal taka støðu viðvíkjandi sitandi Fíggjar­ málaráðharra. Hesin er tikin í ósannindum og er bæði etiskt og moralskt farin út um øll mørk, ið søma seg fyri ein politikara. Út frá tí støðu, tú tekur í hesum málinum, kemur eftirtíðin at døma títt politiska yrki sum stjórnarleiðari. Her hevur tú møguleikan til at skera ígjøgnum, og visa, at tú ikki letur alt um teg fara. Om Fjendekærlighed Matthæusevangeliget kap.5 Gunnar Joensen I har hørt, at der er sagt:” du skal elske din næste og hade din fjende!” Men jeg siger jer: Elsk jeres fjender og bed for dem, der forfølger jer, for at I må være jeres himmelske faders børn; for han lader sin sol stå op over onde og gode og lader det regne over retfærdige og uretfærdige. Hvis I kun elsker dem, der elsker jer, hvad løn kan I så vente? Det gør tolderne også. Og hvis I kun hilser på jeres brødre, hvad særligt gør I så? Det gør hedningerne også. Så vær da fuldkomne, som jeres himmelske fader er fuldkommen! Mine kære læsere! Her har vi en tekst om kærlighed og tilgivelse for­ brudt mod ens person. Loven prædiker had, ondt med ondt, gengældelse for alt det man har oplevet, men Jesus prædiker det modsatte; han siger ”tilgiv” ”Glem det”. Det er ikke noget som vi kommer til af os selv, og ikke nogen let opgave. Er der noget som gør ondt, så er det nemlig at blive forfulgt og hånet og spottet. Det tåler vi ikke i det lange løb, men vi skal gøre det efter Guds ord. Vi kan gøre dem godt, som gør os ondt, og bede for vores fjender. Det gjorde Kristus på korset; han bad for sine bødler. Det samme gjorde Stefanus, da han blev stenet uden for Jerusalem. Han så Kristus stå op og tage imod ham og alle faldt over Stefanus og stenede ham til døde. Han var den første martyr i Kristenheden, og vi må regne med, at der bliver mange flere, især i denne sidste tid. Gud velsigne jer alle sam­men, og tænk over, at vi skal være lys og salt i denne verden. Der hvor der er mørkt, hjælper det altid at tænde lyset, så mørket forsvinder. Og dem der i gamle dage bevarede maden ved at salte maden, for at det kunne holde sig – vi mennesker vi kristne skal være salt i denne verden. Og når salt kommer i såret gør det ondt, og derfor skal vi prædike det rene evangelium for det gør ondt på sjælen for dem, der hører det. Og så er de nødt til at overgive sig i kristi hænder. Kristus elsker os alle sammen og dertil var han kommet. Han var kommet for at frelse os fra vores synd. I os selv er vi syndige mennesker alle sammen, lige fra Adams dage og til den sidste mand dør. Syndens land er døden står der i evangeliet, og derfor er vi alle mennesker skyldige for gud til døden, men Kristus gav os freden og livet, og de saglige ord på korset, det er fuldbragt. Det er bare at tage imod ham og lægge sig i hans hænder, så vil han hjælpe dig gennem livet. Det gør du ved at læse i den hellige skrift, hvor du kan få oplæring i ordet. Han sagde selv ”jeg er ordet, og livet og sandheden” og ”jeg er livets brød og livets vand.” ”Den der drikker af mig, skal aldrig tørste.” Gud velsigne jer alle sammen og hør efter hvad ordet har at sige til os. Tilgiv dem, der fornærmer dig og gør dig ondt. Det er en lektie jeg har lært, af en kostbar erfaring. Og derfor må jeg sige til mine bygde på Ejde, at de er tilgivet, det de har forbrudt sig mod mig. Også de andre fra Færørerne der har generet mig. I dag tilgiver jeg gerne jer alle sammen. For det siger ordet, at jeg skal hvis jeg skal få fred i min sjæl. For I er alle sammen tilgivet lige meget hvad I har gjort, også dem på Ærø. Gud velsigne Færinger og Ærøboer og jeg vil ønske jer alt godt på disse to landsdele. Håber der er arbejde til alle hænderne begge steder. Jeg siger tak til kommunen for at jeg fik det her dejlige sted at bo på Reberbanen, og siger tak for personalet for den hjælp, jeg har fået her. Det at følge guds ord er den rigtige vej at gå og tilgive dem, der har forbrudt sig mod en. Må gud velsigne jer alle sammen, tag imod kristus så I kan få frelse i eje. Med disse ord vil jeg bede om tilgivelse for det jeg har gjort, over for jer og jeg sender alle sammen en hilsen med salme 100. Broderlig hilsen