Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. januar 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 20. januar 2014 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Grundgevingarnar, sum eg havi hoyrt tala ímóti forskúla, eru: Annita á Fríðriksmørk • at, børn mugu sleppa at verða børn • at, man skal læra gjøgnum spæl, • at, børnini eru ikki betri fyri seinni í lívinum, um tey hava gingið í forskúla osfr. Skulu hesar grundgevingar skiljast sum, at børn ikki sleppa at verða børn í einum forskúla, og at man ikki lærir gjørnum spæl í einum forskúla, so bíti eg ikki á! Sjálvsagt lærir man við ný­ mótans frálæru og ný­mótans námsfrøði gjøgnum spæl, táið talan er um 6 ára gomul børn. Hvussu væl ein barnagarður ella ein forskúli livir upp til hetta, velst í stóran mun um, hvørji starvsfólkini eru (pedagogarnir og/ella lær­ ararnir), og teirra førleiki og hugur at fáast við hetta fakið og hendan aldursbólk. Umráðandi er at taka støði í barninum, har tað er, og ikki hvar tað verður um nøkur ár. Er barnið har tað ynskir fleiri avbjóðingar, enn barna­ garðurin bjóðar, so eigur for­skúlin at kunna verða eitt gott tilboð. Sjálvsagt treyt­að av, at man hevur eina námsfrøðiliga ætlan, sum tekur støði í barninum, – har tað er! Er barnið for­ vitið eftir at læra tøl og bók­ stavir, og eftir at sleppa at rokna og skriva og lesa, so vælsignaneigitykkum latið tey tað! Førleikin at lesa og skriva og rokna er framvegis besta amboðið at hjálpa ótroytti­liga forvitninum at søkja sær vitan. Og jú fyrr hesin førleiki er uppi á pláss, jú betri. Hjá teimum flestu vaknar hesin hugur um 6 ára aldur. Hjá nøkrum nakað fyrr og hjá nøkrum nakað seinni. Var tað ikki so, høvdu skúlamyndugleikarnir í flestu grannalondum okkara neyv­an koyrt síni børn í skúla eitt og tvey ár áðrenn, føroyingar gera. Og hin góði pedagogurin og nýmótans lærarin veit, at hetta amboðið at læra at lesa og skriva og rokna kann saktans lærast við spæli, úti í náttúruni, við sangi osfr. Tá soleiðis verður lært, læra børn­ini eisini so sera nógv annað. Góða eydnu við kjakinum um forskúlar, sum eg vóni tekur støðið í barninum og ikki í fakfelagnum. Forskúlin 50 ár og Sankta Frans Skúli 80 ár – eitt nútímans skúlatilboð, ið byggir á siðvenju og nýhugsan Skúlastýrið í Sankta Frans skúla Í desember kundi Sankta Frans Skúli hátíðarhalda, at Forskúlin varð 50 ár og skúlin varð 80 ár. Hetta er í 2014 ein vælvirkandi skúli í miðbýnum, ið hýsir 293 børn­ um og 28 lærarum. Forskúlin fær á hvørjum ári millum 40 og 50 børn, ið ganga í nýggja bygninginum. Her er frítíðarskúli eisini, so her hava børnini góð­ar møguleikar til spæl og mið­ vísa læring. Í forskúl­anum arbeiða fólk við drúgvum royndum á økinum, náms­ frøðingar og lærarar. Hóast børnini eru býtt upp í tveir flokkar, er nógv samstarv flokkanna millum. At hava ein forskúla, ið byggir á siðvenju, umframt at pláss er fyri nýhugsan er ómetaliga gevandi og stimbr­ andi fyri børnini. Her hava tey møguleika at arbeiða við viðkomandi evnum, so sum ferðslu og kosti, samstundis sum tey gera nógv við telv­ ing, tónleik og arbeiða nógv á kreativa økinum. Nógv verð­ur sungið og børnini læra at vísa øðrum, hvat tey duga – umráðandi at læra í dag­sins samfelag. Eisini verð­ur arbeitt miðvíst við ljóðum og stavum, tølum og spølum, har børnini sita og hugsavna seg um ávíst. Av tí at børnini eru saman allan dagin, eru góðir møguleikar at spæla frítt og at mennast á tí økinum eisini. Ynskiligt er sjálvsagt, at børnini í Forskúlanum halda fram í Sankta Frans Skúla – tí sera góðir møguleikar eru fyri samstarvi millum For­skúlan og 1. flokk. Tað verð­ur eisini gjørt. Í 1. og 2. flokki fara børnini nið­an í Badmintonhøllina í frí­tíð­ ar­skúla. Har hava børn­ini møguleika at knýta vina­bond tvørtur um flokkar og Bad­ mintonhøllin liggur sera væl fyri í Gundadali. Trivnaðurin er í hásæti og børnini hava ríkar møguleikar at mennast á øllum økjum. Dugnalig starvs­fólk við visiónum eru um børnini frá morgni til for­eldrini koma eftir teimum eftir loknan arbeiðsdag. Til føðingardagshaldið í desember segði borgarstjóri okkara nakað soleiðis: “Nonnu­skúlin hevur verið ein skúli í býnum í 80 ár – og hann er komin fyri at vera”. Hetta gleðir sjálvsagt okkum foreldur almikið, tí vit halda avgjørt, at Sankta Frans Skúli er eitt gott, stimbrandi tilboð til børn okkara.