Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Rólant Waag Dam Eyðfinn Jensen, tónleika­ sam­skipari hjá Kringvarpi Føroya, er ikki í iva, tá hann skal lýsa Føroysku tónlista­ virðislønirnar. – Hetta er ótrúliga spenn­ andi. Soleiðis sum tað sær út nú, so verður tað eitt fan­ tastiska spennandi tiltak. Og at fólk hava tikið so væl í móti tí longu nú, er stórt, sigur Eyðfinn Jensen og sipar til, at so mong fólk vóru møtt til fyrsta kunnandi fundin um Føroysku tón­lista­ virðislønirnar. Sterkt signalvirði Eyðfinn Jensen fegnast somu­leiðis um, at Miðlahúsið og Kring­varpið samstarvað um tiltakið saman við Norður­landahúsinum. – Signalvirðið er sterkt. Vit samstarva allan vegin í gjøgnum, og í sjálvari send­ ing­ini kemur tað eisini at hoyr­ast, tí tá verður tað ein vertur frá Rás2 og ein frá Kring­varpinum. Tað vísir bara, at Miðlahúsið og Kring­ varpi eru tey smáu í hesum til­takinum, meðan tón­ leik­urin er tað stóra, sigur Eyðfinn Jensen. Spæla føroyskt burturav At tónleikurin er tað stóra kem­ur millum annað til sjóndar við, at Kringvarp Føroya í vikuni undan stóra til­tak­inum fer at spæla før­ oyskan tónleik burturav. – Vit hava í nøkur ár havt heilar dagar, har vit bara hava spælt føroyskt tilfar. Og gongdin vísir eisini, at vit spæla meiri og meiri føroyskt til­far. Tølini í fjør siga, at triðja hvørt lag, vit spældu, var før­ oyskt. Tað er met í nýggjari tíð, og nú eru vit so komin har til, at vit fara at spæla føroyskt burtur av í eina viku, fortelur Eyðfinn Jensen. Spírin til nakað stórt At miðlarnir, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya, sam­starva um Føroysku tónlista­virðis­ lønirnar gevur nakrar ser­ligar møguleikar. Men fyri­skip­ar­ ar­nir ynskja ikki at spenna bogan ov nógv, nú teir royna samstarvið fyri fyrstu ferð. – Heldur enn at gera tað stórt og ógvusligt, so velja vit eina minni, men góða loysn. Men hetta er spírin til nakað stórt. Eydnast tað soleiðis sum vit ætlað, so fara vit at víðka tiltakið og senda tað bein­leiðis í sjónvarpinum í næsta ár, sigur Eyðfinn Jensen. Soleiðis sum tað sær út nú, so verður tað eitt fantastiska spennandi tiltak. Og at fólk hava tikið so væl í móti tí longu nú, er stórt, sigur Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í Kringvarpinum stórt Spíri til nakað Føroysku tónlistavirðislønirnar Tónleikur savnar fólk Ólavur Larsen, leiðari í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði, heldur Føroysku tón­ lista­virðis­lønir­nar vera eina spennandi verk­ætlan, sum fer at savna fólk. Ólavur Larsen, leiðari í Ment­anarhúsinum í Fugla­ firði, hevur drúgvar roynd­ ir við at skipa fyri stórum kon­sertum og tón­leika­ tiltøkum. Hann heldur, at Føroysku tónlista­virðis­ lønirnar er ein spennandi verkætlan. – Vónandi fer alt at rigga væl, so tað kann blíva upp­aftur betri til næsta ár aftur. Tað hevur alt at siga, at vit standa saman um tiltakið og møta upp, ella lurta heim við hús. Tón­leikur kann um nakað savna fólk. Fótbóltur savn­ ar fólk, tað síggja vit, men tað kann tónleikurin í minst líka stóran mun, tí tón­leikur fevnir um so nógv­ar sjangrur og er fyri allar aldurs­bólkar, heldur Ólavur Larsen. Av somu orsøk vónar Ólavur Larsen, at rúm verð­ur fyri øllum sjangrum á FMA. – Tað haldi eg hevur stóran týdning. Men tað verður torført hjá dóms­ nevndini, tí føroyskur tón­ leikur er á høgum støði, sig­ ur Ólavur Larsen. rolant@sosialurin.fo