týsdagur 21. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Hetta er ein
dreymur, sum gerst
veruleiki
Ein dreymur
gerst veruleiki
Føroysku tónlistavirðislønirnar
er ein dreymur, sum gerst veru
leiki, sigur Sif Gunnarsdóttir,
stjóri í Norðurlandahúsinum
Føroysku tónlistavirðislønirnar
Rólant Waag Dam
Norðurlandahúsið er ein
av trimum høvuðsfyri
skiparum av Føroysku
tónlistavirðislønunum. Sif
Gunnarsdóttir er stjóri, og
hon er ovurhondsfegin
um, at tiltakið verður til
nakað.
– Hetta er ein dreymur,
sum gerst veruleiki. Hetta
er sera stórt. Og eg eri glað
fyri, at vit kunnu skapa
fysisku karmarnar og eru
við í fyrireikandi part
inum. Á tann hátt eru vit
eisini við at skapa og fyri
reika hetta tiltakið, sum
kann vísa seg at verða ser
stakliga umráðandi fyri
føroyskan tónleik, segði
Sif
Gunnarsdóttir
við
Rás2, tá fyrsti kunnandi
fundurin hevði verið í
Miðlahúsinum.
Gott samstarv
Norðurlandahúsið sam
starvar við Miðlahúsið
og Kringvarp Føroya um
Føroysku tónlistavirðis
lønirnar, sum verður tann
15. mars.
– Tónleikurin hevur
fingið
Miðlahúsið
og
Kringvarpið at standa
saman. Tað er fantastiska
flott, og tað kunnu tey
vera errin av. Tey hava
sett innanhýsis kapping
til síðis, tí tey halda, at
tónleikurin er nógv meiri
umráðandi enn tað, vísti
Sif Gunnarsdóttir á.
Elskar føroyskan
tónleik
Sif Gunnarsdóttir hevur
síðani hon kom til Føroya
gjørt nógv fyri at seta seg
inn í føroyska mentanar
lívið.
– Eg havi verið til nógv
ar konsertir síðani eg
kom. Eg var eisini á G! og
á
Summarfestivalinum.
Fyri at læra eitt samfelag
at kenna, so mást tú læra
mentanina
har,
sigur
Sif Gunnarsdóttir, sum
við
Norðurlandahús
inum, Miðlahúsinum og
Kringvarpi Føroya fer at
skipa fyri stóra tónlista
tiltakinum,
Føroysku
tónlistavirðislønirnar,
sum verður í Norðurlanda
húsinum tann 15. mars.
rolant@sosialurin.fo
– Soleiðis sum tað sær út nú, so
verður tað eitt fantastiska spennandi
tiltak, sigur Eyðfinn Jensen
Myndir: Rólant Waag Dam
Slóðbrótandi samstarv
Gissur
Patursson,
sum
marknaðarførir
føroyskan
tónleik, heldur samstarvið
millum fyriskipararnar av
Føroysku tónlistavirðisløn
unum er slóðbrótandi.
Gissur Patursson hevur
verið virkin í føroyska tón
leikalívinum í mong ár. Hann
er avgjørdur, tá hann verður
spurdur um týdningin av
samstarvinum, sum Miðla
húsið og Kringvarpið eru
farin
undir
saman
við
Norðurlandahúsinum.
– Hetta er ógvuliga gleði
ligt. Og slóðbrótandi er tað,
at Berlinmúrurin millum
tveir miðlar tykist vera fallin,
tí stóri vinnarin tá er tónleik
urin og tónleikararnir, sigur
Gissur Patursson.
Planet Awards
var umráðandi
Við Føroysku tónlistavirðis
lønunum er Planet Awards,
sum Miðlahúsið skipaði fyri,
farið í søguna. Gissur Paturs
son heldur, at hetta gevur
tiltakinum nakrar serliga
møguleikar.
– Talvan er rein nú. Planet
Awards hevur havt sína tíð,
og tað var eisini sera gott
tann tíð tað var. Eg havi
verið til Planet Awards, sum
hevur verið hildið sera nógva
staðni. Men líkamikið um tað
var í Miðlahúsinum, á Hotel
Føroyum ella í Rex, so var
tað altíð ein stuttligur dagur
og ein góður stemningur. Nú
verður tað so eitt heilt nýtt
tiltak, og tá er tað umráðandi,
at vit fáa allar sjangrur við.
Og at Norðurlandahúsið er
við og tiltakið verður har, tað
er fantastiskt, heldur Gissur
Patursson.
rolant@sosialurin.fo
– Berlinmúrurin millum tveir miðlar tykist er fallin, og
stóri vinnarin er tónleikurin, sigur Gissur Patursson