Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Føroysku tónlistavirðislønirnar Knappliga hálvthundrað fólk vóru savnað til kunnnadi fund um Føroysku tónlistavirðislønirnar í Miðlahúsinum. Tey tóku sera væl í móti nýggja tiltakinum Rólant Waag Dam Miðlahúsið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið skip­ aðu fyri kunnandi fundi um føroysku tón­lista­virðis­løn­ir­ nar í Miðlahúsinum í Vágs­ botni í Havn hósdagin. Fundurin var serliga ætl­ aður teimum fólkum, fyri­ tøkum, áhugafeløgum, stovn­ um og øðrum, sum so ella so eru knýtt at føroyska tón­ leika­pallinum – og hesi tóku væl í móti fundinum. Tað vóru Sif Gunnars­ dóttir, stjóri í Norður­landa­ hús­inum, og so Eyðfinn Jensen og Barbara Holm, um­ boð­andi Kring­varp Før­oya og Miðla­húsið, sum greiddu frá Føroysku tón­lista­virðis­løn­ unum og tankunum aftan­ fyri tiltakið. Eisini varð greitt frá ar­ beiðs­bólkinum, sum kem­ur at skipa og fyrireika alt til­ takið, sum verður í Norður­ landahúsinum tann 15. mars. Talan verður um ein bólk við fimm fólkum, har Norður­ landa­húsið, Kring­varp Før­ oya og Miðlahúsið eiga hvør sítt umboð. Hini bæði umboðini velur tónleikavinnan, tað vil siga tey fólkini, sum møttu á fund­inum í Miðlahúsinum seinna­partin hósdagin Hvørji tey bæði umboðini vegna tón­leikapallin eru, verð­ur greitt fyrsta dagin, tá ar­beiðs­bólkurin verður enda­ liga skipaður. Somuleiðis kom fram á fundinum, at fyriskipararnir eisini ynskja at seta føroyskan tónleik í miðdepilin í vikuni undan tiltakinum. Tá fer Út­ varpið at spæla føroyskan tónleik burturav, umframt at ymisk tónleikatiltøk og fram­førslur skulu vera kring landið, sum alt hevur eitt og sama endamál, neviliga at varpa ljós á føroyskan tón­ leik. Sjálvt tiltakið, Føroysku tónlistavirðislønirnar, verður í Norðurlandahúsinum leyg­ ar­dagin 15. mars. rolant@sosialurin.fo Stórur áhugi fyri FMA Lyfta tiltak á hægri støði – Vit hava skipað fyri Planet Awards í nógv ár, men nú skal tiltakið lyftast á eitt hægri støði, sigur Barbara Holm frá Miðla­ hús­inum. Barbara Holm hevur sam­an við øðrum í Miðla­ hús­inum skipað fyri ein­ asta tiltakinum í Føroyum sein­astu árini, sum burtur­ av hevur fagnað tón­leik­ inum. Men nú er tíðin búgvin at gera okkurt nýtt, metir hon. – At samstarva um hetta er ein heilt serlig uppliving. Og tað er stuttligt at gera eitt tiltak, sum verður á ein­um hægri støði. Við Planet Awards høvdu vit eitt tiltak, har tónleikarar fingu viðurkenning fyri tað, teir gjørdu. Vit vita, at teir hava verið glaðir fyri hetta, men nú fara vit at lyfta tiltakið á eitt hægri støði, sigur Barbara Holm, sum í hesum sambandi vísir á, at samstarvið við Norður­landahúsið og Kring­varp Føroya er av­ ger­andi. – Teir báðir partarnir eru ein fortreyt fyri, at hetta ber til. Vit lyfta okkum upp um innanhýsis kapping og taka eitt felagstak fyri tón­ leikin, sigur Barbara Holm avgjørd. Hon vísir á, at Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður 15. mars, er tað tað stóra tiltakið, men at eisini ymiskt annað er á skránni. - Vit eru sera spent upp á hetta. Og vit fara eisini at gera ymiskt annað, sum varpar ljós á FMA. Millum annað at spæla nógvan føroyskan tónleik, men eisini við sendingum og tiltøkum, sum knýta seg at sendingini, sigur Barbara Holm. – Vit lyfta okkum upp um innanhýsis kapping og taka eitt felagstak fyri tónleikin, sigur Barbara Holm Myndir: Rólant Waag Dam