Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Eg eri ótrúliga glaður fyri arbeiðsroyndirnar, eg havi frá Noma. Tíðarskeiðið, eg var har, lærdi eg veruliga at ar­beiða, og hvat tað vil siga at ar­beiða nógv, fortelur Áki, sum hevði ein arbeiðsdag frá klokk­an seks um morgunin til á mid­nátt fimm dagar um vikuna. – Á Noma er fult hús hvørt kvøld, eini 50 kokkar, og so­statt mást tú vera meira on, og tú hevur ótrúliga nógv at gera. Men tað dámar mær væl, sigur Áki. Sambært Poul Andriasi, sum hevur roynt seg sum kokk á Geranium, kann før­ oyska matstovuvinnan læra nógv frá arbeiðshættunum á teimum heilt stóru mat­stov­ unum úti í heimi. – Serliga er tað tann pro­ fessionella tilgongdin til ar­ beiðið, sum vit í Før­oy­um kunnu vera meira til­vitað um. Á eini Michelin mat­ stovu sum Geranium er alt topp­professionelt – heilt frá ar­beiðs­hættum og til hug­ burðin hjá starvsfólkunum til fakið, sigur Poul Andrias og heldur fram: – Av tí at vit hava ar­ beiðs­royndir frá teimum heilt stóru mat­stovunum í Danmark, eru vit eisini vanir við at arbeiða undir trýsti, og at tað verða sett høg krøv til tað arbeiðið, vit gera, sigur Poul Andrias. Tað stóð honum annars í boðið nú at sleppa í læru sum tænari á Noma. Men hann valdi KOKS framm um Noma. – Sum høvuðskokkur á KOKS fái eg eina størri avbjóð­ing, sleppi at vera skap­ andi og havi møguleika at gera mína ávirkan galdandi, sigur Poul Andrias. Ongin kollvelting – fyri fyrst Hóast nýggju høvuðs­kokkar­ nir á KOKS eru framsøknir og hava nógv hugskot í sam­ bandi við menningina av mat­stovuni, skulu gestirnir ikki vænta tær heilt stóru broyt­ingarnar í bræði. – Í fyrstu atløgu skal alt toymið í køkinum á KOKS tosa saman um hvat tað er, vit kundu hugsað okkum at hildið fram við, og hvørjar broytingar, vit meta, eru neyðugar at gera. Sostatt skulu vit finna fram til ein nýggjan felags leist, men stór­vegis broytingar fara ikki fram enn, sigur Poul Andrias, og Áki heldur fram: – Eitt, sum vit hava tosað um, er, at vit kundu hugsað okkum, at arbeitt verður í ein­ari vakt, og ikki við tveim­ um vaktum, soleiðis sum tað er nú. Við at hava eina vakt fáa gestirnir altíð somu heildar­upplivingina, tá teir koma á KOKS, og tað, meta vit, er av stórum týdningi, sig­ur Áki. Avbjóðingarnar næstu tíð­ina hjá høvuðskokkunum eru fleiri. – Fyrst og fremst ræður tað um at hava eitt gott lið av fólki, sum starvast hjá okk­um, at kunna halda upp á tey og ikki minst at fáa nýggj, góð fólk til, fortelur Poul Andrias. – Ein onnur avbjóðing er at fáa gestir inn í matstovuna. Ikki tí, føroyingum tykjast at dáma støðugt betur at fara út at eta og eru eisini rættiliga til­vitaðir um góðan, for­kunn­ ugan mat, sigur Áki. Fyri framman standa nógv­ir, langir arbeiðsdagar í køk­inum á KOKS, har Áki og Poul Andrias koma at hava sína dag­ligu gongd. Ungu kokkar­nir eru tó ikki bangnir fyri, at teir nú ikki fáa tíð til fam­ilju, vin­fólk og alt tað, ið onnur 23 ára gomul takast við. – Vit hava livað soleiðis í fleiri ár eftirhondini, og eru vanir við henda lívsstílin, sigur Poul Andrias, og Áki er skjótur at leggja afturat: – Vit eru eitt rættiliga ungt toymi á Hotel Føroyum, so tað er altíð lívligt og stuttligt at vera til arbeiðis. Og so taka vit okk­um eisini av og á tíð til at fara ein túr í býin, sigur Áki. rannva@sosialurin.fo Poul Andrias er róligur, dugir væl at arbeiða og er ógvuliga kreativur. Harafturat hevur hann altíð ordan í tingunum Áki um Poul Andrias – Av tí at vit hava arbeiðsroyndir frá teimum heilt stóru matstovunum í Danmark, eru vit eisini vanir við at arbeiða undir trýsti, og at tað verða sett høg krøv til tað arbeiðið, vit gera, sigur Poul Andrias Ziska Myndir: Claes Bech-Poulsen