týsdagur 21. januar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tær eru lekrar, og tær eru ógvu
liga heilsugóðar.
Sambært nýggjari kanning
eru mandlur ella nøtur eisini
vælegnaðar
til
at
halda
svongdini burtur, samstundis
sum tær ikki eru fitandi, tá
saman um kemur.
Tað ræður um at eta umleið 30
mandlur ella nøtur um dagin.
Hóast hesar hava einar 150
kaloriur tilsamans, merkir tað
ikki, at tú fært fleiri kaloriur enn
annars gjøgnum dagin.
Við sínum heilsugóða feitti,
proteinum
og
fiprum
geva
mandlur og nøtur tær kensluna
av, at tú ikki líður svongd.
Kelda: sundhed.dk
Heilsugóðar og
mettandi nøtur
Vilmund Jacobsen
Hevur føði nakað við minkandi
barnatal í Danmark at gera?
Tað er ein spurningur, sum danir
seta sær, nú barnsburðartalið er
tað lægsta í 20 ár. Haraftrat kemur,
at tíggjuna hvørt barn, sum føtt
verður í Danmark, er eitt úrslit
av ísáðing - ella tí, sum danir rópa
”kunstig befrugtning”.
Hetta hevur fingið ávaringar
klokkurnar at ringja hjá eini røð av
donskum politikarum.
Dýr loysn
Loysnirnar við eftirgjørdari ísáðing
eru bæði kostnaðarmiklar, og tær
eru ikki nøkur trygd fyri, at stork
urin kemur á vitjan.
Sambært kanning, sum danska
Heilsustýrið kunngjørdi í 2012, vóru
tað bert 14% av eftirgjørdari ísáðing,
sum førdu til familjuvøkstur.
Hvør er kosturin?
Ein spurningur, sum hevur tikið
seg upp, tá ræður um, hvussu
gitingarfør
foreldur
eru,
er
kosturin.
Danmark er millum londini
í Evropa, sum hevur minst av
seleninnihaldi í matinum. Selen
er eitt týdningarmikið evnið, sum
júst hevur ávirkan á sáðgóðskuna
hjá monnum.
Betri sáðgóðsku
Í 1988 almannakunngjørdi skotski
granskarin, Alan Mac Pherson, eina
kanning sum vísti, at tá menn við
minkandi sáðgóðsku fingu tilskot
við selen, hevði hetta ávirkan á
fleiri økjum.
Eitt
nú
minkaði
talið
av
vanskaptum sáðkyknum, sum ikki
kunnu ”svimja” á vanligan hátt og
tí ikki eru fruktbarar. Eisini sást, at
tilskot við selen gjørdi, at 11% fleiri
menn kundu gerast pápar.
Tað er ikki talið av sáðkyknum,
men
neyvari
góðskan
í
sáðkyknunum, sum er avgerandi
fyri gitingarførið.
Ávirkan av eituri
Í gerandisdegnum vera fólk útsett
fyri eini røð av umhvørviseitri, sum
vit anda í okkum, fáa í okkum við
føðini ella á annan hátt. Talan er eitt
nú um tungmetall sum cadmium
og kiksilvur, sum bæði ávirka
gitingarføri, vøkstur og menning.
Kelda: helse.dks
Kostur og minkandi
barnsburðartal
Vilmund Jacobsen
Tað týdningarmiklasta fyri húðina
er, at húðin fær nóg mikið av fukti
ella vætu. Turr húð sær trist og
døpur út og gerst skjótari rukkut
enn annars.
Maskan, sum øll kunnu gera
sær við einari banan, heldur upp á
vætuna og gevur húðini nógv kali
um og góðar feittsýrur.
Soleiðis kanst tú gera, um tú vilt
royna hetta.
Tú brúkar eina búna banan og
tvær spísiskeiðir við sólblómuolju.
Bananin verður skorin í tvey, og
tú kanst eta ta einu helvtina. Hina
helvtina sker tú í stykkir og koyrir í
eina hvirlu saman við sólblómuolju.
Tað ber eisini til at morla bananina
saman við oljuni við einum gafli.
Tá ”blandingin” er liðug, smyr
tú hana á reinu og turru húðina
og letur blandingina sita á húðini í
einar 20 minuttir.
Tá løtan er farin, skolar tú alt av
aftur við lunkaðum vatni og turkar
tær um andlitið.
Kelda: iform.dk
Smyr banan á húðina
Ergo vælvera frystir feitt - Nú hevur Ergo Vælvera í Havn keypt sær tól sum
kann frysta feitt burtur hjá kvinnum og monnum. Talan er um viðgerðina,
sum verður rópt CoolSculpting, og sum eisini er egnað til fólk, ið ikki
viga ov nógv, men sum hava trupulleikar við feittdepotum í kroppinum
Morla banan og sólblómuolju saman og smyr á títt reina og turra
andlit. Tað gevur húðini nógv kalium og góðar feittsýrur
Danmark er millum
londini í Evropa,
sum hevur minst
av seleninnihaldi í
matinum. Selen er
eitt týdningarmikið
evnið, sum júst
hevur ávirkan
á sáðgóðskuna
hjá monnum
Kosturin hevur stóran týdning, tá ræður um gitingarførið
Tað er gott
fyri húðina at
morla banan og
sólblómuolju saman
og smyrja á húðina