týsdagur 21. januar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskivinnunýskipan - nú skal arbeiðast skjótt!
Eivin Jacobsen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Í sendingini “Radarin”, ið var
at hoyra í farnu viku, um
røddi
landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob
Vestergard, og umboð fyri
Tjóðveldisflokkin,
Páll
á
Reynatúgvu, tilgongdina um
nýskipan av føroysku fiski
vinnuni. Eftir sendingina
sat lurtarin helst við tí fatan,
at breiða semjan ikki var
hinumegin hornið. Lurtarin
hugsaði kanska heldur meira
um, hvat hendi við hasum
báðum, tá teir komu út í tún,
um teir mundu blaka jakkan
ella hvat? Vit hava tó einki
hoyrt.
Tá samgongan fór til verka
fyri gott tveimum árum síð
an, varð lagt upp til broyting
ar í fiskivinnuni – ein fiski
vinnureformur.
Rættuliga
stórar broytingar, sum skuldu
verða so umfatandi, at vit
tosaðu um eina nýskipan av
fiskivinnuni, og sum skuldi
standa sum flaggskipið hjá
hesari samgonguni.
Lagt var upp til eina lóg
gávu, sum skuldi umfata
endurskoðan og nýskipanir
av okkara fiskivinnu í 12
punktum. Eina umsitingar
ætlan,
ið
skuldi
verða
grundarlagið undir einari
framtíðarregulering av fiski
skapinum, greiðan ræðisrætt
við
veiðiloyvum,
tíðarav
markað/rullandi
skipan,
brúksskyldu, gjøgnumskygni
av eigaraviðurskiftum í høv
uðsvinnuni og virðisøking,
fyri at nevna nøkur.
Í samgonguavtaluni varð
semja um, at fiskivinnulóg
gávan skuldi dagførast og
leggjast fyri Tingið til støðu
takan.
Vit høvdu aðalorðaskifti
í november/des. 2012 og upp
lýsti
landsstýrismaðurin
tá, at arbeitt var við einum
lógaruppskoti, sum eftir ætl
an, skuldi leggjast fyri Tingið
í hesi tingsetu.
Nakað av tíð er fráliðin
síðan aðalorðaskiftið um
nýggja
fiskivinnulóggávu
var, og enn ein tingseta nærk
ast endanum og vit eru ikki
komin longri ella eru vit?
Í
Ólavsøkurøðu
sínari
segði løgmaður, at hann vildi
hava eina breiða semju um
nýskipan av fiskivinnuni, til
tess at skapa tryggar karmar
og burðardygt grundarlag
undir høvuðsvinnu okkara.
Hetta er greið tala og kann
eingin verða ósamdur við
løgmanni í hesum.
Fari ikki í hesum lesara
brævi at nema við tey ymisku
punktini
í
uppskotinum,
tað kunnu vit venda aftur
til. Men meir, hvør hevur
politisku ábyrgdina og hví
er tað so trupult, ella ber
tað til at fáa semju um eina
radikala broyting, ið var lagt
upp til, hvar vit veruliga
tosa um eina nýskipan. Ella
skulu vit bara gera nakrar
smávegis hissini broytingar,
sum ikki flyta tað stóra og
sum øll kunnu liva við.
Havi verið inni á tí fyrr,
og skal ikki kastast nøkr
um ávísum, men meir ein
staðfesting av einum veru
leika, ið vit liva í og sum vit
verða noydd at fyrihalda
okkum til, inntil víðari.
Tær stóru broytingarnar
ella verulig nýhugsan, eru
truplar at gjøgnumføra av
okkara politisku skipan, or
søkin er ikki ókend. Lokal
áhugamál, politisk áhugamál,
vinnulig áhugamál og per
sónlig áhugamál. Hesi fylla
so nógv í politisku skipan
okkara, at tað til tíðir er
trupult at stinga ein fram
tíðarpolitikk út í kortið.
Hesir pástandir um forð
ingar,
skulu
standa
fyri
mína
rokning,
men
eru
kortini grundleggandi fyr,
at tað gongur so seint at
koma víðari. Í eini tíðinda
sending fyrr í vikuni segði
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, at hann vildi
gera eina roynd at finna
eina semju í fiskivinnupoli
tikkinum. Ímillum linjurnar
kundi man skilja, at ein
semja ikki var í eygsjón, og at
landsstýrismaðurin er við at
kasta “handklæðið í ringin”,
hvat einari nýggjari fiski
vinnunýskipan viðvíkur.
Um mín varhugi er eftir
farandi, hevur samgongan
fingið eitt alvorligt skot fyri
bógvin. Hendan trupulleikan
eigur landsstýrismaðurin í
fyrsta umfari at taka uppá
sín kappa, men allan trupul
leikan eigur hann ikki. Vit
kunnu ikki framhaldandi
tosa yvirornað og í yvir
skriftum. Vit mugu niður á
kjarnuna (substansin), tað
er har skógvurin trýstur.
Eru flokkarnir samdir og
fyrireikaðir innanhýsis um
eina umfatandi broyting í
fiskivinnuni , ið lagt er upp til?
Um ikki, sum er mín varhugi,
hevur
landsstýrismaðurin
eina trupla uppgávu, sum
neyvan verður loystur í hesi
tingsetuni.
Tá eru ikki nógvar ting
setur eftir av samgongu
skeiðnum og neyvan tíð til
eina so umfatandi broyting,
sum lagt varð upp til, í besta
lagi onkur hissini broyting, ið
øll kunnu liva við, men sum
ongi mørk flytir. Men heldur
byrjanin til eitt valstríð við
fiskivinnuni, sum yvirskrift.
Mín spurningurin vil tá
verða, um arbeiðið við einari
nýskipan av fiskivinnuni
ella fiskivinnupolitikkur í
verandi líki hoyrir heima í
tinginum.
Men landsstýrismaðurin
skal fáa enn ein kjans - ” Livst
so spyrst”.
Lindin 14 ár
25. januar øðrvísi stuðulsdagur fyri øll í ØSTRØM
Tíðindaskriv frá Lindini
Nú leygardagin 25. januar
hevur Lindin stórt stuðuls
tiltak í hølunum hjá Østrøm
niðri í Rættará í Havn. 14 ár
eru liðin, síðani Lindin tann
21. januar í 2000 byrjaði at
senda gleðiboðskapin um
Jesus Kristus til fólk í Føroy
um. Við 11 sendarum røkkur
Lindin í dag umleið 85% av
landinum. Sent verður allar
vikudagar, alt samdøgrið. Frá
fyrsta sendidegi hava trúgvir
stuðlar og afturvendandi
stuðulsdagar fíggjað allan
raksturin av Lindini. Stuðulin
er árliga áleið 1,6 mill. Umleið
50 fólk, flestu teirra sjálv
boðin, eru onkusvegna virkin
í Lindini. Alt hetta ber til, tí
so nógv standa saman um
Lindina.
Stóri
stuðulsdagurin
í
Østrøm nú leygardagin 25.
januar byrjar kl. 9.00 við
afturálítandi
sending
úr
Lindini. Kl.13.00 lata dyr
nar í Østrøm upp fyri øll
um, og hildið verður á, líka
til høvuðsvinningurin, ið er
gávukort uppá 25.000 kr.,
verður drigin kl. 23.00. Dag
urin verður eisini merktur av,
at kendu listamálararnir Kári
Svensson, Edith Mørkøre, Eli
Smith, Sámal Toftanes og
Eyðun av Reyni hava latið
málningar fyri at stuðla
Lindini. Kl. 21.00 fer Bjørn á
Heygum at selja hesar máln
ingar á uppboðssølu niðri í
Østrøm.
Eins og undanfarin ár fara
vit at hava útvarpsprát við
gestir, og livandi tónleikur
verður við føroyskum bólk
um og einstaklingum. Vit
hava okkurt ábit til tey
mongu, ið vit vóna vitja inn á
gólvið. Lagt verður upp til ein
stuðulsdag við serligum dámi
og nógvum upplivingum.
Umframt málningarnar
og høvuðsvinningin á 25.000
kr., sum er gávukort frá Fonn
Flogi, sum p/f Varðin letur,
luta vit gávur út, sum aðrar
fyritøkur og privat stuðla
Lindini við, m.a. gávukort
frá Skemmuni á 10.000 kr.
og gávukort og stuðulsgávur
frá
Gummibátatænastuni,
Bakkafrosti, Lampubúðini,
Fonn Flogi, Mariu Poulsen
o.m.ø.
Høvi verður hjá lurtarum
at tekna seg sum stuðul hjá
Lindini, hækka stuðulin ella
lata eina gávu. Tað kann
gerast á heimasíðuni www.
lindin.fo ella við at ringja til
Lindina sama dag, har fólk
verður at taka telefonina. Tlf.
321377 og SMS 521377.
Vit gleða okkum til dagin
við takksemi til tykkum øll, ið
stuðla, koma við vinningum,
lýða á, luttaka og ikki minst
til Hansara, sum gav Son
Sín, Jesus Kristus, okkum til
loysigjald.
Sorgartár
Í Oyndarfirði syrgja man mangt hjarta-
deyðin kom so brádliga á gátt-
unglingar við sínum ljósu dreymum
vøkru stjørnur slóknaðu so brátt.
So vinarligir glaðir hesir dreingir
millum vinir nógvar taldust teir
hvønn ein dag í sinninum so lættir
ímillum okkum ei teir teljast meir.
Hjá foreldrum, systkjum og hjá øllum
søltu tár á kinni renna frá
klødd í sorgarbúna eru hjørtu
tí teirra andlitsbros ei aftur sá.
Hesar stjørnur sum øll gleddust yvir
til annan bústað fluttar eru tær
djúpt í hjarta goymast góðu minnir
í rósingarði aftur fevnast har.
X