týsdagur 21. januar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum,
sum úr bygd og bý mintust okkum á
gullbrúðardegi okkara.
Takk tit elskaðu børn, svigarbørn og
barnabørn og øllum tit, sum á mangan
hátt hjálptu til.
Tit gjørdu okkum dagin ríkan og
ógloymandi.
Mest takka vit Harranum fyri, at Hann
hevur borið okkum uppi í viðgongd og
mótgongd.
»Vegur Guds er fullkomin...«
2.Sám.22.31-32
Vit ynskja tykkum, ætt, vinum og
kenningum eitt eydnuberðandi nýttár.
Heilsan,
Ranva og Hanus
Tøkk
Hjartans takk øll tit, ið mintist til mín
á 90 ára føðingardegi mínum. Eg ynski
tykkum øllum, eitt signað nýggjár.
Blíðar heilsanir
Ester Hovgaard Petersen
Tøkk
Tykkum øllum, ið mintust til mín á
mínum 90 ára føðingardegi, takki eg
hjartaliga. 8
Takk fyri gávur, blómutyssi og alla tað
hjálp eg fekk til at hátíðarhalda dagin.
Tað frøddi mítt hjarta, at so nógv tókur
sær tíð at gera mín dag til nakað heilt
serligt.
Heilsan
Jóhann Johansen (Hanni Johansen)
Sandavágur
90 ára føðingardagur
Mánadagin 27. januar verður Groth Larsen, Tvøroyri, 90
ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni.
85 ára føðingardagur
16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í
húsinum hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552
ella 512552 seinast 11. febr.
65 ára føðingardagur
Mánadagin 3. februar verður Ásgerð Stenberg úr Vági
65 ár. Tey, ið vilja gleða Ásgerð, eru hjartaliga vælkomin
í Stóra Pakkhús leygardagin 1. februar, frá kl 19.