Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 - Nr.9 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin | 23 NØVN Vit takka hjartaliga fyri synda samkenslu og hjálpsemi, tå ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jana Kristina Mikkelsen Syðrugeta andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk fyri peningagávur til Gøtu kirkju. Tøkk til Petur Martin Rasmussen, prest, og Elsu Jacobsen og Daniel Paula Dalbø fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar og urguspælara. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Gøtubrå og Giljagarði, sum tóku sær so væl av henni. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Jóhannus, Martin, Ragna, Elias og Rasmus við familju Ásla Sigurstein andaðist á Eysturoyar Rektar-og ellisheimi 18. januar, 70 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík mikukveldið 22. januar, kl. 17. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju hósdagin 23. januar, kl 14. Sungið verður úr sálmabókini. Systkini Hjartaliga takka vit ollum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Herdis Poulsen andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólk og búfólk á Sambýlinum oman Hoydalar, sum vístu henni umsorgan og vinskap. Takk til prestarnar Ann, Derhard og Una fyri tykkara vekru orð á sambýlinum, í Kapellinum og í Havnar kirkju. Og sangarar, ið við tykkara vøkru framførslum, settu tykkara serliga dám á jarðarferðina. Takk til berarar og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Og til tykkum, sum mintust hana við blómum, kransum og peningagávum til Sambýlið oman Hoydalar. Ein serstøk tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð. Vegna tey avarðandi Kemm Okkara góða dóttir og systir Majbritt Christensen fødd Olsen ættað úr Sørvågi búsitandi í Hirtshals andaðist 13. desember 2013 og bleiv kórsett úr Hirtshals kirkju tann 28. desember. Familjunnar vegna Martha og Inger Vit takka hjartaliga ollum, sum sýndu samkenslu og á ymsan hátt hjálptu so væl við jarðarferðini og ervinum, tá ið elskaði maður og pápi, sonur, bróðir, versonur, svágur og verfaðir okkara Høgni Carlsson so brådliga og alt ov tíðliga varð tikin frá okkum. Takk til tann stóra skara, sum var til jarðarferðina og ervið hjá Hogna. Takk til Dupultkvartettina fyri vakran sang í kirkjuni. Takk til Una Næs, prest, fyri troystarrík orð og góðan stuðul í hesi sváru tíð. Takk fyri heilsanir, peningagávur og minningarløtur, eisini frá badmintonfeløgum og --leikarum um allan heim. Takk fyri blómur, kransar, gávur, vitjanir, bakstur og hjálpsemi av ollum hugsandi slag. Hetta hevur veitt okkum styrki og ugga so góðan, ið illa ber til at lýsa við orðum. Av hjarta takka vit tykkum ollum. Bjørg, Sigurð, Brynhild og Rannvá Foreldur, systkin og verforeldur Hjartaliga takka vit llum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma, omma, langomma og vermóðir Katha Eliasen andaðist og fór til gravar. Takk til starvsfólk og búfólk á Rektarheiminum, sum vístu mammu okkara umsorgan og vinskap. Takk til talarar fyri vekur orð. Takk til tykkum, sum hjálpti til í ervinum. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu til Betesta. Vit takka tykkum hjartaliga, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð. Gunnar, Elin, Bibbi, Sólfríð og Óluva