Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hondbóltur ítróttur EM í luftini Leo Poulsen Status, nú tvey umfør eru leikt í millumbólki A, og eitt um­far er leikt í millumbólki B, er, at Frakland og Danmark hava vunnið allar sínar dyst­ ir, meðan Kroatia og Spania hava tapt ein dyst í part. Tað er tí sannlíkt, at tað verða hesi liðini, ið fara at hittast í hálvfinalunum. Vit kunnu tí síggja fyri okkum, at tað verða Frakland-Spania og Danmark-Kroatia, sum hitt­ast í hálvfinalunum. Tað skal tó takast við tí fyrivarni, at bert eitt umfar er leikt í millumbólki B. Har vóru dystirnir týsdagin Rusland-Kroatia, Frakland- Hvítarusland og Polen- Svøríki. Hendir tað seg, at Polen vinnur á Svøríki, verður síðsti dysturin móti Kroatia heilt agerandi fyri, hvør sleppur í hálvfinaluna. Vert er eisini at leggja til merkis, at toppskjúttarnir ofta koma frá liðum, sum ikki náa allan vegin í hálvfinaluna, og toppskjúttarnir í løtuni eru: Kiril Lazarov, 38 mál. Guðjón Valur Sigurðsson, Ísland, 34 mál. Siarhei Rutenka, Hvítarusland, 30 mál. Mikkel og Landin Tað er einki at taka seg aftur í, at ein av allarbestu spæl­ar­ unum til hetta EM, er danski Mikkel Hansen. Tað sæst eisini á assist'unum, har hann hev­ ur lagt upp til nógv flest mál. Hartil kemur eisini, at hann er á fjóðra plássinum á topp­ skjúttaralistanum. Og tað er rættiliga hug­ vekjandi, serliga tá hugsað verður um, at hann hevur ver­ið rættiliga nógv spardur higar­til í kappingini. Í fyrstu dyst­unum sat hann uttan fyri heilar hálvleikir, men kortini hevur hann megnað, at vera langt ovast á assist listanum, og sum nevnt nummar fýra á toppskjúttaralistanum. Vit skulu eisini minnast til, at Mikkel Hansen enn bert er 25 ára gamal. Ein annar leikari, sum hevur skarðað fram úr, er mál­verjin, Niclas Landin. Fleiri dystir hevur bjargingar­ pro­sentið ligið oman fyri 40, og tað má sigast at vera ógvuliga gott. Vit skulu jú eisini minn­ast til, at tað eru bestu skjútt­ar­ nir í heiminum, hann hevur ímóti sær. Fleiri ferðir hevur Landin tikið skot frá monnum, sum í skjótálopum leypa fríir inn av strikuni, og tað er einki at ivast í, at málverjin eigur sín stóra lut í, at Danmark higar­ til er farið ósigrað gjøgnum kapp­ingina. Hin málverjin, Yannik Green, hevur roynst ójavnt, tá hann hevur staðið. Onkran av fyrru dystunum tók hann so at siga ongan bólt, meðan hann í dystinum móti Ungarn stóð væl í seinna hálvleiki. Tað einasta, sum enn er avgjørt, er, at Danmark er klárt til hálvfinaluna sum nummar eitt í sínum millumbólki. Stóru stjørnurnar á danska liðnum eru Mikkel Hansen og Niclas Landin Tað hongur eitt sindur