Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. januar 2014 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Dystir í Coca- Cola steypa­ kappingini 28 fólk til EM- hondbóltsfinalu Bankaboksin kann hýsa tí mesta Rúni Joensen, sum er aktivur leikari á besta liði hjá KÍF, fer saman við fleiri øðrum niður til hondbóltsfinaluna, sum verður í Jydske Bank Boxen seinnapartin sunnudagin Jyske Bank Boxen í Herning er so fjølbroytt, at hon kann hýsa alt frá hondbólti og konsertum við Lady Gaga til ráðstevnur og svimjing við Pál Joensen Fýra dystir verða í Coca- Cola steypakappingini miku­dagin og hósdagin Mikukvøldið verður dystur í Høllini á Hálsi, tá Neistin og StÍF bresta saman í Coca.Cola steypa­ kappingini fyri kvinnur. Dysturin byrjar klokkan 18.30. Sama dag verður dyst­ ur í Badmintonhøllini í Klaks­vík, eisini í Coca- Cola steypakappingini, mill­um menninar hjá Team Klaksvík og KÍF. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30. Seinasti dysturi í Coca- Cola steypakappingini miku­kvøldið verður í Hoyvíks­høllini og byrjar klokkan 20.00. Tann dyst­ urin verður millum H71 og Neistan, menn. Hóskvøldið verður aftur ein dystur í Coca- Cola steypakappingini hjá monn­um. Tá møtast VÍF og StÍF í Høllini í Vest­ manna, og dysturin byrjar klokkan19.00. Vilmund Jacobsen Rúni Joensen, sum er hálv­ur kollfirðingur og hálvur vest­ menningur, býr á Signabø og arbeiðir hjá 62 N Travel. Nú EM-finalan í hondbólti verður seinnapartin sunnu­ dagin, fara hann og 27 onnur í einum ferðalagi, sum 62 N Travel skipar fyri, niður til Dan­markar at uppliva final­ una. – Vit eru 28 tilsamans, og eg keypti mítt atgongumerki longu seinast í august í fjør. Nú vit fara til Danmarkar hós­dagin, eru vit 28 í ferða­ lag­num, sum kemur heim aftur mánadagin. Hann sigur, at um fólk eru við í ferðalagnum, sum kanska hava hug at síggja aðra av semifinalunum, sum verða fríggjadagin, er hetta nakað, sum hvør einstakur finnur út av. – Vit eru felags um at fara til hondbóltsfinaluna, har pláss er í Jydske Bank Boxen fyri umleið 15.000 áskoð­ar­ um. Rúni Joensen sigur, at ferðalagið kemur at sita aftan fyri annað av málunum, og hetta eru tí ikki tey allar bestu plássini. – Men, vit eru sera spent upp á finaluna og upplivilsið, sum stundar til, leggur hann aftat. Frakland og Danmark Rúni Joensen væntar, at hond­bóltsfinalan verður mill­um Frakland og Dan­ mark, og hann heldur, at Frak­land – um so verður – er ein ávísur favorittur at vinna finaluna. – Men, vit vænta eina ógvu­liga spennandi finalu, har alt er opið um, hvør fer at ger­ast EM-vinnari. Hann vísir á, at enn er sjálvsagt ikki vist, at finalan kemur at standa millum Frak­land og Danmark, men hetta er hansara favorit- finala, sum hann tekur til. – Jú, hetta verður ógvu­liga spennandi, og eg gleði meg rættiliga nógv. Hetta verð­ur í øllum førum ein stór upp­ living. Tað eri eg onga løtu í iva um, sigur royndi hond­ bólts­spælarin á Signabø. EM-hondbóltsfinalan verð­ur sunnudagin hin 26. jan­uar klokkan 17.30 lokala tíð. vilmund@sosialurin.fo – Vit vænta eina ógvuliga spennandi finalu, har alt er opið um, hvør fer at gerast EM-vinnari, sigur Rúni Joensen, sum er aktivur leikari á besta liði hjá KÍF Í hesum døgum verð­ur spælt um Europa­meistara­ heitið í manshondbólti. Kapp­ingin verður hildin í Jyske Bank Boxen í Herning, sum kann hysa 15.000 áskoðarum til slíkar ítróttarkappingar. Jyske Bank Boxen er ein sovnevnd marghøll, sum kann brúkast til øll hugsandi tiltøk og ítróttar­kappingar. Fyrsta stóra tiltakið i Boxen var útseld konsert við Lady Gaga í oktober 2010, og síðani hava tón­ leik­arar sum Prince, Eric Clapton, Roger Waters, George Michael, Britney Spear og Rihanna havt kon­sertir har. Eisini hava stóra upp­ set­ingar av eitt nú Batman Live, We Will Rock You og Walking With Dinosaurs verið at sæð í Boxen. Herfyri var eisini svimji­kapping í høllini, og tá var Pál Joensen ein av luttakarunum í kapp­ ingini. Verður hugt eftir skránni nakar mánaðir fram sæst, at tá ið EM- kapp­ingin í hondbólti er farin aftur um, ber til at upp­liva eitt nú sirkus, motor­súkklu­kapping, kon­sertir og ráð­stevnur í høllini. Høllin kostaði 329 milliónir krónur at byggja.