hósdagur 23. januar 2014síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kongabrúgvin | Postsmoga 329 | FO-110 Tórshavn | www.trygging.fo
Í ár skulu 17 limir veljast til Umboðsráðið hjá Ognarfelag
Tryggingartakaranna. Allir tryggingartakarar í Tryggingar-
felagnum Føroyum P/F eru limir í felagnum. Limir, ið ynskja
at verða uppstillaðir til val sum umboðsfólk, skulu boða frá
hesum í seinasta lagi 31. januar 2014.
Um Ognarfelag Tryggingartakaranna
Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TH Holding samtakið. Endamál felagsins
er m.a. gjøgnum TF Holding at eiga partapening í Tryggingarfelagnum Føroyum
og øðrum feløgum og annað íløguvirksemi. Herundir eigur felagið gjøgnum TF
Holding partapening í Betri pensjón, Eik Banka, Inni, TF Íløgur, TF Ognir o.ø.
Stilla upp
Um tú ert ein av teimum, sum ætlar at stilla upp til Umboðsráðið, skalt tú hava 25
tryggingartakarar at stilla teg upp.
Fráboðanin um, at tú ynskir at stilla upp, skal vera undirskrivað av í minsta lagi
25 stillarum, sum eru tryggingartakarar í P/F Tryggingarfelagnum Føroyum. Ein
tryggingar takari kann bert vera stillari hjá einum valevni.
Skjalið, ið uppstillaði og stillarar skulu skriva undir, kann takast niður á trygging.fo
ella avheintast á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið.
Valbæri
Viðtøkurnar fyri felagið lýsa nærri, hvør er valbærur, hvussu valið fer fram
og virki felagsins. Viðtøkurnar eru at fáa á trygging.fo og á deildunum hjá
Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið.
Meira kunning
Um tú hevur spurningar um umboðráðsvalið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við okkum, antin umvegis teldupost til umbodsradsval@trygging.fo ella við at
ringja tel 345 600. Meira kunning er eisini at finna á trygging.fo
Freistin at stilla upp til umboðsráðsvalið er 31. januar 2014.
STiLLA UPP TiL UMbOðSráðið hjá OgnArFeLAg TryggingArTAkArAnnA
Ert tú okkara umboð?
nú er UMbOðSráðSVAL Í hOndUM