Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Ja, eg var innkallaður til samrøðu og játtaði eisini at gerast nevndarformaður í Atlants­flog, sigur Bergur Poulsen, sum í dag undrast á manna­gongdirnar. Telvingin um máttmikla nevndarformanssessin í føroyska flogfelagnum hevur eftir øllum at døma fingið eina politiska slagsíðu. Til aðalfundin í fjør skuldi nýggjur nevndarformaður skuldi finnast fyri Bjarna Askham Bjarnason, sum varð blivin aðalstjóri í Fíggjar­málaráðnum 1. januar. Sambært keldum hjá Sosial­inum var Bergur Poulsen besta boðið í somáta. Sambært somu keldum var tað ein samdur setanarbólkur, sum peikaði á fyrrverandi stjóran í Havsbrún. Men sum sæst í aðrari grein her á síðuni, so vil Kaj Johannesen, tá­verandi nevndarformaður í Atlantsflog, ikki kennast við hesi tíðindi. Sjálvur váttar Bergur Poulsen, at hann fekk tilboðið um at gerast nevndar­for­ maður, og at hann tók av. – Ja, eg hevði avgjørt áhuga í uppgávuni. Hetta var ein spennandi uppgáva, og eg metti meg eisini hava tíðina til tað, sigur Bergur Poulsen, sum tá var farin úr stjóra­starvinum á Havsbrún í Fuglafirði. Innstillingin varð gjørd í tráð við aðal­fundar­sam­ tyktina árið fyri, tað vil siga í 2012. Aðalfundurin í 2012 samykti einmælt, at setast skuldi niður ein nevnd mannað við formanninum og tveimum nevndarlimum at fyrireika útnevningar av nevndarlimum og formanni í felagnum. Hetta er vanlig siðvenja í børsskrásettum partafeløgum, sum hevur til endamáls at tryggja feløg­ unum dygga nevndar­saman­ seting. Bergur boðsendur Setunarbólkurin varð mann­ aður av Kaj Johannesen, sum fyribils var formaður frá 1. januar 2013 til aðalfundin, Tezz Tordsdotter Ohlsson og Inga S. Joensen, nevndar­ limum. – Eg varð boðsendur til sam­røðu við hesi trý í setanar­bólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen. Samrøðan fór fram í februar í fjør. Men nakrar dagar áðrenn aðalfundin 8. mars ringdi Kaj Johannesen til Berg Poulsen við boðunum um, at tað kortini ikki bleiv til nakað. – Ja, Kaj ringdi og segði, at tað bleiv ikki eg. Tað mátti eg so bara taka til eftirtektar, sigur Bergur Poulsen. Hóast hann ongantíð gjørdi meira við málið, so undrast Bergur Poulsen á hand­faringina. – Serliga, tá talan er um eitt alment felag, sum enntá er skrásett á keypsskálanum. Eg undrist á, at man ikki fylgir egnum mannagongdum, sum enntá eru fráboðaðar keyps­ skál­anum, sigur Bergur Poulsen. Bergur Poulsen sigur seg ongantíð hava fingið nakra frágreiðing um, hví valið kortini ikki fall á seg. Og hann hevur heldur ikki lagt í at spyrja. – Nei, eg gjørdi ikki meira við málið, sigur Bergur Poulsen. Á aðalfundinum í Atlants­ flog 8. mars í fjør varð Niels Mortensen valdur til nevndar­formann. jonbrian@sosialurin.fo Hóast setanarbólkur arbeiddi við formligu tilgongdini at velja út nýggjan nevndar­ formann, so var alt avgjørt frammanundan Dupultspælið um valdið Jón Brian Hvidtfeldt Mangt bendir á, nevnd­ar­ valið á seinasta aðalfundi í Atlants­flog er farið fram í tveim­um sporum í senn. Tann form­ligi vegurin við inn­stilling frá setanarbólki. Og tann óform­ligi vegurin við eini tele­fon­uppringing frá lands­stýris­mannin­- um. Sum nevnt í aðrari grein her á síðuni, so samtykti aðalfundurin í 2012 formaligar mannagongdir fyri, hvussu nevndarlimir skulu veljast í Atlantsflog. Hetta var eisini fráboðað keypsskálunum, har felagið er skrásett. Men tað tykist sum ar­ beiðið hjá setanar­bólk­inum hevur verið ein glæntri­leikur. Tí samstundis sum í hvussu er ein persónur, Bergur Poulsen, hevur verið til samrøðu hjá set­anar­bólkinum, so stendur samstundis greitt, at Niels Mortensen fekk fyri­spurningin beinleiðis frá lands­stýrismanninum í vinnumálum. – Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja, sigur Niels Mortensen sum samstundis váttar, at hann var ikki til nakra sam­røðu. Tað eru júst hesi viður­ skifti, sum stórsti privati partaeigarin í Atlantsflog, Adrian Noskwith, førir fram. Tá tíðindaportalurin in.fo legði atfinningarnar hjá Noskwith fyri Johan Dahl, var svarið stutt. – Eg havi absolutt onga viðmerking til tað, sum Adrian Noskwith skrivar. Eg vil kalla hatta fyri spamm, sigur Johan Dahl. Johan valdi Niels Nevndarval í atlantsflog Ognarskapur í Atlantsflog Føroya Landsstýri 67% Adrian Noskwith 5,6% Smærri partaeig. 25,5 % Ikki-navna-skrásett 0,8% Egin partabrøv 1,1% – Nei, eg var ikki til nakra samrøðu. Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera nevndarformaður í Atlantsflog, og eg játtaði, sigur Niels Mortensen. Tað gekk skjótt fyri seg, tá nýggjur nevndar­ for­maður skuldi veljast til føroyska flogfelagið. Í hvussu er sambært høvuðs­ persóninum sjálvum. – Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja. Tað sigur Niels Morten­ sen, sum formliga tók við sum nevndarformaður á aðalfundinum 8. mars í fjør. Sum greitt frá í aðrari grein her á síðuni, so var Bergur Poulsen til samrøðu við setanarbólkin, har hann varð spurdur um hann vildi vera nevndarformaður. – Eg varð boðsendur til sam­røðu við hesi trý í set­ anar­bólkinum, og har varð spurt, um eg hevði áhuga í at gerast nevndarformaður. Og tað hevði eg, sigur Bergur Poulsen. Øðrvísi var tó hjá Niels Mortensen. – Nei, eg var ikki til nakra samrøðu. Eg bleiv spurd­ur av Johan Dahl, sigur Niels Mortensen. Í dag minnist Niels Mortensen ikki neyvt, nær hann fekk fyrispurningin frá lands­stýrismanninum í vinnu­málum. – Men tað var umleið ein til tveir mánaðir áðrenn aðal­fundin, sigur Niels Mortensen. Spennandi Sambært Niels Mortensen var tað ein spennandi uppgáva, ið honum stóð í boði. – Atlantsflog er eitt spenn­andi felag, sum eisini hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. So tí var hetta ein spennandi upp­gáva fyri meg, sigur Niels Mortensen, sum tí tók av tilboðnum frá Johan Dahl. Sjálvur hevur hann onga frágreiðing til, hví valið fall á hann. – Tað mást tú spyrja Johan Dahl um, svarar Niels Mortensen. Í síni higartil stuttu tíð sum nevndarformaður fyri Atlantsflog hevur hann framt eitt stjóraskifti í fel­ag­num, Jørgen Holme er komin inn fyri Magna Arge, og harumframt hev­ur Niels Mortensen í fleiri um­førum verið fyri atfinn­ingum frá størsta privata parta­eigaranum. Adrian Noskwith hevur í al­mennum brævi biðið um fund við nevndar­for­ mannin. – Eg eri settur at umboða allar partaeigararnar. Eg havi sagt við Adrian Noskwith, at hann kann koma til Føroya ein túr, og so taka vit ein fund, sigur Niels Mortensen. Sambært nevndar­ for­mann­inum hevur Noskwith enn ikki svarað til­boðnum. jonbrian@sosialurin.fo Bergur skuldi vera nevndarformaður