hósdagur 23. januar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Miðlahúsið veit tó, at hetta
ikki er einasta eftirspælið,
sum er eftir Nýggjárssend
ingina. Dia Midjord hevur
fingið eina átalu frá Kring
varpsstýrinum, men hetta
hevði stýrisformaðurin sum
nevnt onga viðmerking til.
Rólant Waag Dam
Bjørn Kalsø er landsstýris
maður við mentamálum,
sum millum annað fevnir
um Kringvarp Føroya. Tað
er landsstýrismaðurin við
mentamálum, sum velur
Kringvarpsstýrið.
Hetta
verður gjørt fjórða hvørt ár,
seinast var tað Helena Dam
á Neystabø, sum gjørdi tað, í
januar 2011.
Men landsstýrismaðurin
við ábyrgd av Kringvarpi
num,
hevur
ongar
við
merkingar til málið um
Nýggjárssendingina,
Dia
Midjord og Rúna Heinesen,
í skrivandi stund.
Bjørn Kalsø hevur bíðar
eftir eini frágreiðing frá síni
umsiting. Ein partur av hesi
frágreiðing umfatar eisini
nøkur svar, sum Menta
málaráðið hevur umbiðið
frá Kringvarpinum. Hetta
svarið fingu tey í gjár – og
tað verður eisini umrøtt
aðrastaðni á hesum síðum.
Síðani skal umsitingin í
mentamálaráðnum
koma
við sínum viðmerkingum –
og meðan hetta arbeiðið er
í gongd, hevur landsstýris
maðurin við mentamálum
ongar viðmerkingar til mál
ið yvirhøvur.
Heldur ikki til spurn
ingin, um hann hevur álit
á Rúna Heinesen, stýris
formanni fyri Kringvarps
stýrið.
Bjørn bíðar eftir frágreiðing
NÝGGJÁRSSENDING Landsstýrismaðurin
við mentamálum hevur ongar viðmerkingar
til málið. Hann vil heldur ikki siga, um hann
hevur álit á Rúna Heinesen, stýrisformanni
Les nógv meira
um málið á
in.fo, har til
ber at hoyra
samrøður við
Rúna Heinesen,
stýrisformann, og
Katrina Petersen,
stýrislim.
Jón Brian Hvidtfeldt
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður í mentamálum, hev
ur higartil verið sera varin
við at gera viðmerkingar
til nógv umrøddu og um
stríddu Nýggjárssendingina
í sjónvarpinum.
Fyrst vildi landsstýris
maðurin hava eina frágrei
ðing frá síni umsiting, sum
so aftur hevur biðið Kring
varpsstýrið um eina frá
greiðing.
Umsitingin
í
Menta
málaráðnum hevur millum
annað spurt Kringvarps
stýrið, nær tað er neyðugt
at fáa onnur at framleiða
sendingar.
Kringvarpsstýrið vísir á,
at tey í tvey ár hava roynt
”eitt hugskot frá uttanhýsis
veitara”.
- Men niðurstøðan er,
at skal ein vera fullvísur í
innihaldsligu- og tøkniligu
góðskuni, so skulu nakrar
ófrávíkiligar treytir setast,
stendur
í
frágreiðingini,
sum tó ikki útdýpar hesar
treytir.
Kringvarpsstýrið
var
annars kunnugt við, at í
ítøkiligu Nýggjárssending
ini fingu borgarstjórar loyvi
til at keypa sær senditíð og
harvið positiva umrøðu.
Væl áðrenn sendingin fór í
luftina stóð øllum greitt, at
smápartafelagið Fjølvinna
við Kára Durhuus seldi
Tórshavnar og Klaksvíkar
Kommunu senditíð fyri til
samans 110.000 krónur.
Mentamálaráðið
spyr
eisini, hvat Kringvarpið ger
fyri at tryggja sær, at veitar
ar liva upp til krøv um góða
public service. Svarið frá
Kringvarpsstýrinum tykist
tó heldur jánkasligt.
- Kringvarpið roynir at
tryggja seg við sáttmála í
hvørjum einstøkum føri og
við at kunna veitaran um
ásetingar í kringvarpslógini,
fjølmiðlaábyrgdarlógini og
í leiðreglunum um góðan
fjølmiðlasið, svarar Kring
varpsstýrið.
Sum tað sæst á aðrari
grein her á síðuni, so gjørdi
Kringvarpsstýrið einki fyri
at tryggja sær, at hesar áset
ingar nú eisini vórðu hildn
ar, hóast Stýrið visti, hvat
fór fram.
Mentamálaráðið
spyr
eisini,
hvat
Kringvarpið
ger fyri at yvirhalda rund
skrivið frá Fíggjarmálaráð
num um keyp av vørum
og tænastum, sum siga at
alt omanfyri 50.000 krónur
skal bjóðast út. Svarið frá
Kringvarpsstýrinum kann
illa tulkast øðrvísi enn ein
jánkaslig roynd at krúpa
uttanum.
- Stýrið er kunnað um,
at í tí aktuella málinum
er tilgongdin til sending
ina byrja langt áðrenn
rundskrivið
frá
Fíggjar
málaráðnum kom í gildi,
og hartil hevði Kringvarpið
ikki eftir táverandi fíggjar
ligu støðuni møguleika fyri
sjálvt at framleiða nevndu
sending, stendur í svarinum
frá Kringvarpsstýrinum til
Mentamálaráðið.
Fakta í málinum er tó,
at sáttmálin millum Kring
varpið og sp/f Fjølvinna
varð ikki undirskrivaður
fyrr enn 23. desember.
Mentamálaráðið
spyr
eisini eftir mannagongdum
fyri sponsorering, fyri at
tryggja óheftni. Svarið frá
Kringvarpsstýrinum
til
henda spurning er soljóð
andi:
- Tá hugt verður í bak
speglið, so átti KvF at havt
enn neyvari eftirlit við
undirhaldspartinum
av
sendingini, tí kringvarps
lógin
ásetir,
at
greiður
skilnaður eigur at vera
millum programminnihald,
kunngerðir,
lýsingar
og
sponsorering. Stýrið hevur
viðgjørt og tikið avleiðingar
av atfinningunum at nýggj
árssendingini, og framyvir
verður hvør einstøk spon
soravtala hildin upp móti
krøvinum í kringvarpslóg
ini.
Fakta í málinum er tó,
enn einaferð, at Kring
varpsstýrið var kunnað um
at lógin varð brotin, væl
áðrenn Nýggjárssendingin
fór í luftina.
Stýrið svarar
NÝGGJÁRSSENDING Hóast pent innpakkað
staðfestir Stýrið fyri Kringvarpið sjálvt í frágreiðing
til Mentamálaráðið, at Nýggjárssendingin breyt
bæði kringvarpslóg og rundskriv um útbjóðing