hósdagur 23. januar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Leo Poulsen
Tað er hálvtannað ár síðani,
at menn byrjaðu at tosa um,
at seta á stovn eitt føroyskt
Team Rynkeby sum kundi
luttaka í súklingini úr Dan
mark til París.
– Eg haldi, at tað hevur
gingið væl, síðani vit fingu
føroyska
umboðið
fyri
Rynkeby, Poul Michelsen,
heilsølu upp í leikin. Gunnar
Mohr hevur tosað við donsku
juice
framleiðararnar,
og
soleiðis heur tað eydnast at
sleppa upp í Team Rynkeby
við serligari føroyskari deild,
sigur Aksel Haraldsen.
Tað var tó ikki uttan iva,
at Føroyar sluppu við, tí tað
vóru komnar fleiri áheitanir
úr bæði Týsklandi og aðra
staðni niðri í Europa um at
sleppa við.
– Hetta hevur breitt seg
sum ein fólkarørsla upp á tað
nærmasta, men tá so Gunnar
Mohr og teir kundu ávirka,
sluppu vit við, sigur Aksel
Haraldsen.
Teinurin úr Føroyum er so
lagdur til rættis.
– Vit byrja í Klaksvík og
súkla so til Runavíkar, og
haðani í Sundalagið, áðr
enn leiðin verður løgd til
Havnar. Vit súkla út á Lands
sjúkrahúsið og so liggur
leiðin á Vaglið, áðrenn farið
verður umborð á Norrönu
um kvøldið 3. juli, sigur Aksel
Haraldsen.
Siglt verður so til Dan
markar, har komið verður
leygardagin 5. juli. Síðani
verður koyrt oman til týska
markið, og so verður leiðin
løgd suðureftir saman við
hinum luttakarunum.
– Vit umhugsaðu at súkla
úr Hirtshals, men tað merkti,
at vit skuldu súkla 300
kilometrar meira enn hinir
luttakararnir, og tað merkti,
at vit skuldu súkla einar 50
kilometrar meira enn hini
um dagin. Men tað varð so
droppað av heilsufrøðiligum
orsøkum, sigur Aksel Harald
sen.
Nógv heilsufólk
Tað var stórur áhugi at verða
við í súklingini úr Danmark
niður til París, og heili 140
føroyingar meldaðu seg til,
hóast bert 35 sluppu gjøg
num nálareygað.
– Tað var positivt hjá
okkum at merkja, at tað var
so stór undirtøka fyri til
takinum, og sjálvandi var
tað ein stór avbjóðing at
velja
ímillum
innkomnu
umsóknirnar. Men vit hava
kunna lena okkum uppat
objektivum kriterium, sum
Rynkeby ásetir. Tað skal
verða fordeilt millum kyn
og størv, og hvar fólk búgva,
umframt royndar súklarar
og nýbyrjarar, sigur Aksel
Haraldsen.
Hann sigur, at tað eftir
hesum var lætt at velja. Og
tað skuldi vísa seg, at tað
vóru rættiliga nógvir sjúkra
røktarfrøðingar ímillum tey
útvaldu.
– Týsku myndugleikarnir
vildu hava at vita, hvat fólk
tókust við, og hvussu nógv
fólk úr heilsusektorinum
vóru ímillum, og tá funnu vit
útav, at tað vóru lutfalsliga
nógvir sjúkrarøktarfrøðingar
millum tey útvaldu. Og tað er
nú nokkso tryggjandi, sigur
Aksel Haraldsen.
Hann var sjálvur við á
túrinum í fjør, og veit tí, hvat
kann væntast hjá teimum,
sum eru við fyri fyrstu ferð.
– Tað er fyrst og fremst
eitt stórt upplivilsi. Ein stór
ur partur hevur ongantíð
upplivað eina nær námind
so pressaða støðu. Hinvegin
hava tey vant ein heilan vet
ur, so tey skulu klára tað. Tað
er óbeskriviligt og ógvuliga
stórt, sigur Aksel Haraldsen.
Privatfólk eisini
Team Rynkeby Føroyar boða
frá, at teir hava fingið 30
sponsorar higartil, og tað eru
teir væl nøgdir við.
– Vit eru sera væl nøgd við,
at tað finst so stór undirtøka
millum føroyskt vinnulív at
stuðla hesum tiltakinum. Og
fleiri kunnu koma við, um tey
vilja, sigur Aksel Haraldsen.
Eisini er ein møguleiki
á heimasíðuni hjá Krabba
meinsfelagnum
fyri,
at
privatfólk kunnu veita stuð
ul.
– Og tað eru vit eisini fegin
um, at tann møguleikin er til
staðar, tí tað eru privatfólk,
sum hava vent sær til okkara
fyri at vita, hvussu tey kunnu
stuðla, og tað er so møguleiki
til nú, sigur Aksel Harald
sen.
Aksel Haraldsen, Jastrid
Gaardlykke, Gunnar Mohr
og Magnus Magnussen eru
fýra av 35 súklarum, sum eru
við í Team Rynkeby Føroyar
Eitt fantastiskt
upplivilsi
Aksel Haraldsen var við á túrinum hjá danska Team Rynkeby í fjør, og
hann heldur, at føroyingarnir, sum fara at luttaka á ársins súkluferð
úr Danmark til París, kunnu vænta sær ein fantastiskan túr
Leo Poulsen
Team Rynkeby Føroyar
og
Krabbameinsfelagið
eru gingin saman í eitt
samstarv, nú farið verður
undir
hjá
føroyingum
at súkla úr Danmark til
París.
–
Hetta
samstarvið
merkir, at vit kunnu hjálpa
føroyskum børnum, sum
eru rakt av krabbameini
og teirra familjum, sigur
Jákup N. Olsen, formaður
í Krabbameinsfelagnum.
Tað er soleiðis, at tá eitt
barn før krabbamein, er
tað ofta ein long viðgerð,
ið skal til.
– Hesi børn verða send
til Danmarkar og skulu
vera leingi burtur, sam
stundis skulu tey hava
foreldrini hjá sær. Og hava
tey systkin, skulu hesi
eisini ferðast ímillum, so
nú er ein møguleiki hjá
okkum at hjálpa teimum
betri figgjarliga, sigur Ják
up N. Olsen.
Krabbameinsfelagið
hevur tikið stig til, at øll
kunnu stuðla Rynkeby
súklingini til París.
– Frá í morgun ber til at
fara inn á heimasíðuna hjá
Krabbameinsfelagnum,
og har stuðla tiltakinum.
Tað vil siga, at tað er ikki
neyðugt at súkla, fyri at
stuðla, sigur Jákup N.
Olsen.
Pengarnir, sum felagið
fær við hesum tiltakinum,
verða nýttir til ymisk
átøk.
– Vit hava sett eina trí
manna nevnd sum skal
taka sær av peninginum,
sum kemur inn, og vit
eru í ferð við at gera eina
reglugerð, har tað ber til at
søkja hjá familjum. Eisini
ber til hjá granskarum, ið
granska krabbamein hjá
børnum, at søkja pengar
frá okkum, sigur Jákup N.
Olsen.
Krabbameinsfelagið
fyllir í ár 35 ár.
– Tað finnast nógvir
ymiskar
krabbameins
sjúkur, sum raka menn
og kvinnur og børn, og í
ár hava vit so valt at seta
fokus á børn og krabba
mein og menn og krabba
mein, sigur Jákup N.
Olsen.
Tað tekur langa tíð at
koma ígjøgnum eina slíka
viðgerð, og ávirkar tí eisini
nógv familjuna.
– Hesin bólkurin er
rættiliga nógv útsettur av
tí sama, men nú verur so
møguleiki hjá okkum at
hjálpa honum betri reint
fíggjarliga, sigur Jákup N.
Olsen.
Betraðan
møguleika
at hjálpa
Tað sigur Jákup N. Olsen, for
maður í Krabbameinsfelagnum,
nú Team Rynkeby Føroyar luttaka
í árligu súkkluferðini til París.
Jákup N. Olsen er fegin um, at Krabbameinsfelagið
nú fær fleiri pengar um hendi
Mynd: Álvur Haraldsen
Aksel Haraldsen