Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Filmurin skal bera heitið, The Bird Catcher, og hevur eina fíggjarætlan upp á 32- 35 milliónir krónur, sum er fimm til átta milliónir krónur meira enn filmurin Barbara var gjørdur fyri. Av hesum pengum skuldi Føroyar verða við í einum parti, umleið fimm milliónir krónur. Tað er stjórin í Ferðaráð Føroya, Guðrið Højgaard, ið hevur staðið fyri inn­savn­ ingini í Føroyum, og higar­ til eru fingnir til vega 4,7 milliónir krónur, ið sam­bært Guðrið Højgaard standa á konto í føroyskum peninga­ stovni. Tað var Daniella Sandberg, ættað úr Sørvági, ið vísti films­leikstjóranum, Richard Hobert á søguna um Frans í Gásadali. Søgan er í stuttum hon, at foreldrini hjá Frans vóru bæði ognarleys og barnleys, og ein dagin fóru tey til Sørvágs, har ein fronsk skonnart lá, við teimum ørindum, at gera konuna við barn. Hetta eydn­ aðist, konan varð við barn og føddi drong, sum mest sann­ líkt var kallaður upp eftir pápa­upphavi sínum. Søgan um Frans í Gásadali er ikki niðurskrivað, men er gingin munn av munni mill­ um fólk í Gásadali og Sør­ vági. Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráð Føroya, váttar, at arbeitt verður við verk­ætl­ anini. – Tað er einki nýtt at frætta í so máta, og tí havi eg ongan hug at úttala meg. Tað er kortini ikki 100% víst, at verkætlanin verður til nak­ að, men vit arbeiða so víðari við málinum, sigur Guðrið Højgaard. Hon sigur, at neyðugt er at taka filmin upp um summ­ arið, tá fuglurin er í bjørg­ unum. – Hetta er neyðugt, tí ein partur av filminum snýr seg um at fanga fugl, og tað má tí gerast, meðan fuglurin er her, sigur Guðrið Højgaard. Hon heldur annars, at ein slíkur filmur hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna. – Filmurin fer heilt vist at fáa stóran týdning fyri føryska ferðavinnu, tí hann fer at draga nógv ferðafólk til landið. Tí er hetta ein góð íløga. Peningurin er væl givin, og kemur heilt vist inn aftur, segði Guðrið Højgaard við Sosialin fyri einum ári síðani. Talan er um eina verk­ ætlan við fimm londum, Svø­ríki, Noreg, Frakland, Dan­mark og Føroyar. Arbeitt verður enn við Gásadalsfilminum Upprunaliga ætlanin var, at filmurin um Frans í Gásadali skuldi takast upp síðsta summar, men av ymsum orsøkum varð neyðugt at útseta verkætlanina til í ár Leo Poulsen – Tú kanst siga, at nú spældi hetta væl av, men tað kundi saktans verið verri! Tað sigur Hanus Joen­ sen, skúlastjóri í Komm­unu­ skúlanum. Beinanvegin, sum hann var gjørdur varðugur við vanda­ mikla spælið hjá nøkrum børn­um, fór hann at kanna, um tað vóru næmingar hjá Kommunuskúlanum. – Tað vísti seg so, at talan var um nakrar næmingar hjá okkum, og vit tóku sjálvandi málið upp og tosaðu við hesar næmingarnar, sigur Hanus Joensen. Hann er fegin um, at næm­ingarnir skiltu álvaran í hesum vandamikla spæli. – Sum eg skilji, er talan um eina eingangs hending, og eg kann siga, at næmingarnir skiltu álvaran í hesum, sigur Hanus Joensen. Hann sigur, at hugurin til slíkt er stórur hjá smá­ dreingj­um, men hetta var so fyrstu ferð, at teir høvdu roynt slíkt. – So eg kann vónandi siga, at hetta var bæði fyrstu og síðstu ferð, at næm­ingar frá okkum spæla slíkt vanda­ mik­ið spæl, sigur Hanus Joen­sen. Tað kann tó vera so sum so, hvussu sannførir næm­ ingarnir hava verið, tá teir siga, at hetta var fyrsta og einasta ferðin, at teir hava spælt í briminum. Keldur hjá Sosialinum vilja vera við, at hetta langt frá var fyrstu ferð, at næmingar spældu á dráttinum. Men vónandi var hetta so seinastu ferð. Vit hava tikið málið upp – Vit kannaðu beinanvegin, um talan var um næmingar frá okkum, og tað vísti tað seg at vera, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum. Gásadalur verður karmurin um stórfilmin, sum í løtuni er í stoypiskeiini Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, sigur, at teir hava tosað við næmingarnar