hósdagur 23. januar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska eiga fakligu
krøvini til almenna fyrisiting at vera størri og strang–
ari enn í størri samfeløgum. Hetta sigur Løgtings Um
boðsmaður í aktuellari grein. Orsøkin er, at tann skaði,
sum ein lítil og fáment fyrisiting kann gera í einum
lítlum samfelag, kann vera munandi meira víðfevndur,
enn í einum størri samfelag, har valdsbýtið er breiðari
og har tað eru fleiri fólk tøk at varða av almennu
fyrisitingini.
Hon sigur, at tað tí er av ovurstórum týdningi fyri
rættartrygdina og rættarkensluna hjá fólki,at almennir
myndugleikar eru tilvitaðir um støðuna og gera sítt
ítasta til at halda fyrsitingarligar reglur, so álitið hjá
borgarunum á myndugleikarnar ikki verður undir
grivið.
Eg haldi, at tað avgjørt gongur rætta vegin á hesum
økinum í Føroyum. Bæði myndugleikar sjálvir og
borgarar seta alsamt størri krøv til fyrisitingina um
at skipa mannagongdir og lýsa við teimum, at skjal
prógva sínar avgerðir og yvirhøvur at hava nógv størri
gjøgnumskygni. Kærumøguleikar verða ásettir og
rímiliga dúgliga brúktir. Ein kæra verður ikki longur
sædd sum eitt fornermilisi móti fyrisitingini, men sum
ein rættur hjá borgarunum og ein góður máti at royna,
um skipanirnar virka.
Vit hava seinnu árini eisini sæð, at tað er vorið alt
meira vanligt, at stjórar og leiðarar á ymsum stigum
verða koyrdir til hús, tá arbeiðsgevarin ikki heldur, at
viðkomandi røkir sína uppgávu nøktandi. Hetta var
næstan óhoyrt fyri 15 árum síðani.
Hetta er í fínasta lagi, so leingi tey, sum senda stjórar
nar til hús, eisini kunnu og vilja standa til svars fyri
hesi avgerðini. Er onkur uppsagdur av órøttum, hava
vit møguleika at fáa rættin at taka støðu til tann
spurningin.
Vit koma út í eina nakað truplari grásonu, tá tað snýr
seg um at sekkja stjórar, tí arbeiðsgevarin ikki longri
hevur álit á viðkomandi. Tað er munin truplari at
skilmarka, nær álitið er so skalað, at ikki kann haldast
fram. Fíggjarliga plástrið á sárið, gylta lógvatakið –
sum tó sjáldan er serliga gylt í Føroyum, er eitt slag
av skaðabót, sum verður góðtikið sum ein uppgerð av
endaða samstarvinum.
Politisku leiðararnir eru teir, sum í øllum førum
sjónligast hava mist álit á stjórar seinastuni tíðina
og hava gjørt avtalu við fleiri um at fara til hús uttan
størri hóvasták. Hóast spurnartekin eru sett við onkra
av hesum avtalum, so tykjast partarnir samdir um, at
hetta eru spælireglurnar og so endar tann søgan.
Ein skuldi trúð, at somu ella strangari krøv um álit
vóru sett politisku leiðarunum. Vanligt er, at jú longri
upp í skipanina tú kemur, jú minni slingur í valsinum
skal til, áðrenn krakkurin fer at ridla. Og summa staðni
sær tað út til, at politiska skipanin er tilvitað um, at tað
er ikki heppið fyri skipanina, um ov nógv spurnartekin
verða sett við embætisførsluna. Í Danmark eru fleiri
ráðharrar farnir frá síðsta árið av ymsum orsøkum,
onkur tí ivi hevur verið sáddur um teirra embætis
førslu, uttan at tað eru almenn skjalprógv fyri hesum.
Í Føroyum skal tað hinvegin væl meira til, áðrenn
politiskir leiðarar noyðast at pakka saman orsakað av
iva og misáliti. Løgtingið, sum vegna veljaran er evsti
arbeiðsgevarin, er langt frá so erkvisið við løgmann og
landsstýrisfólk, sum teir eru við stjórarnar undir sær.
Og fer eitt landsstýrisfólk frá, so er tað ofta treyðugt
- og eitt trivaligt gylt lógvatak er ikki nóg mikið til, at
hetta hendir í tí stilla.
Annika Sølvará
stjóri fyri Granskingarráðið
EYGA
MÁLIÐ
Ábyrgd og álit valdast
kjak
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Forskúlar ella ikki?
Jóna Mariusardóttir
Mortensen
Løgtingskvinna fyri
Sambandsflokkin
Nú tosað verður, fyri og
ímóti, um tað er gott, at børn
byrja í skúla sum seks ára
gomul, havi eg gjørt mær
nakrar tankar.
Vit síggja eitt lesarabræv
fyri og annað eftir, á tí einu
síðuni um, hvussu umráðandi
tað er at fáa børnini í forskúla,
fáa tey at búnast skjótari,
so tey kunnu gerast klár til
vaksna lívið og við tí sum har
til hoyrir. Tosað verður um
kanningar og mátingar, sum
skulu tryggja, at børnini læra
skjótari og betri. Á hini síðuni
verður skrivað um, hvussu
umráðandi tað er, at børnini
fáa loyvið at verða børn og
ikki verða skumpað inn í
vaksnu verðina óneyðuga
skjótt.
Tað, sum undrar meg er, at
tað skal verða eitt antin ella.
Kundi tað ikki heldur verið
um barnið er búgvið til tað
eina ella tað annað?
Hví kunnu bæði tilboðini
ikki verða har? Børn eru so
sera ymisk.
Sjálv havi eg havt trý
børn, tveir dreingir, sum
báðir høvdu havt betri av at
fari í skúla sum 8 ára gamlir
enn sum 7 ár. Tann yngsta,
ein genta, keddi seg í barna
garðinum sum 6 ára gomul
og elskaði avbjóðingar - hon
vildi avgjørt í skúla sum 6 ára
gomul.
Hví ikki geva pláss fyri, at
vit menniskju eru ymisk? Hví
skulu øll koyrast í ein kassa,
tá øll ikki eru líka? Nær fara
vit at vakna og hugsa um tað
einstaka menniskja ístaðin
fyri í at hugsa um ein bólk,
har øll skulu hava sama til
boð?
Kenni fleiri foreldur, sum
stúra fyri, tá barn teirra skal í
skúla, tí barnið er eitt sindur
buldrasligt ella óróligt. Í dag
virkar tað uppá meg sum
um, at øll skulu helst verða
líka, eru tey ikki tað, ja so má
kannast og vita um ein diag
nosa kann setast á barnið. Frá
náttúrunar hond eru øll ikki
líka, tað sum riggar gott til
eitt barn, nýtist ikki at verða
uppskriftin til øll børn. Nógv
børn, kanska serliga dreingir
høvdu kanska havt gott av at
verði í barnagarð eitt hálvt ár
meira enn vanligt er í dag.
Um fólkaskúlin skal verða
fyri øll, ja so má man taka
hædd fyri, at øll ikki eru
eins.
Hetta vóru bara nakrir
tankar, men kanska áttu vit
at hugsa meira breitt, har
næmingurin verður settur í
fokus, har tað verður sett inn
við tí hjálp, sum krevst, tá
ein varnast, at næmingurin
ikki megnar at fylgja við.
Eg veit væl, at nógvir batar
eru gjørdir. Men tað høga
talið av næmingum, sum
søktu um upptøku í 9. fl. á
skúlanum við Áir tosa fyri
seg. Tað eru ov nógv, ið detta
niðurímillum. Har søktu 78
næmingar um upptøku og
bara 19 sluppu inn, svarandi
til umleið 24%.
Sjálvandi eru børn, ið hava
gingið í forskúla betur fyri, tá
tey koma í 1. flokk. Betur fyri
í tann mun, at tey hava verið
í einum skúlaumhvørvi í eitt
ár og tað hava børn, sum ikki
hava gingið í forskúla ikki
verið.
Spurningurin er bara, er
tað betur fyri barnið, at tað
er soleiðis? Ivaleyst er tað
betur fyri onkran og ikki fyri
ein annan. Tað er har vit sum
vaksin eiga at duga at taka
dagar ímillum og ikki kroysta
ein leist yvir høvdið á øllum
børnum, óansæð um tey eru
búgvin til tað ella ikki.
Hvussu liberalt verður privata
havrannsóknarskipið?
Poul Michelsen
Framsókn
Fyri okkum í Framsókn
ljóða
ætlanirnar
um
at
reka eitt havrannsóknar
skip á privatum grundar
lagi spennandi. Tað er sum
kunnugt eitt av høvuðsmál
um okkara at fáa hóskandi
almennar uppgávur liberali
seraðar ella beinleiðis ein
skiltar. Vit fara tí at viðgera
ætlanirnar hjá landsstýris
manninum
við
stórum
áhuga.
Eitt, sum vit serliga fara
at kanna eftir, er um ætlanin
veruliga er liberal í orðsins
rætta og jaliga týdningi – tað
vil siga, um tað av álvara
tænir føroyska samfelagnum
og føroyingum, at vit fáa eitt
privat
havrannsóknarskip
heldur enn eitt alment. Fyri
ein frælslyntan flokk sum
Framsókn hevur tað alt at
siga, at privatar tænastur eru
minst líka góðar ella betri fyri
føroyingar, enn um teir vórðu
riknar av tí almenna, og at
tær gerast bíligari heldur
enn dýrari fyri samfelagið.
Fyri okkum er tað sjálvt
endamálið við liberalisering
ella einskiljing.
Í andstøðuni vita vit
ikki enn, um hetta verður
so í málinum um havrann
sóknarskipið. Vit fáa at kalla
einki at vita frá samgonguni,
annað enn tað, sum vit
frætta
í
fjølmiðlunum.
Tað sindrið, vit vita, er at
landsstýrismaðurin í miðl
unum hevur upplýst, at tað
verður neyðugt at lata privat
byggja skipið, tí at tað ikki er
pláss fyri tí innan almenna
íløgukarmin. Ætlanin er so,
at tað almenna skal binda seg
til at leiga skipið í 20 ár, tó við
einum rætti til at keypa tað
ávegis, ella tá leigusáttmálin
gongur út.
Júmen, var hetta ikki
júst sama grundgevingin
hjá samgonguni fyri at lata
privat gera og reka ein Eystur
oyartunnil, sum hevði komið
at kostað brúkarunum og tí
føroyska samfelagnum fleiri
hundrað milliónir krónur í
meirkostnaði? Tann ætlanin
stóð í beinleiðis andsøgn við
sjálva ta liberalu hugsjónina.
At liberalisera merkir ikki
at flyta ágóðar hjá tí al
menna
og
borgarunum
yvir til nøkur fá privat. Tað
merkir at lata privat reka
eina tænastu, sum gevur tí
almenna og borgarunum
fleiri
ágóðar
viðvíkjandi
góðsku og kostnaði, enn um
tað almenna rak hana.
Í teirri sonevndu CIP-
ætlanini vantaðu bæði vit
og skil – og liberal var hon
ikki, sjálvt um hon skuldi
eitast at vera privat. Fyri at
fáa tað málið aftur á beint,
skutu vit í Framsókn upp at
byggja Eysturoyartunnilin
eftir einum almennum parta
felagsleisti. Á sama hátt fara
vit – tá vit einaferð sleppa
at
síggja
lógaruppskotið
– at tryggja okkum og øll
um
føroyingum,
at
tað
privata ikki fer at byggja
eitt
havrannsóknarskip,
bara tí at tað ikki rúmast
innan teir ásettu almennu
íløgukarmarnar. Treytin má
vera, at ætlanin at byggja
og reka skipið á privatum
grundarlagi má vera minst
líka bílig og dygdargóð fyri
almenningin, sum um tað
almenna sjálvt bygdi tað.
Vit mugu eisini tryggja
okkum, at Havstovan fær
tann ræðisrættin yvir skip
inum, sum hon hevur tørv
á fyri at kunna útinna sínar
uppgávur. Arbeiðið hjá Hav
stovan er sjálvur lykilin til
at tryggja føroyingum okk
ara rættindi til tað stóra
náttúrutilfeingið,
sum
er
ein av grundsúlunum undir
okkara samfelag og framtíð.