hósdagur 23. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Hergeir Nielsen
fyrrverandi løgtingsformaður
og landsstýrismaður
Skotar hava vunnið
rættin til at stjórna
sær sjálvum
Vit kenna teir best gyrdar við kilti
um lendarnar blásandi í sekkjapípur
sum høgt undirhaldsvirðið á yms
um samkomum.
Men eingin ivi er um, at nógvur
álvari hevur ligið í búnað og tónleiki
upp gjøgnum tíðirnar, tá barst
hevur verið fyri rættinum til egið
lív í egnum landi.
Nógv blóð er flotið, og nógvur
órættur hevur valdað øll hesi
mongu ár, men nú sæst so fyri ein
um enda á hesum stríði.
Skotar skrivað sína parlamen
tarisku søgu heilt aftur til 1235,
og vóru teir sínir egnu fram til 1.
mai 1707, tá ið lagt varð saman við
bretum undir heitinum Kongsveldi
Stórabretlands.
Teir vóru síðani stýrdir úr
London fram til 1999, tá ið teir fingu
endurreist sítt egna parlament eftir
eini fólkaatkvøðu 11. sept. 1997.
Skotski
tjóðskaparflokkurin,
Scottish National Party, SNP, gjørd
ist stórsti flokkur á valinum í 2007,
og fekk reinan meiriluta á tingi
fýra ár seinni við 69 av 129 ting
monnum.
SNP er umboðaður í bretska
undirhúsinum
og
evropaparla
mentinum, og so sjálvandi eisini í
Holyrood, har skotska parlamentið
húsast.
Skotar hava nú vunnið rættin til
at stjórna sær sjálvum, siga skotar,
nú teir fara til valborðini 18. sept.
2014.
Fýra dagar og sekstiátta ár eftir
føroysku
fólkaatkvøðuna,
sum
sambandsflokkarnir skipaðu fyri
og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita
skotar sær nú til valborðini at
taka støðu til skotskt fullveldið, og
verður hetta tað nærmasta, vit før
oyingar koma einum blaðungum
nýskipaðum fullveldi í okkara tíð.
Runnir úr somu rót, hava føroy
ingar, sum eru næstu grannar skota,
kortini lítið og einki politiskt sam
band havt við upphav teirra fyri
sunnan.
Framkomin gransking í íleg
unum sigur okkum, at føroysku
kvinnurnar í stóran mun koma
haðani, meðan føroyskir menn
hava fleiri ílegur úr skandinavisku
londunum.
Skotski
tjóðskaparflokkurin,
SNP, lovaði eina fólkaatkvøðu á
seinasta parlamentsvalivalið, og
nú flokkurin fekk reinan meiriluta
á tingi verður henda fóllkaatkvøða
ein veruleiki.
Stóra Bretland gerst
Lítla Bretland
Gongur fólkaatkvøðan skotska tjóð
skaparflokkinum, SNP, til vildar,
missir Stóra Bretland ein stóran og
týðandi part av landa- og havøki
sínum. Tað sum eftiri er, skulu vit
kalla tað Lítla Bretland, fer tá bert
at vera ein viðfáningur av hinum
fyrr so kenda stórveldinum sunnan
fyri okkum.
Eftir verður tá bert hitt kenda
kvæðið úr gomlum døgum: ”Rule
Britannia,
Britannia
rule
the
waves...” og er GB tá endaliga farið í
søguna sum heimsveldið.
Avtalan um, at so skal verða,
varð skjalfest í okt. 2012, og eru
partarnir nú av álvara farnir undir
at hvessa sær sjónarmiðini fyri og
ímóti fullveldinum.
Hvussu skotski og bretski ger
andisdagurin so sær út dagin eftir
fólkaatkvøðuna fáa vit at síggja,
men avtalað er, at bæði bretar og
skotar fara at fylgja fólksins rødd
tann 18. sept. í ár, tá ið fólkaatkvøðan
verður hildin.
Spurningurin, ið støða skal tak
ast til er stuttur og greiður. “Vilt tú,
at Skotland gerst fullveldi? – ja, ella
nei.”
Allir skotar niður í sekstan ára
aldur, búsitandi í Skotlandi og
oyggjunum uttanfyri, men ikki
skotar búsitandi í Bretlandi, fara nú
at taka støðu til henda spurning.
Eins og gjørt varð í Føroyum,
so hava skotar eisini skrivað eina
Hvítbók um gongdina fram ímóti
fullveldi.
Drotningin, Elisabeth II, verður
monarkur, Bank of England sentral
banki, og bretska pundið verður
valuti.
Eisini er ætlanin framhaldandi
at vera partur av EU, og roknað
verður við, at einar níti skotskar
ambassadur og konsulát verða latin
upp kring heimin.
Roknað verður við framhaldandi
stórum inntøkum frá olju og gassi
úr keldunum norðanfyri Skotland
og vestan fyri Hetland, har 90% av
bretsku ráevniskeldunum nú koma
at liggja í skotskum sjóøki.
Í verju - og trygdarpolitiskum
høpi er framvegis ætlanin at vera
partur av NATO, men við egnari
trygdartænastu.
Hinvegin, er ikki ætlanin long
ur at leggja rygg til stóru atom
vápnagoymslurnar,
sum
bretar
hava liggjandi umborð á kavbátum
í skotskum øki.
Bleytu virðini týðandi
táttur í frælsisstríðnum
Nógv umrøða hevur verið um
bleytu virðini, og er ætlanin at
kollvelta fleiri av verandi skipanum.
Ma. verður miðað eftir, at trý- fýra
ára gomul børn fáa tríati tíma
barnaansing um vikuna, ella 1140
tímar um árið, so at kvinnurnar
sleppa út á arbeiðsmarknaðin.
Konservativu sjónarmiðini siga
hinvegin, at kvinnurnar skulu vera
heima og ansa børnunum, tí at
kostnaðurin fyri barnaansing er
alt ov høgur.
Meðan brúkaragjøld eru løgd
á víðari útbúgvingar við úti við
100.000 kr. um árið, lovar SNP nú
kostnaðarleysar útbúgvingar fram
yvir.
Frælsið skal brúkast til at styrkja
og kollvelta sosial- og útbúgvingar
politikkin hjá bretum, siga stríðs
fúsir og víðskygdir skotar, nú teir
ætlað sær at taka ræðið í egnum
landi.
Sambandsflokkarnir sita í and
róðri og royna at doyva gyltu ætl
anirnar hjá frælsisrørsluni, og
dyrgir afturhaldið soleiðis eisini
her eftir sínum atkvøðum.
Sagt verður ma., at eitt frælst
Skotland fær eitt búskaparhol
upp á 1,9% av BTÚ, og at hetta fer
at elva til stórar fíggjarpolitiskar
skerjingar og skattahækkingar.
Hinvegin verður ført fram, at
Skotland gerst eitt nýtt oljunoregi,
sum í sosialpolitiskum ljósið har
afturat gerst nógv javnari og betri
enn tað samfelag, sum í dag verður
stýrt úr Westminster í London.
Skilligt er, at umráðandi er
at hvessa sjónarmiðini, hvør hjá
øðrum, meðan ein veruleikin er, at
nógv av faktisku viðurskiftunum
ikki eru kend til fulnar fyrrenn
aftan á fleiri samráðingarumfør við
viðkomandi partar.
Stríðið um Skotland stendur í
hægsta blóma, og ikki er tað sørt,
at vit, næstu grannar teirra, kenna
fleiri av sjónarmiðunum aftur frá
okkara fullveldistíð, sum tíverri
ikki bar á mál í tí umfarinum.
Vinstra- og høgravend
sjónarmið
Skotar liggja longur til vinstru
enn bretar annars, og teir eru ikki
serliga væl nøgdir við høgravendu
stjórnirnar í Westminster. Stóru
skerjingarnar og áhaldandi ágang
urin móti EU hóvar teimum ikki.
Frælslyntir skotar eru sannførdir
um, at tað finst ein valkostur til ta
høgravendu neoliberalu kósina,
sum høgra- og fyri so vítt eisini
vinstravenda síðan í Westminster
stendur fyri.
Á
sambandssíðuni,
bæði
í
Holyrood og Westminster, halda
Labour,
Liberaldemokratar
og
Konservativir, at Ongland, Wales
og Norðurírland standa sterkari,
standa tey saman, og at Skotland
gerst fátækari og veikari, um fólka
atkvøðan gerst veruleiki.
Meðan skotar taka tað sum eina
sjálvfylgju, so sigur Westminster seg
als ikki hava góðtikið, at Skotland
fer avstað við oljukeldunum í Norð
sjónum.
Skotland fekk heimastýrið við
nógvum desentraliseringum, með
an Tony Blair sat sum forsætis
málaráðharri, og um tvey ár fær
skotska heimastýrið eisini víðkaðar
heimildir til at taka upp lán og
krevja upp skatt.
Men- hesum bíta skotar ikki á.
Eingin ivi er um, at teir saktans fóta
sær, um teir vilja tað sjálvir, hóast
nógv tjak framvegis er um, hvussu
búskaparligu útlitini eru, grundað
ma. á Hvítubók teirra og grundað
á búskaparfrágreiðingina frá IFS,
Institute for Fiscal Studies.
Føroyingar mistu tíverri sín
gylta fólkaræðisliga møguleika av
hondum eitt andarhald fyri tíggju
árum síðan, men fara teir vónandi
sum skjótast at taka upp annan tátt
og at vinna landi og fólki virðilig og
mannsømulig kor – og tað er ongan
tíð ov skjótt at taka upp henda tátt
aftur.
Nú Vinnunevndin hevur verið í
Kina og hugt eftir, um Múrurin er í
seyðhøgum standi, var tað hugsandi,
at Uttanlandsnevndin leitaði sær
til Skotlands, og har sannførdi seg
um, at fullveldisstríðið í Skotlandi
og í Føroyum eru tvær alin av somu
longd.
Sekstiátta ár eftir føroysku fólkaatkvøðuna, sum sambands
flokkarnir skipaðu fyri og lupu frá hin 14. sept. 1946, leita skotar
sær nú til valborðini hin 18. sept. 2014 í somu ørindum
Skotar fara at
ogna sær egið
land og alt tað
myrkablátt
litaða havið
kring Skotland
BBC Scotland news