hósdagur 23. januar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagmar Winther
f. 8/9-1911 – d. 18/1-2014
Fýra børn untist teimum
báðum Nicolinu og Andrassi
á Torlabrúgv í Funningi, og
Dagmar var tann seinasta
av teimum, ið eftir var, og við
henni fer eitt heilt ættarlið
undir mold. Hon vaks upp
í eini tíð, sum er nútíðar
menniskjum fjar – eini tíð,
tá bygdarlívið var treytað
av samanhaldi, sjálvbjargni
og hjálpsemi. Felags fyri hesi
systkin var, at tey vóru ógvu
liga góð við síni og duldu ikki
fyri tí.
Elstur av systkjunum var
beiggin Marius, sum fór til
skips at vinna fyri sína út
búgving sum lærari, og síðan
komu tær tríggjar systrarnar
Sigrið, Dagmar og Bina,
mamma okkara.
Tey kallaðu Dagmar Dadu,
og soleiðis hava vit kallað
hana alt lívið – Dadamostir.
Tær tríggjar fóru hvør
aftan á aðra á húsmanna
skúla í Høng í Danmark – tað
var skúli, sum donsku Hús
mannafeløgini róku, og har
dentur var lagdur partvíst
á húsarhald og partvíst á ta
mentan, sum háskúlarørslan
bar teimum ungu, ið tá vuksu
upp. Har fekk Dagmar lagt
aftrat tí førningi, hon fekk
heimanífrá, sum gav henni
eitt mentanarligt kjølfesti, ið
bar alt lívið.
Dagmar fór at læra til
sjúkrasystur. Helst mundi
hon fáa íblástur frá ommu
síni Siggu Kathrinu, sum
hóast ólærd var køn í sjúkra
røkt. Dada tók prógv á Drot
ning Alexandrines hospitali
í 1939, og so gekk leiðin til
Danmarkar at supplera, sum
tey kallaðu tað, t.v.s. taka
ískoytisprógv í sálarsjúku
frøði og á føðideild.
Lagnan lagaði tað so, at
hon var stødd í Danmark, tá
annar heimsbardagi brast
á, og arbeiddi hon tí í Dan
mark krígsárini, har hon
m.a. arbeiddi á eygnadeild
og virkin var við í felagslívi
millum landsmenn í danska
høvuðsstaðnum.
Í 1945 giftust hon við
Kartna
Winther,
og
tey
bæði hava ofta sagt frá, at
brúðardansurin var dansað
ur umborð á ferðamanna
skipinum, sum førdi tey heim
aftur til Føroya.
Teimum
untist
langt
hjúnalag. Tey búsettust í
Tungugøtu mitt í Havnini
og fingu synirnar Mads
Andrias og Árna. Tá teir
vóru tilkomnir, tók Dada
mostir upp aftur sítt sjúkra
systrayrki. Hon var lærari á
forskúlanum árini 1961-71 og
arbeiddi seinni á Statshospi
talinum frá 1971 til 1981.
Hesi seinastu árini hevur
hon búð á Tjarnargarði, hagar
hon flutti, tá hon gjørdist
óhjálpin. Nú trongdi hon til
hvíldina.
“Gott at hava hvíld í væntu,
lækkar sól á síni ferð.”
(Kingo/ Axel Torgarð)
Fram fyri okkum rennur
eisini kvøldarsangurin, sum
mammubeiggi okkara yrkti,
og tá kanska serliga hesar
reglurnar:
“Legg teg nú og sov, góða
lítla barn hjá mær,
droym um summardáar og
eingilin hjá tær”
Hvussu kunnu vit best lýsa
Dadumostur, og hvussu hon
var?
Vit gloppa hurðina inn í
Tungugøtu, og hon stendur
har so vøkur við opnum
ørmum. Ofta nógv fólk í húsi,
gestir, sum skuldu hava mat
og song.
Tað føldist sum eitt ævin–
týr hjá okkum, sum komu av
bygd at vitja hagar, og ikki at
gloyma, tá vit fingu pakka
frá henni. Hon var frálíkur
kokkur og røkti eitt vakurt,
mentað heim, við málningum
á veggjunum, vøkrum tepp
um, og sjálv vav hon bæði
til innbúgv og myndir. Hon
dugdi alt, sum tikið verður
til í Bænadiktsvísu:
Hun kan alt med hænder
gøre,
som sømmer vel en kvinde,
hun kan bog og runemål,
det røde guld kan hun
spinde.
Har, sum hon var, var látur og
skemt, ein alfevnandi kær
leiki til alt og øll. Eitt eym
ligt klemm, eitt blídligt smíl,
ein hjartaligur látur. Hon fór
dansandi gjøgnum lívið, ung í
sinni – altíð kátast av teimum
kátu, men við umsorgan fyri
teimum, ið ikki vóru so væl
fyri.
Best av øllum minnist okk
um hana í dansinum, tá hon í
føroyskum klæðum dansaði
við hógv og góðum sið og
t.d. skipaði “Bøhmerlands
dronningen” - vísuna, sum
pápi hennara yndaði:
“Igen da blev den grønne
jord
med silke så vidt overbredt;
op stod unge frøken
Dagmar,
hun blev på Riberhus ledt.
Den frøken kom af ædelige
Bøhmerlande.”
Nú er hon sjálv farin upp í
ringin av teimum, sum undan
fóru, meðan minnini um
hana dansa víðari í okkum,
sum vóru góð við hana.
Góðu Mads og Anne Lise,
Árni og Sigga og øll tykkara!
Tykkum øllum senda vit
kvøðu við samkenslu.
Systkinabørnini úr
Klaksvík,
Tóra, Andrass, Árni, Heðin
og Nicolina
2. jan. fingu Maikin Isholm Simonsen og Per Højgaard, Keyp
mannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 4130 gr. og var 53 cm til
longdar.
7. jan. fingu Anna Katrina O. Arge og Oddur Friang Rasmussen,
Frederiksberg, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4015
gr.
14. januar fingu Sigrid Jacobsen & Helgi Strøm, Trongisvági, eín
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4050 gr.
17. jan. fingu Birita Ingolfsdóttir Nybo og Levi Tróndarson Nybo,
Strondum, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4040 gr.
4. januar fingu Ári og Fía eina lítlasystur, ið eitur Ida. Hon
var 52 cm long og vigaði 4220 gr. Foreldrini eru Heidi og
Bjarni Mortensen, Tórshavn.
13. januar fingu Helen Jacobsen og Joen Magnus Danielsen,
Argir, ein son. Hann vigaði 3910 gr. og var 53 cm langur.
15. januar fingu Eydna og Kristian Østergaard, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3550 gr. Diddan
hevur fingið navn og eitur Svanna Østergaard.
Føðingar
3. januar kom hendan fitta gentan í verðina á Hvidovre
Hospitali. Hon vigaði 3736 g og var 53 cm long. Foreldrini
eru Andrias Samuelsen Tórshavn og Durita Waag
Høgnesen Vestmanna.