hósdagur 23. januar 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð
um tína útbúgving, men nú kanst tú
fáa svar upp á spurningar um lestur
her í Sosialinum. Holger Arnbjerg,
sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg
Róin, lærari á Føroya Studentaskúla
í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey
fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við
at vegleiða fólki, sum ætla sær undir
útbúgving í Føroyum ella uttanlands,
antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.fo,
og so svara Holger og Bjørg tær her í
Sosialinum.
Kvotu 2-krøv til hægri útbúgvingar í
Føroyum og í Danmark
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar.
Allastaðni.
Sjálvlesandi
Vit fáa sera nógvar spurningar um , hvussu
mann skal bera seg at, um man ætlar at vera
sjálvlesandi á einum miðnámsskúla.
Svar:
Nú fer øll tilmelding sum sjálvlesandi fram hjá
Mentamálaráðnum. Tú skalt fara inn á www.
innskriving.fo. Har stendur millum annað :
Treytir fyri innskriving í
miðnámsskúla til próvtøkur
á sumri 2014 :
•
Tú skalt sjálv/ur í seinasta lagi 1. februar
2014 hava tosað við ein lestrarvegleiðara
á skúlanum, ið tú hevur innskrivað teg til
sum sjálvlesandi.
•
Hevur tú ikki í seinasta lagi 1. februar 2014
tosað við ein lestrarvegleiðara og faklærara
og avtalað fyribils pensum, ert tú ikki
innskrivað/ur til próvtøku, og inngoldna
upphæddin verður ikki goldin tær aftur.
•
Tú skalt í seinasta lagi 25. februar 2014 hava
avtalað endaligt pensum við faklærara í tí/
teimum lærugrein/um, tú hevur innskrivað
teg til próvtøku í. Skúlin vísir á faklærara.
Bæði tann sjálvlesandi og faklærarin
skulu í seinasta lagi 25. februar 2014 hava
undirskrivað pensumuppgevingarnar.
•
Tá ið tú innskrivar teg til próvtøku í
lærugrein á A- ella B-stigi, skalt tú í
nógvum lærugreinum hava lokið stigið
beint undir. Uttan at hava lokið stigið beint
undir, kanst tú ikki fara til próvtøku. Tú
skalt sjálv/ur skjalprógva, at tú hevur lokið
tey kravdu stigini. Hetta ger seg tó ikki
altíð galdandi, og tí er tað sera neyðugt, at
tú tosar við vegleiðara um krøvini í teimum
einstøku lærugreinunum.
•
Innskrivingin kostar 300 kr. fyri hvørja
lærugrein. Tá tú hevur verið til próvtøku,
fært tú peningin aftur. Eisini fært tú
peningin aftur, um tú meldar frá próvtøku
í seinasta lagi 1. apríl
Meira útgreinað vegleiðing er á innskriving.fo
Á studentaskúlanum í Hoydølum
eru eisini hesar treytir :
Tá tú hevur innskrivað teg á innskriving.fo,
skalt tú umframt prógv (nevnd omanfyri)
eisini senda navnabræv/dópsváttan til skúlan,
og tá skúlin hevur móttikið hesi skjøl, fært tú
navn á lærara, sum skal føra teg til próvtøka,
og tú fært pensumlista.
Vinarliga Holger og Bjørg
Staðið eller ikki?
Góðu tit,
Eg eri vorðin studentur.
Nú ætli eg mær at lesa víðari, men eg eri í iva,
um eg uppfylli treytirnar at sleppa inn til ta
útbúgvingina, sum eg ætli mær. Eg skal hava
staðið støddfrøði, men próvtøkan í skrivligum
støddfrøði gekk illa, eg fekk bert 5. Eg var ikki
upp í munnligum í støddfrøði, so ársmetið
er ført yvir - eitt 7-tal. Ársmetið í skrivligum
støddfrøði var 7.
Svar :
Góða tú,
Tú hevur staðið støddfrøði.
Munnligt
er
miðal
av
skrivligum
og
munnligum støddfrøði 7, og skrivligt er miðal
6 (5 og 7).
Í tínum føri verður tú “bjargað” av tínum
ársmeti.
Vinarliga
Holger og Bjørg
Upptøkan eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar,
sum av ymsum orsøkum ikki kunnu verða
tiknir upp á hægri útbúgvingum eftir
kvotu 1, ella har umsøkjari hevur annað
javngott prógv á sama stigi ella hægri.
Tá verða eisini aðrir førleikar enn gym
nasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í
metingina.
Útlendskir umsøkjarar og tey sum
skulu hava undantaksloyvi skulu eisini
søkja gjøgnum kvotu 2, har umsókna
rfreistin er 15. mars 2014 bæði í Føroyum
og í Danmark. (Tá mann søkir eftir kvotu
1, verður bert hugt at miðaltalinum frá
miðnámsskúlapróvnum. Umsóknarfreist
in er fyrst í juli.)
Tað er útbúgvingarstaðið, sum setir
treytirnar fyri kvotu 2 á ymsa útbúgving
unum. Útbúgvingarstaðið tekur upp við
støði individuellari meting av hvørjari
kvotu 2-umsókn. Krøvini kunnu vera
ymisk frá útbúgving til utbúgving.
Hvør kann søkja?
Lestrarplássini á kvotu 2 eru fyri tað
mesta avmarkað frá 10 % og uppeftir, og
tey kunnu søkjast av fylgjandi:
•
Umsøkjarar, sum hava annað upp-
tøkugrundarlag enn gymnasialt mið
námsskúlaprógv, men sum kann javn
setast við tað.
•
Umsøkjarar við einum altjóða, út
lendskum prógvi.
•
Umsøkjarar, sum søkja inn á eina
útbúgving við upptøkuroynd og/ella
upptøkusamrøðu sum upptøkukrav.
•
Umsøkjarar, sum ynskja/søkja undan
tak frá kravinum um atgongugevandi
prógv.
•
Umsøkjarar, sum hava atgongugevandi
prógv og lúka upptøkutreytirnar, men
sum hava tørv á at verða mettir eftir
øðrum skjalprógvaðum førleikum,
afturat miðaltalinum – t.d.:
*
Partur av hægri útbúgving
*
Viðkomandi ískoytisfak og karakterir
nir frá atgongugevandi próvnum
*
Arbeiðsroyndir (viðkomandi)
*
Háskúlauppihald ella uppihald í út
landinum
*
Frítíðarleiðari, venjari og líknandi
Tann motiveraða umsóknin
Í sambandi við flestu kvotu 2-umsóknir
skal mann eisini skriva eina motiveraða
umsókn/ævisøgu, sum kann vera sera av
gerandi. Motiveraða umsóknin skal siga
nakað um tína motivatión, tínar orsøkir
og mál við at søkja inná útbúgvingina,
og tínar førleikar, evni og eginleikar. Tað
skal vera ein persónlig lýsing av tí, ið tú
vilt leggja áherðslu á í sambandi við um
sóknina. Hon skal geva eina fatan av tær,
hvussu búgvin tú ert, tínum førleikum og
tínum hugsanum í sambandi við lesturin.
Vís, at tú hevur kunnleika til útbúgving
ina.
Minst til at hugleiða yvir tínar royndir
frá vinnulívsarbeiði, ískoytisútbúgving
um, sjálvbodnum arbeiði, uppihaldi uttan
lands o.s.fr. Spyr teg sjálva/n: Hvørjar før
leikar hava ymsu royndirnar givið mær?
Hvat havi eg lært? Og hví haldi eg, at hetta
hevur týdning fyri lesturin?
Set teg til dømis saman við øðrum,
sum kenna teg væl. Tosa við tey um,
hvørjar førleikar ella gávur, tey síggja í
tínum royndum. Hvat vísa tínar royndir,
at tú dugir væl?
Kom í gongd við umsóknina í góðari
tíð, soleiðis at tú nært at rættlesa hana
væl.
Á nøkrum útbúgvingum er umsóknar
trýstið stórt, og tí eru ávísir førleikar ofta
eitt krav, fyri at verða tikin upp. Umvent
kanst tú ikki vera vís/ur í upptøku, hóast
tú heldur, at tú lýkur nevndu krøvini.
Ein heildarmeting verður gjørd av
hvørjum umsøkjara.
Mann skal ikki søkja inn á somu
útbúgving
eftir
bæði
kvotu
1
og
kvotu 2. Søkir tu eftir kvotu 2, verður
tú
mett/ur
eftir
báðum
kvotum.
Søk eftir kvotu 2, um tú ikki ert vís/ur í, at
títt miðaltal er nóg høgt, og tú metir, at tú
hevur førleikar, sum samsvara við kvotu
2-krøvini á útbúgvingini.
Umsóknarfreistin fyri kvotu
2-umsøkjarar er tann 15. mars
www.setur.fo
www.optagelse.dk