hósdagur 23. januar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Í farnu viku gjørdi HB leigu
sáttmála við Brøndby um, at
René Shaki Joensen komandi
hálva árið skal spæla við
HB. Ein tíð í stóra søguríka
danska felagnum er komin
at enda. René er ikki í iva um,
at hann hevur tikið røttu av
gerðina, og væntar ikki at
steðgurin verður longur enn
eitt ár.
– Hetta er tann rætta av
gerðin fyri meg. Tað eru ongi
útlit fyri spælitíð í Brøndby
meðan
HB
kann
bjóða
vaksnamannafótbólt og tað
sosiala sum fylgir við, sigur
René Shaki Joensen, sum
síðani 2009 hevur verið sátt
málabundin í Brøndby.
– Tað er ein løgin kensla
at siga farvæl, men tað er
somuleiðis ein góð kensla, at
fáa eina nýggja avbjóðing og
koma til eitt nýtt felag, leggur
René afturat.
Hví Føroyar og hví HB?
Lagið á René er gott. Sein
astu fimm árini hevur hann
livað sum yrkisspælari í stóra
danska felagnum, men nú ein
nýggjur kapitul er byrjaður í
lívinum hjá René. Hann skal
á fyrsta sinni spæla vaksna
mannafótbólt. Hann hevur
bara spælt eykaliðsfótbólt og
ungdómsfótbólt í Brøndby.
Tað vóru fleiri ting, sum
spældu inn, tá René valdi HB
framum onnur feløg í triðj
bestu deildini í Danmark, og
onnur feløg í Føroyum.
– Avgerðin um at velja HB
er bygd á tann ítróttarliga
partin. Eg eri útleigaður og
tí vigar tann fíggjarligi part
urin einki í mun tað ítróttar
liga. HB hevur ein sterkan
hóp og spælir tað slagið av
fótbólti, sum passar til mín,
og so er tað eisini mítt barn
dómsfelag, sigur René.
Tað verður mangan funn
ist at føroyskum spælarum,
sum koma aftur til Føroyar
at spæla. Mett verður, at teir
ikki hava tað, sum skal til
fyri sláa í gjøgnum. Hetta
verður mangan illa sæð, men
hesum kritikkinum ræðist
René ikki.
– Hetta er tað besta valið
fyri meg. Eg kundi eisini verið
farin til Jylland og spælt við
einum liðið, sum nokk ikki er
betri enn tey her í Føroyum.
Nú kann eg koma heim og
spæla vaksnamannafótbólt
og fáa ment meg, sigur René
Shaki Joensen víðari.
Einsemi í Brøndby
René hevur í tíðini í Brøndby
upplivað upptúrar og niður
túrar. Frá at vera á gáttini til
eitt pláss á liðnum í 2011, til
at ganga skaddur meginpart
in av 2013. Lívið í einum stór
felagið kann verða einsligt og
avbjóðandi.
– Eg kann taka nógv við
mær úr Brøndby. Eg havi
lært at liva sum yrkisspælari,
og komi nokk altíð at duga
at ansa eftir kroppinum hjá
mær, men eg havi eisini lært
av mótganginum, sigur René
og heldur fram.
– Í einum stórum felagi
sum Brøndby eru spælararnir
ikki vinir, men heldur ar
beiðskollegar. Tá venjing er
liðug, so fara allir hvør sín
veg. Tá tú sum eg ikki hevur
gingið í skúla við síðuna av
og hevur verið skaddur, so
kann gerandisdagurin blíva
einsligur, greiðir René frá.
– Fótbóltsverðin er stór og
tað mást tú læra at liva við.
Tað krevur nógv at spæla við
einum felagi sum Brøndby IF,
sigur René, sum eisini hevur
fleiri góð minni frá tíðini í
Danmark.
– Besta tíðin var fyrra
hálva í 2011. Eg var á gáttini at
koma á besta liðið. Eg spældi
allar venjingardystirnar og
skoraði enntá í seinasta dyst
inum áðrenn kappingin fór í
gongd aftur, greiðir René frá,
sum tó ikki fekk nógvar min
uttir á besta liðnum alíka
væl.
– Eg fekk debut móti AGF,
men annars bleiv tað ikki til
nakað av spælitíð. Tað iðrar
meg mest, at eg ikki fekk
møguleikan tá, sigur U21
landsliðsspælarin, sum eisini
vísir á hvussu skjótt tað kann
ganga í fótbólti.
– Vit kunnu taka eitt dømi
í Dario Dumic. Hann hevur
spælt nógv hetta kappingar
árið og klárað seg væl sum
triðja val í miðverjuni. Nú
hevur
Brøndby
brádliga
keypt miðverja og hava ætlan
um at keypa ein afturat.
Nú kann hann blíva fimta
val, sjálvt um hann hevur
spælt væl, sigur René Shaki
Joensen og fortelur víðari.
– So skjótt kann tað ganga.
Tað er eitt kalt umhvørvi.
Spælir tú illa ella klárar teg
illa til venjing, so kanst tú
blíva útifyrstur av hinum í
hópinum. Spælir tú hinvegin
væl, so er tú brádliga besti
vinmaður hjá venjaranum,
sum prátar við teg og heldur
um teg, greiðir René Shaki
Joensen frá.
René
er
framvegis
Brøndby IF spælari, men tað
tykist greitt, at framtíðin ikki
liggur í bláa og gula felag
num.
Gleði meg at
spæla í Gundadali
Hóast René hevur verið part
ur av einum stórum felagi í
Danmark, so gleðir hann seg
at sleppa at spæla í Gunda
dali við HB.
– Tú skal minnast til, at
eg havi ikki spælt »senior«
fótbólt í Brøndby. Tí síggi eg
eisini góðar møguleikar fyri
at mennast í HB. At skula
spæla hvørt vikuskifti hevur
stóran týdning. Og so gleði eg
meg at sleppa spæla í Gunda
dali móti eitt nú B36. Tað
gleði eg meg til, sigur nýggi
spælarin hjá HB, sum ætlar
sær at spæla á bakkinum.
– Eg havi verið fluttur runt
á fleiri pláss, men nú tími eg
ikki bara at verða ífylla. Eg
eri komin í ein aldur, har eg
má finna mítt pláss og tað er
á høgra bakki, sigur René og
leggur afturat.
– Eg komi helst at arbeiða
við síðuna av fótbóltinum,
men eg ætli mær at liva sum
ein yrkisfótbóltsspælari með
an eg eri í Føroyum. Ætlanin
er, at steðga í mesta lagi í eitt,
sigur René.
Eftir at hava livað í
óvissini í eina tíð, so fegnast
René bara um, at hann veit
hvat hann skal gera komandi
hálva árið.
– Eg angri ikki, at eg fór til
Brøndby og eg eri glaður fyri
tíðina í felagnum, men nú
gleði eg meg bara at sleppa
at spæla, sigur René Shaki
Joensen at enda.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Tað sigur René
Shaki Joensen,
sum eftir
skjótt fimm ár í
Brøndby hevur
valt at koma
aftur til barn
dómsfelagið
at spæla
HB er rætta valið fyri meg
Mynd: Álvur Haraldsen
rené til meistararnar