Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 24. januar 2014 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Eftir at tað hevur verið hond­ bóltur á hægsta europeiska støði – og tað vil eisini siga al­ tjóða støði – á skránni hvønn dag síðani næstsíðsta sunnu­ dag, var frídagur í gjár í EM endaspælinum fyri menn, sum hesar báðar seinastu vik­ur­nar hevur verið í Dan­ mark. Hálvfinalurnar vera í kvøld, og sunnudagin verð­ur avgjørt, hvør verður europa­ meistari 2014, og hvør fer at fáa silvur og bronsukrónur um hálsin, og hvør verður nummar fýra. Fyrsti dysturin í dag verð­ ur klokkan 15.00. Burtur­sæð frá hálvfinalunum er bara ein dystur eftir – um fimta plássið. Ísland hevur enn eina ferð megnað at spæla seg fram millum tey bestu. Tað vekir ans, at tað er Ísland, sum skal spæla um 5. plássið ímóti Póllandi. Miku­ dagin var Ungarn favo­rittur, men óvæntað eydnaðist tað Eysturíki við íslendska venjaranum Patreki Jóhannesson á odda at vinna 25-24. Ungarn var framman­ fyri 13-9 í hálvleikinum. Mið­skeiðis í 2. hálvleiki varð javnt, og síðsta korterið var Eystur­ríki omaná. Hetta úrs­litið bar við sær, at tað er Ísland og ikki Ungarn, sum skal spæla ímóti Póllandi seinna­partin í dag. Hálvfinalurnar Fyrra hálvfinalan verður klokk­an 17.30. Talan er um granna­uppgerð millum olymp­isku meistarar­nar úr Frak­landi og heims­meistarar­ nar úr Spania. Seinna hálv­ finalan verður klokkan 20, tá ið donsku favorittarnir við 15 túsund áskoðarum í Jyska Bank Boxen í Herning skulu spæla ímóti Kroatia. At tað eru hesi fýra, sum hava rokkið hálvfinaluni, kem­ur ikki óvart á. Tað varð roknað við hesum, áðrenn fyrsta bríkslið í kappingini næst­síðsta sunnudag. Upp­ gerðin millum Frakland og Spania verður mett at vera púra opin. Frakland tapti miku­kvøldið ímóti Svøríki, sum við 30-28 sigri rættaði ryggin eftir eyðmýkingina týs­kvøldið, tá ið Pólland við 35-25 sigri bankaði sviar bæði bláar og gular. Spania hev­ur higartil bara tapt í inn­leið­ andi umfarinum ímóti Dan­ mark. Mikukvøldið spadser­ aðu spaniólar seg til 33-22 sigur á Makedonia. Danmark vann EM fyri tveim­um árum síðani, og tað verður stórt vónbrot í Dan­ mark, um tað ikki eydnast Ulrik Wilbek og hansara monn­um at spæla seg í final­ una og at vinna gull. Kroatia hevur tríggjar ferð­ir á rað tapt í hálvfinaluni í ávika­víst HM, OL og EM. HM hálvfinaluna í fjør vann Danmark 30-24 á Kroatia, sum harvið hevur møguleika at siga takk fyri seinast. Danmark verður mett at vera favorittur av fleiri orsøk­um. At danska liðið hev­ur størri breidd enn hini lið­ini sást mikukvøldið, tá ið Dan­mark – við størstu stjørn­unum á beinkinum – vann trivaligan 32-23 sigur á Ís­landi. Tað er sjálvandi fyri­munur hjá dønum, at teir eru á heimavølli, og tað er eisini fyri­munur, at teir hava vunn­ið allar seks dystirnar higartil á sama vølli. Størsti fyimunurin er tað ivaleyst, at skráin hjá heimaliðnum higar­til hevur verið lagalig. Eitt nú noyddust kroatar miku­ kvøld­ið at stríðast av øllum alvi og við lyklaspælarunum á vøll­inum mest sum alla tíð­ ina, áðrenn teir við 31-28 sigri á Póllandi tryggjaðu sær pláss­ið í hálvfinaluni. Ísland vekir ans Fólkafátækasti luttakarin í EM endaspælinum er Ísland. Nógvu tey seinastu árini hev­ ur íslendska landsliðið ver­ið millum tey bestu, og soleiðis er tað eisini hesa ferð, hóast grannar okkara fyri vest­an ikki fara til hús við heiðurs­ krón­um um hálsin. Í 2010 vann Ísland bronsu í EM, og besta avrikið nakrantíð var tað, tá ið Ísland í OL í Kina í 2008 rakk finaluni. 28-23 tapið ímóti Fraklandi bar silvur­krónurnar við sær. Umframt omanfyri nevndu avrik er 5. plássið í HM í 1997 og fjórða plássið í EM í 2002 stað­festing av, at Ísland nógvu tey sein­astu árini hevur verið mill­um tey bestu. Ofta hoyrd­ist, at tað var Ólafur Stéfansson, sum eitt skifti varð rokn­að­ur at vera heimsins besti hond­ bólts­spælari, ið mest sum einsa­mallur gjørdi munin. 40 ára gamli snillingurin er ikki longur á landsliðnum, sum fram­vegis stendur seg væl. Hesa ferð er liðið skert, tí lyklaspælarar orsaka av skað­um ikki eru í Danmark. Her verður hugsað um Ólaf Gustafsson og Alexander Pettersson, sum teljast mill­ um størstu stjørnurnar í týsk­ um hondbólti. Teir sita við hús, og ein annar av teimum heilt týdningarmiklu, Aron Pálmarsson, sum dagliga skipar spælið í THW Kiel í Týsk­landi, hevur verið so mikið skaða­plágaður, at hann ikki hevur verið so nógv á vøllinum. Maður kemur í mans stað plagar at verða tikið til. So­leiðis er tað eisini í ís­ lendskum hondbólti, hóast fólka­grundar­lagið ikki eru so stórt sum hjá kapp­ingar­ neyt­unum. Tað sæst eitt nú í, at íslendingar eiga besta mál­skjúttan í EM enda­spæl­ inum. Guðjón Valur Sigurðsson úr THW Kiel í Týsklandi skor­aði tíggju mál ímóti Dan­mark, og hann hevur møgu­leika at enda ovast á mál­tind­inum. Íslendingurin hevur higartil skorað 44 mál. Tveir teir næstu eru Kiril Lazarov úr Makedonia við 38 mál­um og Siharai Rutenka úr Hvíta­russlandi við 34 málum. Hesir báðir eru saman við lið­feløgunum farnir til hús. Einasti avbjóðarin hjá ís­lend­ inginum at taka mál­tind­in er Joan Canellas úr Spania, sum hevur skorað 32 mál. Hann skal spæla tveir dystir aftrat, meðan Guðjón Valur Sigurðsson bara skal spæla seinna­partin í dag aftrat. Ísland og Danmark Mongu tey seinastu árini hev­ ur tað oftast verið ógvu­liga tætt millum Ísland og Dan­ mark. At munurin varð so stórur í gjárkvøldið komst av, at ís­lendingar ivaleyst vóru moyr­ari enn heimamenninir. Men tað spældi eisini inn, at tað undan norðurlendsku upp­gerðini var íslendingum greitt, at Ísland í dag skal spæla um fimta plássið uttan mun til, hvussu tað gekk ímóti Danmark. Íslendingar rósa dønum fyri at hava eitt framúr lið. Íslendski venjarin, Aron Kristjansson, sigur soleiðis: – Hetta er besta liðið, sum vit hava hitt í hesi kapp­ing­ini. Ferðin hjá teimum var stór alla tíðina, og tað bar trupul­ leikar við sær hjá okkum í 2. hálvleiki. Nú fara vit at stríð­ast fyri at vinna fimta plássið. Um tað eydnast, so eru vit nøgdir, tá ið vit hava í huga, at vit longu undan kapp­ing­ini vóru skerdir orsaka av skaðum. Danir kenna væl íslendskar hondbóltsspælarar. Fleiri eru í donsku landskappingini. Tá ið EM kappingin verður av, fer íslendingurin Guðmund Þórði Guðmundsson at taka við sum danskur lands­liðs­ venjari eftir Ulrik Wilbek. Hann hevur áður havt ábyrgd­ina av íslendska lands­ lið­num, og danir rokna hann at vera tann best skikkaða at taka við eftir framúr Ulrik Wilbek. Tað er longu greitt, at Dan­mark skal taka lut í HM enda­spælinum, sum verður í Katar næsta ár. Spania sum heimsmeistari, og Frakland, Kroatia og Danmark hava kvali­fi­serað seg. Níggju europeisk lond aftrat skulu til Katar. Átjan europeiskar hond­bóltstjóðir fara at kapp­ ast um tey plássini. Eing­in ivi er um, at Ísland er ein av favo­rittunum at spæla seg í HM enda­spælið. Íslendingar eru fan­tastiskir! joannes@sosialurin.fo Hondbóltur Tað vekir ans í altjóða hondbóltsheiminum, at grannar okkara fyri vestan enn eina ferð hava megnað at spæla seg millum tey bestu í einum endaspæli Íslendingar eru fantastiskir Myndir: Polfoto