Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 6 VIKUSKIFTI Jónhild. Longu sum 13 ára gamalur var eg til undirvísing í samkomuni um parlag og øllum tí, ið hartil hoyrir, og har lærdi eg týdningin av at virða kvinn­una fyri tað, hon er, og at virða henn­ara mørk, eisini um hon ikki setur tey sjálv. Tí havi eg eisini altíð vitað, at sex skuldi eg bíða við, til eg var giftur. Og so havi eg so at siga innrættað meg eftir tí, fortelur Tórur. Bæði halda tey, at tað er umráðandi, at tú ikki fert í eitt parlag bara fyri at vera í parlagi. – Eg vil siga, at um hjúnaband ikki er í høvdinum, tá mann kemur sam­ an, so føli eg ikki, at tað gevur nakra mein­ing at vera í parlagnum. Tá tú fert í par­lag við einum, er tað við hjúnabandi í huga­num, sigur Jónhild, og Tórur leggur afturat: – Tíðin, meðan mann er par, brúkar mann upp á at finna útav, um mann vil giftast við viðkomandi ella ikki. Hugsa um útsjónd og atburð Av tí at Jónhild og Tórur hava tikið av­ gerð um at bíða við seksuellari samveru, til tey eru gift, eru tey eisini tilvitað um ikki at freista hvønnannan og ei heldur flirta við øðrum. – Eg hugsi nógv um ikki at freista Tór. Nú eri eg ikki týpan, sum gongur nógv í tættsitandi klæðum og pynta seg, men til dømis gangi eg ikki í niður­ ring­andi blusum ella stuttum kjólum. Tað sømir seg ikki heilt, haldi eg. Fari eg í ein kjóla havi eg altíð onkrar svart­ ar sokkabuksur innanfyri, fortelur Jónhild. Tóri dámar væl, at hansara trú­lovaða eisini er tilvitað um ikki at freista við teimum klæðunum, hon etur seg í. – Flestu fólk hugsa, at um ein genta fer í ein tættsitandi, niðurringaðan topp og ein heilt stuttan kjóla, so er hon ílatin fyri at tiltrekkja mannfólk, sigur Tórur. Jónhild hugsar ikki bert um út­sjónd­ ina, men eisini um sín atburð. – Eg vil ikki vera flirtut, og tað er nak­að, sum eg eri tilvitað um. Eisini tí eg veit, at Tóri ikki dámar slíkt, og tí klemmi eg heldur ikki dreingir bara so­leiðis uttan víðari. Míni klemm skal sjeik­urin hava og eingin annar, sigur Jónhild og hyggur forelskað upp á Tór. – Ja, eg havi eisini glevsað eftir onkr­um, ið hevur klemmað teg í so leingi. Eg haldi bara ikki, at tað er í lagi, at vinmenn ella onnur mannfólk taka um damuna hjá mær bara soleiðis, sigur Tórur. Ongar One Night Stands Hvørki Jónhild ella Tórur halda tað vera rætt, at tilvildarlig fólk eru kynsliga saman. Ikki bara tí, at sex fyri tey hoyrir til í einum hjúnabandi, men eisini tí at sex ikki eru so einkult, sum fólk hava lyndi til at gera tað. – Vit liva í einum ekstremt seksuali­ ser­aðum samfelag, har kynslig samvera bara er ein gerð sum so nógv annað. Men eg haldi, at tað er so nógv tengt afturat sex, sigur Tórur og greiðir nærri frá: – Fólk skilja kenslur og trúðskap frá sex. Veruleikin er tann, at so skjótt tú hev­ur verið kynsliga saman við einum per­sóni, bindur tú teg nógv meira til við­komandi, enn tú gevur tær far um. Ofta erður sagt, at tað er, meðan tú ert ungur, at tú skalt eksperimentera og royna nógv ymiskt, men eg haldi, at tað ger bara, at tú skaffar tær eina rúgvu av seksuellum viðføri. Tá tú so eina­ferð møtir tí rætta ella røttu, hevur tú so nógv ting frá fortíðini, soleiðis at tú altíð fert at hugsa um hin persónin, tú vart saman við, tí nú sær persónurin, tú ert saman við, ikki líka út, ger ikki tey somu tingini og so framvegis. Tú hev­ur so nógvar kenslur við, at tað bara skap­ar trupulleikar, fortelur Tórur. Tá Jónhild hugsar um ung fólk, sum fara saman við onkrum tilvildarligum per­sóni, tey kanska nóg illa kenna, heldur hon tað vera harmiligt, at tey ikki hugsa um alternativið, sum er at bíða við kynsligari samveru til mann er hjún. – Onkuntíð hugsi eg, at eg hevði viljað, at tey vistu nakað betri. Eg føli, at eg og Tórur hava fatur á onkrum góð­um, júst tí vit eisini liva, sum vit gera, og tað vildi eg ynskt, at onnur eis­ini høvdu kunnað upplivað, sigur Jónhild. Hava greiðar reglur Longu frá fyrsta degi sum par, hava Jónhild og Tórur havt nakrar greiðar reglur, sum tey halda seg til. – Vit sova ikki saman og hava ikki sex. Hasi bæði tingini hava ongantíð ver­ið ein spurningur ella nakað, vit hava kjakast um yvirhøvur. Tá vit hava ferð­ast saman, sum vit hava gjørt nakrar ferðir, hava vit sovið í hvør sín­ um húsið, og í onkrum føri hevur tað verið í hvør sín­um kamari, fortelur Jónhild. Onkur vildi kanska sagt, at einki hend­ir við bara at sova saman, men tað er ein útsøgn, tey bæði ikki eru heilt samd í. – At liggja og klemmast við unn­ust­ uni í eini song og so ikki føla seg freist­ aðan til at gera meir, tað er ringt. Nú havi eg sett mær fyri, at sex er nakað, eg ikki ætli mær at gera, áðrenn eg eri giftur maður, og so er eingin orsøk til at gera tað ringt fyri seg sjálvan, sigur Tórur og vísir samstundis á, at tey sakt­ ans kunnu mussast og klemmast. – Vit klemmast nógv, men ikki so­ leiðis, at tað kann føra til nakað seksu­ elt. Tað er ikki altíð líka lætt at halda seg til reglarnar, men so er gott at vera tvør, sigur Jónhild og hyggur flennandi upp á Tór. – Ja, vit hava verið í støðum, har vit hava verið freistað, men so er tað, eg plagi at siga »nei, nú er songartíð«, og so koyri eg heim til Sørvágs, sigur Tórur. Giftast í apríl Jónhild og Tórur hava líka síðani tey funnu saman fingið viðmerkingar frá fólki um teirra lívsstíl og serliga um teirra fráhaldni. Og viðmerkingarnar eru ikki blivnar færri, nú tey skulu giftast. – Eg havi hoyrt onkran siga, at tey halda tað vera løgið, at vit vilja giftast, tá vit bara hava verið saman í eitt ár, hava ikki búð saman og ei heldur verið saman seksuelt, men vit hava tann hug­ burðin, at so leingi mann tosar saman um tingini, so skal tað nokk ganga, sigur Jónhild. – Hatta har við at vit ikki hava búð saman og tí ikki kenna trupulleikarnar í gerandisdegnum, kunnu vit ikki brúka til nakað. Til dømis ivist eg ikki í, at eg fari at fáa skeld, tí eg ikki ruddi nóg nógv, men hasi tingini eri eg fyri­reik­ aður upp á. Tað koma ivaleyst støður, har vit eru ósamd men so tosa vit um tað og taka tað harfrá, sigur Tórur. Tann 19. apríl skulu tey giftast, og tað er ein dagur, tey leingi hava glett seg til. At tey tá eisini kunnu vera sam­ an seksuelt er tó ikki tað, sum stendur fremst í huganum, hóast tey hugsa um tað. – Eg havi vinmenn, sum eru giftir og eiga børn, og teir siga allir, at sex fyrstu ferð er løgið, og tú dugir ikki ser­liga væl. Men soleiðis er tað bara. Tað góða er, at riggar tað ikki ein dag, so veit mann, at tað koma fleiri aðrir dagar, sigur Tórur, og Jónhild leggur afturat: – Onkur hevur sagt við meg, hvat nú um tit ikki passa saman. Men ein maður fortaldi mær einaferð, at so leingi tað er ein genta og ein drongur, so passar mann saman. Tann útsøgnin passar iva­ leyst, sigur Jónhild. Tá tey eru gift, er ætlanin at flyta í íbúð saman. Eftir summarfrítíðina fara tey til Danmarkar at búgva, tá Tórur skal taka seinasta partin av út­búgv­ing­ ini sum grannskoðari. Ein tíð tey gleða seg til. – Tað verður suverent! Og tað verður deiligt ikki at skula fara frá hvørjum øðrum hvørt kvøld, sigur Jónhild. Mynd: Álvur Haraldsen – Eg føli, at eg og Tórur hava fatur á onkrum góð­um, júst tí vit eisini liva, sum vit gera, og tað vildi eg ynskt, at onnur eis­ini høvdu kunnað upplivað, sigur Jónhild