Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 7 VIKUSKIFTI Hvat er títt starv? – Stjóri á Visit Tórshavn. Hvat er tað besta við starvinum? – At seta gongd í nýggj tiltøk. Hvat riggaði væl við jólastákinum? – Nú var veðrið í desember sera keðiligt, men eg haldi at jólahugnin/jólaljósini í Miðbýnum eyðnaðist væl. Hvat er á skránni í løtuni? – Vetrarljós 1 februar sum er eitt nýtt tiltak í Havn. Hvønn tónleik dámar tær best? – Country og Blues tónleikur, men eg má siga at Týr eigur eitt stórt pláss eisini. Hvat ger teg í góðum lag? – Tá kenslan av at samstarv bara riggar sum tað skal. Hvat ger tú í frítíðini? – Sum er gongur tað mesta av frítíðini við at lesa, tí eg eri í holt við eina MBA útbúgving. Annars er tað míni børn, vitja familiu og vinir. Ferðast tú í egnum landi? – Ja tað geri eg – haldi tað er deiligt at vitja runt í Føryum. Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini? – Eg eri til bæði, royni altíð at kombinera tað so eg fái bæði við, men elski at sleikja sól. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? – Vanliga er onkur góður filmur. Hvussu eru tínir matvanar? – Rímiliga sunnir, men deiligt við junk food viðhvørt. Hvat er tín lívrættur? – Ovnbakaður laksur. Dámar tær at gera mat sjálv? – Ja, tað er ok – ikki akkurát tað sum eg eri best til. Hvør bók liggur á náttborðinum? – Skúlabøkur, Kvinna og Fifty Shades. Nú er at gera skjótt av og skunda sær upp á trappusteinar og gøtu­ byrgingar, tí frælsið nærkast við nógvari ferð. Ja, tað stendur í durunum, so ikki slepst út. Nelson snarar í grøvini, og Fidel missir svøvnin, nú Føroyar taka enn eitt risastig á frælsisleið. Føroyar skulu yvirtakast, men bara á pappírinum. Føroyakortið skal yvir­takast, hevur heima­ stýrið avgjørt. Seinasti sigur í frælsis­stríð­ num var, tá veðrið varð yvirtikið. Tað er tó framvegis danskt og á donskum og verri enn tað var. Fyri yvir­tøkuna regnaði annan hvønn dag. Nú regnar hvønn dag. Nú skulu vit bara finna onkr­ an føroying, sum dugur at tekna strikur á kort, millum annað, tá Skála­fjarðartunnilin er liðugur. Ella vit gera bara sum við veðr­inum, gjalda dønum fyri at tekna strikurnar. Annars frættist, at heima­ stýrið hevur góð kort í hondini, nú kortið skal yvirtakast. Eingin jokari í tí korthúsinum. Yvirtøkan kost­ar einki netto og kredit, siga tey. Gloymið ikki at stinga út í kort­ið, nú farið verður út á vanda­miklu frælsiskósina. Vóru tað annars ikki danskir upp­málarar, sum skóru tveir metrar av Slættaratindi og løgdu teir oman á Himmelbjerget? Tað var ikki hent, um máls­ økið at máta fjøllini var yvir­ tikið. So varð Slættaratindur máldur, meðan frælsisliðið hevur fólka­fund har uppi og syngur Tú alfagra land mítt og hundin brúna. Hægsti fundarmaður er tveir metrar og okkurt. Landið og fólkið, har býr, eru eitt. Slættara­ tindur: 884,x metrar. At spæla kort er yvirtikið máls­øki, tað er bæði mentan og ítrótt. Jólakortini eru eisini yvir­tikin, eisini tey teldutøku. Hini, tey gomlu, eru prentað í Dan­mark. Gávukort eru yvirtikin, uttan tað eina árliga prístalsviðgjørda úr statskassanum. Korter í og til eru yvirtikin. Jú men, hvat feilar? Vit spæla fólk í korthúsi. Kort og gott. Og meðan vit bíða eftir fræls­ inum, eru brúdleyp hvørt leygar­ kvøld. Hjúnabandið er danskt málsøki. Tá fólk vilja sleppa úr tí aftur, tað vilja tey flestu, noyðast tey at spyrja landshøvdingan. Summi noyðast allan leiðina í Føroya rætt, sum er danskur. Men prestarnir og borgar­stjór­ ar­nir, tey, sum knýta bandið, eru føroyskir. Tá bandið skal slítast, mugu vit heita á útlendingar ella deyðan. Deyðin er hvørki danskur ella føroyskur, hann er al­tjóða. Men hjúnabandsslit er hjá­landaveldisins. Tann loysingin er ikki í okkara hondum. Vit spæla, at hin er. Ferðavinnan er yvirtikin. Ferðafólk uttan pengar í reyva­lummanum verða varpað av landinum aftur við fyrsta farti. Ferðafólk, sum hava pengar, nógvar pengar, sleppa ikki av við teir her. Hoyrdi um ein týskara, sum var í Føroyum. Hann tók eina rúgvu av føroyskum pengum út, tí hann ætlaði at brúka teir her, sjálv­andi. Tá hann fór um borð aftur á skipið, hevði hann 4.200 danskar krónur í lummanum. Hann og hini 2000, sum vóru við marglætisskipinum, vóru so óheppin at vera her ein sunnu­ dag. Sunnudagar vilja vit ikki hava pengar. Tað er ógudiligt. Unbelieveable. Ja, men vón er fyri framman sambært sjó­kort­ inum. Tey ungu hava hálvblint álit á prestum og bankum og visa­kortum. Men einki álit á fjølmiðlum. Og tað er løgið, so undir­haldandi fjølmiðlarnir eru. Men teir gloyma bara at kunn­ gera, hvør moggar hvørjum í Hollywood. Slíkt er umráðandi vitan í tannárunum. Hví spælir klaverið ongantíð so væl? Tí eingin dugur at stilla tað og enn minni at spæla upp á tað. Í Føroyum er bara eittans un, unbearable. Føroyar eru ein nullloysn. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Theresa Kreutzmann lagt til rættis: Leo Poulsen Kenslan av samstarvi sum riggar væl ger meg í góðum lag Tað sigur Theresa Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn sum heldur, at jólahugnin og jólaljósini í Miðbýnum riggaði væl. Henni dámar væl at ferðast í Føroyum, men dámar eisini væl at sleikja sól. Og so dámar henni at seta gongd á nýggj tiltøk Í korthúsi