Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 8 VIKUSKIFTI Sjónvarpsrøðir hava altíð megnað at fanga fólk, og sein­astu árini tykjast røðirnar úr sjón­varpi at hava verið meira fram­fýsnar, gjøgnumhugsaðar og ný­skapandi enn endaleysu filmarnir úr Hollywood. Og nú Netflix er komið inn í stovurnar, ber til at fara í holt við sjónvarprøðir og fylgja teimum í tínum tempo. Vit hava kagað í úrvalið hjá Netflix og peika á tríggjar framúr góðar røðir, tú átti at givið ein kjans. Mad Men Á ein lýsingarstovu í New York eru 1960’ini full av spennandi avbjóðingum og freistingum. Menninir roykja og drekka, kvinnurnar ganga teimum til handa. Ein bestu sjónvarpsrøðum í nýggjari tíð er dragandi og fang­andi, og tá tú hevur brúkt nakrar løtur saman við Don Draper og hinum, hevur tú ikki hug at fara úr New York aftur. The Hour Politisk spenningsrøð um nýggja tíðindasending, sum BBC fer undir at senda í 1956. Freddie Lyon er tann framfýsni journalisturin, sum vil grava í teimum eymu søgunum. Á redaktiónini eru bæði persónligar og ar­beiðsligar konfliktir, og fólk við makt fylgja eisini við, hvat hendir. Frálík røð hjá BBC! The Fall Tá ið løgreglan í Belfast ikki kemur víðari í kanningini av einari røð av drápum, verður løgreglukvinnan Stella Gibson boðsend at hjálpa. Í røðini ber til at fylgja arbeiðnum hjá løgregluni og dráps­manninum Paul Spector, sum drepur ungar kvinnur í norðurírska høvuðstaðnum. LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein »Tannat« og »Asado« eru gandaorðini í uruguay Neytakjøt og víndrúa hava stóran týdning fyri Uruguay Á ferð í Uruguay 3. partur Aftaná fótbóltin er tað neytakjøtið, sum hevur gjørt Uruguay kent kring heimin. Og tað er ikki uttan grund. Í Uruguay eru nógv góð øki til neytahald kring alt landið. Uruguay-búgvar ganga yvir­høvur høgt uppí góðskuna, tá um neytakjøt ræður. Flestu neytini ganga á góðum, grasgrønum fløtum í tí lítla suður­ amerikanska land­inum. Neytakjøt er tann størsta útflutningsvøran hjá Uruguay, og hava Uruguay- búgvar eis­ini vunnið seg inn á tann kin­verska marknaðin við sínum framúrskarandi neytakjøti. 25 pro­sent av neytakjøtinum, sum Uruguay framleiðir, verður útflutt fer til Kina. Strangu heilsufrøðuligu myndug­leikarnir í Kina, sum ikki eru at spæla við, hava givið neyta­ kjøt­inum úr Uruguay fremsta og besta um­mælið, sum fæst. Umleið 37 prosent av útflutninginum hjá Uruguay er neytakjøt. Longu í 1603 gingu tey fyrstu neytini á beiti í Uruguay, so talan er um eina sið­venju, sum hevur meir enn fýra øldir á baki, og tað sæst og merkist á matsiðunum í Uruguay. Glóðstokt »Asado« Eitt orð, sum gongur aftur í teimum flestu suðuramerikonsku londunum er Asado«. Bæði, tá vit ótu á matstovu í Montevideo, og tá vit vitjaðu tann stóra føroyavinin, Joaquin Memoli Suarez sluppu eg og Ivan Eginsson Eysturland at royna asado. Og sigast má, at talan er um besta glóðstokta kjøt, og kjøtúrdráttir og pylsur, sum vit hava smakkað. Kjøtið og kjøtúrdráttirnir vóru eisini handfarnir og glóð­ stoktir við stórum umhugsni. Har bleiv ikki hurrað í matgerðini. Støðið á neytakjøti í Uruguay kann samanberast við støðið á skelja­djórum og fiski úr Føroyum. Bæði tá vit ótu asado á matstovu í Montevideo, og ótu sama rætt frá grilluni hjá Memoli- Suarez familjuni, so kundu vit bert sam­mæla, at aldrin hava vit smakkað betri neytakjøt, og úr­dráttir úr neytakjøti, enn í Uruguay. Næstu ferð skipað verður fyri gourmetkvøldi á Hotel Føroyum eigur so avgjørt at umhugsast at fáa heim fyrsta floks neytakjøt úr Uruguay. Og teir føroyingar, sum fara á vitjan í Uruguay mugu sjálvandi seta »Asado« ovarliga á listan yvir tað, sum má roynast undir ferðini. Víndrúan »Tannat« yvirlivdi her Aftaná fótbóltin og neytakjøtið fer Í Verona stóratrívist forelskilsið Jay Leno hevur tvær vikur eftir sum vertur í Tonight talkshowinum á NBC Sjónvarpsrøðir úr Bretlandi og USA standa sterkar í kappingini við biograffilmarnar Í norðuritalska býnum Verona, sum liggur 160 kilometrar eystan fyri Milano, stórtívist kærleikin. Tað var í Verona, at ein av størstu kærleikssøgunum í søguni – Romeo og Julia – gekk fyri seg, og lokalir myndugleikar hava útnevnt eitt palazzo frá 14. øld sum bústaðin hjá Capulet familjuni. Og har skal tað verða, at ólukkuliga kærleikssøgan hjá Shakespeare fór fram, sigst. Um ikki annað eru húsini eina vitjan verd hjá teimum, sum eru forlipt upp í klassiska forelskilsinum. Og tú mást ikki rýma úr túninum, fyrr enn tú hevur gníggjað høgra partin av bringuni ímóti eini bronsustandmynd av Juliu – eingin veit at siga, hví hetta skal gerast, men gerast skal tað! Nú Atlantic Airways er farið at flúgva beinleiðis til Italia summar­mánaðirnar, eru fleiri føroy­ingar enn áður farnir at vitja í Norðuritalia, og tí er lætt­ari enn nakrantíð at leggja leið­ina framvið í Verona. Hann er ein av best umtóktu vertunum í amerikanskum sjón­ varpi, men nú nærkast endin sum vertur á kvøldsendingini Tonight á rásini NBC. Í eitt ár hava fólk vitað, at 63 ára gamli Jay Leno skuldi gevast sum vertur í hesi sending, og nú nærkast endin av álvara. 6. februar verður hann fyri seinastu ferð vertur í Tonight. Fyrsti verturin hjá Jey Leno í mai 1992 var sjónleikarin Billy Crystal, og hann skal eisini verða seinasti gesturin í røðini. Avloysari hjá Jay Leno verður Jimmy Fallon, men enn er ikki greitt, hvat Jay Leno skal í holt við, tá ið hann verður leysur av Tonight. UPPLIV! UPPLIV! Heimstaðið hjá Romeo og Juliu Nú nærkast endin Tríggjar góðar sjón- varps røðir á Netflix The Fall mad men The hour