Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 9 VIKUSKIFTI Í farnu viku umrøddu við nýggju internettænastuna Nordic Playlist, har endamálið er at peika á nýggjan og spennandi norðurlendskan tónleik. Hvørja viku verður ein listi við 10 norðurlenskum sangum gjørdur, og skiftandi fólk velja tónleikin. Norðurlandaráðið er uppi í hesum samstarvi, har Noreg, Svøríki, Danmark, Finland og Ísland eru við. Hóast Føroyar ikki eru sjálv­ støðugur partur av samstarvinum, er ein føroyskur tónleikari partur av listanum hesa vikuna. Tað er Marius, sum hevur samstarvað við íslendska Svavar Knút um sangin Tokan. Sangurin er annar av íslendsku sangunum á list­anum hesa vikuna. Fiólspælari til vetrar-OL Marius slapp upp í part Samstarv millum føroyska Marus og íslendska Svavar Knút er komið á Nordic Playlist Tá ið olympisku vetrarleikirnir í næsta mánaði verða hildnir í russiska býnum Sotji, verður ein av luttakarunum 35 ára gamla Vanessa Mae. Í sær sjálvum er einki undarligt við, at ein kvinna í góðum aldri luttekur í OL. Men søgan um Vanessa Mae er eitt sindur øðrvísi enn vanliga ítróttarsøgan, tí Vanessa Mae er heimskendur fiólspælari. Hon hevur við sínum popputa fiólspæli selt milliónir av fløgum kring heimin. Vanessa Mae er fødd í Singapore og er bretskur ríkisborgari, men í OL fer hon at umboða Thailandi, haðani pápi hennara er ættaður. Síðani Vanessa var barn hevur hon staðið á skíðum, og tað dugir hon so væl, at hon herfyri megnaði kravtíðirnar til vetrar-OL, tá ið hon var við í skíðkapping í Slovenia. Hon fer at luttaka undir navninum Vanessa Vanakorn, ið er eftirnavnið hjá pápa hennara. Fiólspælari hevur vunnið sær luttøku í olympisku vetrar­ leikunum Søgan um slóðbrótandi listamannin snýr seg um tónleik, klæði og kreativa list tað at líða væl, at serliga víndrúan »Tannat« er á einum triðja plássi, tá hugsað verður um tað, sum ger Uruguay víðagitið kring heimin. Tannat er ein reyðvínsdrúa, sum upp­runa­liga stavar frá sunnara part­inum av Fraklandi. Í Fraklandi verð­ur tannat-drúan ikki so nógv brúkt longur. Í Uruguay er støðan við tannat-drúini tó ein heilt onnur. Í Uruguay er tannat-drúan sjálv tjóðar­drúan. Tannat-drúan verður eisini óðlað í Brasil, Argentina, Peru og í Bolivia, men tað er serliga í Uruguay at hendan drúan er væl­umtókt. Mær og Ivani kendist tað løgið, at hendan drúan ikki er betur kend kring heimin, tí talan er avgjørt um gott reyðvín. Serliga tá talan er um vín frá víngarðinum »Bodega Bouza«. Fyrstafloks víngarður Víngarð­urin »Bodega Bouza« liggur uttanfyri høvuðsstaðin, Montevideo. Talan er um eina familjufyritøku, sum gjøgnum trý ættarlið hevur megnað at gjørt »Bodega Bouza« til eitt rættiliga kent vínmerkið. Eg og Ivan bíløgdu eina rundvísing á víngarðinum, og sigast má, at talan var um ein væl skipaðan víngarð við góðum um­støðum. Á Bodega Bouza leggja tey sera stóran dent á at hava eina framúr góða góðsku. Tí ansa tey eftir, at bara drúir, sum hava eina nóg góða góðsku verða nýttar til vínið, sum ber merkið »Bodega Bouza«. Á Bodega Bouza vilja tey held­ ur framleiða færri fløskur, sum hava eina framúr góðsku, enn at framleiða eina rúgvu fyri hálvan ella heilan spottpris. Tann dagin vit vitjaðu víngarðin hittu vit ferða­fólk úr mongum ymiskum londum, sum høvdu funnið leiðina til Bodega Bouza. Á víngarðinum býðst eisini høvið hjá teimum vitjandi at sleppa at smakka tær framleiðslurnar við merkinum »Bodega Bouza«. Onkursvegna er tað »fínari« at hyggja til Fraklands og Italia, tá fólk skulu keypa sær eina góða vínfløsku, men kennarnir høvdu ikki verið sviknir av einari »Bodega Bouza« afturvið góðum neyta­kjøti úr Uruguay. Men tað er so ofta, at fjøldin bara hyggur ein veg, og hyggur burtur frá tí, sum er teimum ókent. Heri Simonsen Bara Bowie Tað mann vera ivasamt, um nakar nakrantíð til fulnar fer at skilja tónleikaran og hugtakið David Bowie. Í næstan hálva øld hevur hann verið virkin og nýskapandi sum tónleikari og mótaikon. Hann hevur selt yvir 140 milliónir fløgu og verið ein fyrmynd fyri óteljandi tónleikarar. Tað sigst, at tá fjølmiðlafólk sleppa at gera samrøðu við hann, eru tey so ovurfegin, tí hóast tey bert sleppa í einarúm við hann í lítla løtu, koma tey út aftur við einum góðum interviewi, har tey kunnu brúka hvørt orð hann hevur sagt – og tað var ikki vanligt við vanligum tónleikarum. Victoria Broackes hevur havt atgongd til umfatandi savnið av klæðum, búnum og upprunaligum listarverkum til hansara ymisku tónleikakonsept. Og burtur úr tí er komin bókin David Bowie Is, sum er ein hugtakandi ferð ígjøgnum lívið og yrkisleiðina hjá legenduni David Bowie. LES!