Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 10 VIKUSKIFTI mynd: Niclas Johannesen Samrøða Niels Uni Dam nud@sosialurin.fo Seinasta útgávan hjá Lenu Anderssen, »Letters from the Faroes«, var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barn­ dóm, ið var merktur av einum pápa, ið var alkoholikari, og av, at tey fluttu javnan. – Pápi mín var alkoholikari, og hann helt ofta, at tað var gott at koma til eitt nýtt stað og byrja edrúur av nýggjum. Hetta gjørdi, at okkara lív bleiv øgiliga óstøð­ugt, sigur Lena, ið tó hevur lært seg at brúka upplivingarnar sum barn til nakað positivt. – Tá man verður eldri, lærir man at brúka ring barndómsminnir til okkurt konstruktivt, og nøkur løg á nýggju fløguni fara tann vegin, sigur Lena. – Tað er ótrúligt, hvussu barndómurin formar teg sum menniskja. Man heldur, at man hevur slept tí, men tað ávirkar teg alt lívið. Fyri at koma víðari, má man hyggja aftureftir. Men man má eis­ini finna frælsið til at brúka minnini til nakað gott, greiðir hon frá og vísir á, at hetta ikki snýr seg um, at nakar skal halda, at tað er synd í henni. Hetta snýr seg um at skilja og viðgera tað, sum hendi tá: – Fyri at skilja meg sjálva, so má eg skilja mekanismurnar, sum gingu fyri seg í mínum barndómi, greiðir Lena frá. Hon fegnast um, at hon hevur tón­ leik­in at útrykkja seg við, tí á tann hátt fær hon viðgjørt tey ting, ið liggja henni á sinni. – Um eg ikki kann skriva um tað, sum tyngir og rørir meg, so er tað líka­ mikið at skriva tónleik. Gevur út yrkingasavn Lena hevur saman við manni sínum, Niclasi Johannesen, givið fýra fløgur út, og eftir ætlan kemur fimta útgávan í mai í ár. Men samstundis arbeiðir Lena við ein­um enskmæltum yrkingasavni, ið hon vónar at geva út samstundis, sum fløgan kemur í handlarnar. Umframt at skriva tekstir til egnar útgávur hevur Lena í nógv ár virkað sum teksthøvundur fyri aðrar føroyskar tón­leikarar, so stigið at geva út eitt yrkinga­savn er kanska ikki so stórt. Eins og nýggja fløgan viðger yrkingasavnið eitt nú barndómin. Nýggja fløgan er væl ávegis Lena og Niclas hava arbeitt eina tíð við nýggju útgávuni, og tað gongur rætta leið. Gott eg havi – Pápi mín var alkoholikari, og hann helt ofta, at tað var gott at koma til eitt nýtt stað og byrja edrúur av nýggjum. Hetta gjørdi, at okkara lív bleiv øgiliga óstøðugt, sigur Lena Anderssen, sum skrivar yrkingasavn og arbeiðir við nýggjari fløgu. Bæði verkini taka støði í barndóminum í Kanada tónleikin Lena uttan fyri Sound City, har tey innspældu trummurnar til nýggju fløguna. Tað var her at Nirvana innspældu Nevermind, ein útgáva, ið telist millum størstu varðar í tónleikasøguni. Bólkar sum Fleetwood Mac, Neil Young, Rick Springfield, Tom Petty, Kyuss og Slipknot hava allir spælt inn her