hósdagur 23. januar 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 10 · 24. januar 2014
11
VIKUSKIFTI
– Eg og Niclas liva næstan sum
sigoynarar, ið flyta runt alla tíðina, og
soleiðis er eisini við fløguni, vit hava
spælt trummur inn í Los Angeles í kenda
tónleika kompleksinum Sound City, og
vit gjørdu nakrar upptøkur í Vancouver,
tá vit vóru har í fjør summar, og so
hava vit tikið upp í Hoyvík í upptøku
hølunum hjá Kristoffur Mørkøre og
Jákupi Zachariassen, og so umhugsa
vit at kanska taka okkurt upp í Studio
Bloch, umframt, at strúkarar nokk
skulu takast upp í Íslandi. Seinastu tíð
ina hava vit sjálvi tikið kassagittarar
upp í einum húsum á Argjahamri.
Heimskendur trummari
Matt Chamberlain spældi trummurnar
inn í Los Angeles. Hann telist millum
heimsins bestu trummuleikarar, og
er í fleiri førum kosin besti upptøku
trummari í heiminum. Hansara C.V.
telur nøvn sum Tori Amos, Fiona Apple,
Bruce Springsteen, Joe Cocker, Mika,
Dido, John Mayer, Alanis Morrisette,
Garbage, Robbie Williams, Carrie
Underwood, Edie Brickell and the
New Bohemians og hópin av øðrum.
Í 1991 avloysti hann sum trummari í
Pearl Jam, og kom í hesum sambandi
við í videolagið til »Alive«, ið er eitt
tað kendasta lagið hjá bólkinum. Hann
spældi ikki trummur á útgávuni, men í
videolagnum letst hann at spæla.
– Eg havi hoyrt nógv, sum hann
hevur gjørt og mær dámar ordiliga væl
hansara ljóð, tað er heitt og gott, og
so ljóða trummurnar altíð so væl hjá
honum, greiður Lena frá.
Meðan trummarin er útlendingur, so
eru bassleikararnir føroyingar, tí talan
er ikki um ein men hópin av bassleik
arum. Higartil hava Óli Poulsen og
Jóhannus á Rógvu Joensen spælt bassar
inn, og ætlanin er, at eisini Mikael Blak,
Kristoffer Mørkøre og Edvard Nyholm
Debess spæla bassar inn.
Lena og Niclas spæla gittarar, og
Finnur Hansen verður við á tangentum
og Jákup Zachariassen leggur helst eis
ini onkur streingjaljóðføri á.
Konsertferðir
Við nýggjari fløgu í maj er upplagt at
spæla á føroyskum festivalum í summ
ar, men Lena kann ikki vátta hetta
enn.
– Vit hava fingið onkrar fyrispurn
ingar, men vit vita ikki, um vit eru her
tá. Vit skulu til New York at spæla í
summar, ella møguliga í heyst, og ætla
í tí sambandi at spæla eina norður
amerikanska konsertferð. Men tað er
í øllum førum sikkurt, at vit fara at
spæla konsertir í Føroyum seinni í ár,
lovar Lena.
myndir: Niclas Johannesen
Lena hevur vunnið fimm Planet Awards.
Ársins songkvinna í 2008 og 2011, Ársins
útgáva í 2007 og 2011, fyri ávíkavist Let
Your Scars Dance og Letters from the From
the Faroes og Ársins einstaklingur í 2011.
Nú avloysir Faroese Music Awards Planet
Awards. Lena sigur, at heiðurslønir eru ikki
orsøkin til, at hon gevur tónleik út. Hon
vísir á, at tá tú gevur okkurt út, so veist tú,
at tað er í hvussu er onkur, sum hoyrir teg.
Men tá tú fært eina almenna viðurkennig,
so er tað sum um samfelagið sigur »Vit
hoyra teg.« Hon vísir á, at nógv fólk gera
góða list, uttan at vera váttaði, tí má man
gleðast um, at onkur vísur tær so mikið av
heiðri, tá tey gera tað.
Lena og Niclas hava arbeitt miðvíst við
sínum tónleiki í nógv ár, og Lena heldur
sjálv, at tað gongur væl. P4 í Danmark
spælir tey nógv og valdi Letters From The
Faroes sum »Ugens Album«, tá fløgan kom
út har í 2012. Tey eru eisini spæld nógv í
Póllandi. Tónleikur hjá teimum er brúktur
í fleiri sjónvarpssendirøðum, og í ár verður
sangurin »Who am I« í filminum Dakota’s
Summer, ið kemur í biografarnar. Tey hava
eisini spælt konsertir í nógvum ymiskum
londum.
Lena og Niclas umboða seg sjálvan og
skipa sjálvi fyri konsertferðum og tílíkum,
tað er eisini tey sjálvi, ið geva tónleikin út.
Lena hevur ikki nakran plátusáttmála, men
ger lisensavtalur við feløg fyri hvørt landið.
Tann vegin fíggjar hon sjálv útgávurnar,
men avgerð eisini 100% sjálv innihaldið og
tónleikin.
Tey umhugsa tó at taka samband við
eitt bookingfelag í sambandi við bóking av
konsertum, tí hetta er tíðarkrevjandi.
LENA UM FMA
LENA Í ÚTLANDINUM