Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 12 VIKUSKIFTI Downton Abbey Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Bretskir filmskaparir eru kendir fyri at verða nágreiniligir, tá ið tað kemur til søgu, pallsetingar og sjónleikarar. Tí er tað kanska heldur ikki so løgið, at sjónvarpsrøðin Downton Abbey verður spæld inn á veruligum slotti og ikki í ein­um upptøkustudio í London. Slottið eitur Highclere Castle og greiv­innan, sum nú húsast har, er Lady Fiona Carnavon, ið hevur skrivað bók­ ina »Lady Almina og veruliga Downton Abbey«. Lady Fiona hevur altíð havt áhuga fyri søgu og var í byrjanini mest áhuga í greivanum George Carnavon, men fann so við og við útav, at tað var kona hans­ara, Lady Almina, sum var tann, nógv av lívinum á slottinum snúði seg um. Greivaslagið Carnavon hevur búð á Highclere Castle síðani 1600-talið, og Almina Wombwell var einans 19 ár, tá ið hon varð gift við tí fimta greivanum av Carnavon – George – í 1895. Hjúnini Nora og Robert Crawley í Downton Abbey hava lænt nógv frá hjún­inum Alminu og Georg. Nora og Almina vóru báðar arv­ ingar til nógvan pening. Nora eftir ameri­kanska pápa sín, og Almina eftir fostur­páp­anum Alfred de Rothschild. Hjúnar­bondini hjá báðum vóru rímu­ liga eydnu­rík, hóast peningur var orsøk­in til giftarmálini. Nora fekk tríggjar døtur, Edith, Mary og Sybil, meðan Almina fekk tvey børn – eina dóttur og ein son. Ferðaðist meira Lívið á Downton Abbey broyttist nógv av fyrsta heimsbardaga, og soleiðis var eisini í veruleikanum. Lady Almina og Nora inrættaðu báðar slottið til sjúkrahús, og enn tann dag í dag eru nógv brøv, har hermenn takka fyri at teir fingu heilsubót á Highclere Castle, varðveitt. Teir báðir greivarnir á slottinum hava ikki eins nógv til felags sum kvinn­urnar, men báðir eru vísir í, at teir skulu varðveita slottið, og báðir hava pen­ingar­ligar trupulleikar við hesum. George Carnar­von var tó ikki líka nógv heima, sum Roberth Crawley er í Downton Abbey. Greivin George var ævin­týrari og ferð­aðist nógv til Egypta­ land, har hann var við til út­grevsturin av grøv­ini hjá Tutankhamon. Á sama hátt sum smábørnini í sendi­ røðini verða viðfarin, er lívið hjá dóttur og soni Alminu og Georg. Tey bæði hitta bara foreldrini eina løtu hvønn sunnu­dag, annars eru tað barnagentur, ið ansa teimum og uppala tey. Stutt eftir at George fann grøvina hjá Tutankhamon, doyr hann av blóðeitran. Almina er einans 47 ár og einkja. Sum siður er, skal elsti sonurin taka yvir á slott­inum, og hetta hevur við sær, at Lady Almina flytur til London, har hon seinni verður uppafturgift. Árið er tá 1923. Hvussu endin á Downton Abbey verð­ur, vita vit sjálvandi ikki. Fjepp­ ar­ar kring allan heimin vóna, at send­ ing­in verður gjørd leingi aftrat, men film­skapararnir eru ivasamir, tí sendi­ røðin helst ikki skal útvatnast á sama hátt, sum man hevur sæð við øðrum sending­um. Downton Abbey í veruleikanum! Sjónvarpsrøðin Downton Abbey telist millum best umtóktu røðir á okkara leiðum í nýggjari tíð. Tað, sum fólk flest ikki vita, er, at lívið hjá Crawley familjuni og teirra tænastufólkum er tikið úr veruleikanum og frá livinum hjá Lady Alminu, sum búleikaðist á slottinum frá 1895 til 1922 Veruleikans Porchy og Evelyn Carnavon og sjónvarps Mary, Edith og Sybil Crawley ■ Systrarnar Crawley røkta sáraðar hermenn á sama hátt, sum Evelyn Carnavon gjørdi undir fyrsta heims- bardaga. Systrarnar Crawley kunnu tó ikki arva slottið, sum Porchy gjørdi – hann var mannfólk.