Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen sá jólaskipið søkka í 1941 Nýggjársaftan andaðist Brynhild Absalonsen, ættað av Viðareiði, 97 ára gomul. Við henni er ein framúr kvinna og ein serstøk søgulig kelda sløknað E g hevði tann forrætt at kenna Brynhild í mong ár. Umframt hugnan við at kenna hana, so var hon ein teirra, sum mintist so ótrúliga væl. Tíbetur liggur væl av hesum eftir henni, og skal okkurt takast fram her. Brynhild var fødd í 1916. Foreldrini vóru Sára, ættað av Skælingi, og Olaf Joensen av Viðareiði. Tey vóru seks systkin, Halldór, Arni, Brynhild, Herborg, Solveig og Heini. Nú er eingin teirra eftir. Mamman doyði í 1928, tá Brynhild var 12 ár. Brynhild greiddi frá: – Mamma bleiv sjúk, og læknin kom til hana. 2. august, dagin fyri sum eg fylti 12, fór hon við læknabátinum til Klaksvíkar á sjúkra­ hús, og ein mánað seinni kom hon norður aftur í kistu. – Tá var eingin almannastova. Pápi bleiv sjúkur hetta sama árið, og hann varð inn­lagd­ ur í Vestmannaoyggjum. Hann hevði fingið blóðeitran í hondina, og eg havi ofta hugsað um, hvussu vit livdu hetta árið. Eg dugi ikki at forstanda tað. Eg haldi ikki, at hann var arbeiðsførur aftur tað árið. Men hann fór so til skips árið eftir, og tá var so ein genta at vera hjá okkum. Hon æt Hanna og var úr Oyndarfirði. Hon var ógvuliga góð við okk­ um. Hon giftist á Viðareiði. – Solveig systir mín fór til Klaksvíkar við læknabátinum, tá ið mamma fór, og var hjá pápabeiggja mínum har, men hon kom ongan­ tíð norður aftur at búgva fast. Herborg fór til Vágs. Systrarnar vuksu sostatt upp uttanfyri heimið. Eg var einsamøll eftir við pápa og beiggj­unum. Barndómurin á Viðareiði Brynhild dugdi væl at greiða frá barndóminum á Viðareiði, eisini frá skúlatíðini. Hetta hevði mín serligu áhuga, tí vit bæði høvdu havt sama lærara í føroyskum, nevniliga Poul Enok Hansen, ættaður úr Norðragøtu. – Tá eg fór í skúla vóru tríggir klassar, elsti klassi, mittklassin og yngsti klassi. Vit gingu annanhvønn dag í skúla. Yngsti og elsti klassi vóru sama dag. Elsti klassi var frá kl. 8 til 2, og yngsti klassi frá kl. 12 til 2. Mittasti klassi var so einsamallur annanhvønn dag frá kl. 8 til 2. Seinni varð tað broytt til, at vit gingu í skúla hvønn dag, og tað blivu tveir klassar, eldri klassi og yngri klassi. Tá eg fór í skúla í yngsta klassa, vóru umframt meg fimm gentur og tveir dreingir í klassanum. Genturnar vóru: Mina hjá Dánjal Jákupi, Stina hjá Sivari, Sigrid hjá Jóannes í Innistovu, Hanna hjá Juliusi og Stina á Oksakletti. Dreingirnir vóru Absalon á Løkini og Andrias hjá Jakki (á Grømma). – Vit lærdu føroyskt í skúlanum, og tað var ikki var nøkur sjálvfylgja tá. Tað vóru mong, sum ikki vóru nógv eldri enn eg, ið ongantíð høvdu lært føroyskt. Tað vóru tey vanligu fakini, vit lærdu, sum danskt, føroyskt, skriv­ ing, rokning. Vit høvdu danmarkarsøgu og bíbliusøgu at lesa uttanat. Føroyasøgu plagdi lærarin at lesa fyri okkum. Og vit sungu nógv. Dreingirnir høvdu fimleik eina ferð um vikuna. Tann tíman høvdu genturnar frí. Hetta plagdi at vera síðsti tími leygardag. Tá veðrið var gott, plagdu teir at fara marsjerandi eftir vegnum, sum gekk runt bygdina. – Eg átti ta fyrstu Perbókina i skúlanum. Eg las fyrst ta donsku ABC bókina, og síðani skuldi eg fara í ta føroysku Stavingarbókina. Eg brúkti somu bók, sum beiggjarnir høvdu havt undan mær, men hon var so illa farin. Tá pápi so fór til Havnar, skuldi hann keypa mær eina nýggja. Tá hann kom aftur, segði hann, at hon var ikki at fáa, men tað var ein nýggj akkurát útkomin, Barnabókin. Pápi fór so at spyrja læraran, um eg ikki kundi nýta hana. Tað helt hann vera í lagi, tí eg dugdi so væl at lesa. So eg var fyrsti næmingur, sum hevði hana í Viðareiðis skúla. Í hesi bók vóru kendar søgur, sum um Per, ið átti ein hund sum æt Snar, ið fleiri ættarlið av børnum kenna frá somu bók. Bestiltu úr Paris Hetta var í teirri tíðini, tá nógv hús í Føroyum bestiltu vørur úr Paris. Frankurin var lágur, og tí vóru vørurnar sera bíligar. Príslistar komu frá vøruhúsunum Printemps og Samaritaine. Teir vóru á fronskum, so tað var ikki nógv nytta í tekstinum, men tað kundi tó gangast út frá myndunum. Teksturin kundi kanska vera eitt sindur vegleiðandi, men viðhvørt kundi hann vera villleiðandi, sum tá onkur helt seg hava keypt blankar skógvar, uttan at vita, at á fronskum merkir »blanc« hvítt. So teir blonku skógvarnir gjørdust hvítir. Tað sást aftur í bygdini, tá pakki kom úr Paris, tí klæðini haðani vóru sjálvsagt munandi øðrvísi enn tey, sum fólk vanliga gingu í. Summi brúktu eisini myndirnar í príslistunum til modell at seyma eftir. – Gingið varð regluliga á møti og sunnu­ dags­skúla. Tað var eitt gott andaligt lív í bygd­ini, tá eg vaks upp. Millum teir, sum vóru á odda í Brøðrasamkomuni, var Julius Jacobsen, kendur sum Julius á Viðareiði. Jacob á Grømma plagdi eisini at hava orðið; hann flutti seinni til Klaksvíkar. Og so var tað Jústi í Eiðsvík. Ofta kom vitjan aðra staðni frá sum til dømis Andrew Sloan og Victor Danielsen. Tá teir komu, steðgaðu teir á. Teir plagdu at vera eina viku. So tá var tað mestsum høgtíð hjá okkum, og tá var møti hvørt kvøld. Tað gekk nógv fólk á møti tá. Rann saman við Steffan Sum frá leið kom at renna saman millum Brynhild og Steffan Absalonsen, ein rættur viðingur. Hansara ætt á Viðareiði gongur í hvussu er aftur til 17. øld, og tað sama ger Absalon navnið,sum síðan er farið til Leirvíkar og Gøtu. – Vit giftust 16. november í 1939 hjá sýslu­ manninum í Klaksvík. Vit leigaðu okkum so bát aftur til Viðareiðis. Vit høvdu eitt sindur av brúdleypi. Vit bjóðaðu onkrum, og onkur kom at gratulera okkum. – Vit giftust inn hjá pápa, og hann fylgdi eisini seinni við, tá vit fluttu til Klaksvíkar í 1948. Tey fingu seks børn, Jóhannes, Árni, Sára, Elsa, Olav og Símun. Jóhannes og Sára eru ikki okkara millum longur Steffan var fiskimaður – Steffan var fiskimaður. Hann fór fyrstu ferð til skips við »Bjørn Ólason« hjá Hans Petur Weihe í Søldarfirði, Jens í Árnafirði var skipara. Árið eftir fór Steffan við »Sementu« úr Fugla­firði, og tað var sami skipari. So fór hann við »Fugloynni«. Undir krígnum Brynhild Absalonsen Brynhild, Heini og Arne saman við kúnni