Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 15 VIKUSKIFTI var hann við »Svínoynni«. Teir fiskaði og sigldu niður við fiskinum. Skipari var Johan Purkhús, versonur reiðaran, Jens Klæmint Isaksen. Steffan upplivdi ikki nakra serliga vanda­støðu í hesi sigling. Men hjá teimum, sum vóru heima, var ein støðugur ótti fyri, hvat ið kundi henda. Tað vóru javnan týsk flogfør sum flugu yvir bygdini, og stutt var millum boðini um, at skip vóru farin, ofta saman við manningini ella parti av henni. Álvarsemið merktist eisini hjá teimum, sum sigldu. – Eina ferð Steffan sat og las »Víkinga­ synir«, sum var um lagnuna hjá føroyskum sjó­fólki undir krígnum og við myndum av teim­um, sum lótu lív, helt hann fyri, at her kundi hansara navn eins væl staðið! Hann hevði jú verið saman við fleiri av teimum, sum fórust. Kríggið endaði nakrar tímar ov tíðliga! Teir forvunnu nógv við hesi sigling. Summir túrir vóru serliga góðir. Eg minnist, at tá krígg­ið helt uppat, var Svínoyggin akkurát farin niður at selja. Tað var gott marked, teir komu til, og teir roknaðu við einum góðum túri, tí teir høvdu fiskað skjótt. Teir vóru byrjað­ir at selja, men júst tá kom fráboðan um, at týskarar høvdu yvirgivið seg. Tá gjørd­ ist ein slík frøi á fólki, at alt steðgaði upp, og prís­urin gjørdist meira at kalla vánaligur. Hevði bardagin vart bert nakrar tímar afturat, høvdu túrurin verið nógv betri. - Sá tá jólaskipið fór Brynhild minnist sera væl til, tá jólaskipið fór. Tað var sunnudagin 7. desember 1941. Hetta man vera ringasta veður, hon hevur upp­livað. – Tað var mangan nógvur vindur, tí Viða­reiði er eitt harðført pláss, men hetta var ein minnilig nátt. Tað var so sera gott veður leygar­dagin. Sjógvurin var so penur og slættur. Tað var snakkað um tað, at tvey skip vóru komin inn á Eiðsvík. Eingin dugdi at skilja hetta, og onkur var eitt sindur bangin. Minnist meg rætt var annað skipið litað sum krígsskip. Tað hevur helst verið eitt fylgiskip. Teir vóru komnir har, og veðurlíkindini vóru ring. Tað brast á og gjørdist eitt øgiligt ill­ veður tað leygarkvøldið. Knappliga skifti hann ætt. Tá tað var so nógvur vindur og regn, hann lá fyrst í tað vestara vindeygað. Tað skifti so knappliga, og vindurin kom inn í vind­eygað eystanfyri. Tá ljóst var morgunin eftir, sóu vit, hvussu skipið lá og bóltaði har í Fugloyarfirði. Tað var syndarligt at síggja. Av­standurin er sjálvsagt nakað stórur, men tað var ógvusligt at síggja. So sigi eg einaferð, at nú misti eg tað úr eygsjón. Tá minnist eg, at Steffan segði, at nú helt hann, at tað sakk. Tíðindini um vanlukkuna frættist rættuliga skjótt. Nógv fólk høvdu sæð, og telefon var jú tá. Á telefonstøðini vóru tískil eisini altíð tíð­indi at frætta. Tá ið Fríðrik var deyður Einaferð undir krígnum hildu tey Fríðrik, beiggja Steffan, vera burturgingan. Fólkið heima bíðaði og bíðaði, til øll at enda mistu mótið. »Sea King« var ikki komin aftur í aftur aftaná 4 vikur á einum túri, sum vanliga tók eina viku. So her var øll møgulig orsøk til at óttast tað ringasta. Og tað var eitt rættuligt upplivilsi, at Fríðrik kom afturíaftur. Sea King var farin niður at selja. Hetta var fyrst í 1942 beint eftir nýggjár. Tað bleiv so leingi, man frætti einki, og kríggj var, og tað var einki hop um nakað. Rikka, konan, var á Viðareiði. Fríðrik hevði annars hús í Klaksvík, men flutti til Viðareiðis, tá kríggið kom. Her var tryggari. Tey áttu trý børn. Tey vóru at vera hjá foreldrunum hjá Rikku, Juliusi og Sannu Margretu. – Hon hevði púra mist mótið um, at teir fóru at koma aftur. Eg minnist, at Steffan segði hendan morgunin, at »eg havi nú væntað, at teir fóru at koma aftur. Men nú haldi eg, at tað er býtt at blíva við at rokna við, at tað hendir«. Hann hevði droymt okkurt, sum fekk hann at halda leingi, at teir bóru boð í bý. Tað vísti seg, at skipið hevði fingið ein stóran sjógv, so motorurin var steðgaður, og skipið hevði rikið fyri vág og vind í ring­um illveðri. Teir komu einaferð so nær, at teir sóu land. Og tá vóru teir norðanfyri Føroy­ar, og teir kendu Mýling. Teir høvdu so mikið av motor­kraft, at teir fingu siglt inn á Vest­ manna. – Steffan og eg fóru eini ørindi tað kvøldið. Tá møttu vit konuni, sum hevði telefonstøðina. Hon steðgar á og sigur, at nú fari eg eystur til Rikku at siga henni, at »Sea King« er komin á Vestmanna. Hetta vóru góð boð. Men vit stóðu sum negld. Hetta var sum at fáa boð um, at onkur var risin upp frá deyðum. Mamma hansara kundi seinni at taka til, tá hon greiddi frá onkrum: »Tað var hina ferð Fríðrik var deyður«. Soleiðis føldi hon tað. Vit fóru so oman til mammu hansara at siga henni frá. Hon vildi ikki trúgva tí, hon var meira at kalla illfør, tá hon segði: »Tit mugu ikki koma at fortelja tíðindi sum ikki passa«. Eg minnist, at hon tveitti seg á síni knø at biðja um, at hesi tíðindi vóru røtt. Absalon tann yngsti beiggin var inni. Hann var altíð so stillur í tí. Hann segði seinni, at hetta ljóðaði eis­ini ógvu­liga ótrúligt fyri sær. Vit fóru ørindi heim á Brekku­mørk og fóru so inn aftur, tá vit komu eystur­aftur. Tá sat Rikka har. Hon hevði fingið tele­gramm frá Fríðriki og var komin heim til vermammuna at siga frá. Tá sigur Absalon: »Ikki trúði eg tí, fyrr enn eg sá telegrammið: Komnir á Vestmanna. Hava tað allir gott«. Fríðrik segði seinni, at kokkurin stúrdi so fyri, at maturin fór at ganga undan. Men hetta endaði sera væl. Hetta og nógv annað greiddi Brynhild frá. Vit eru mong sum koma at minnast hana við virðing sum eina framúrskarandi kvinnu. Komandi partur: Komandi vikuskifti verður enn ein grein úr gamla kirkjugarði. Tá verður greitt frá eftirnavninum Udbø. Teir sjey Absalonsenbeiggjarnar. Aftara rað v.f.: Absalon, Jóan Karl, Fríðrik og Marius. Fremra rað: Steffan, Sámal Erik og Niels Systkini Arne, Halldór, Solveig og Brynhild Brynhild og Steffan uttanfyri barnaheimið hjá honum á Viðareiði Brynhild gjørdist 97 ár