Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. januar 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 10 · 24. januar 2014 Eg eri bitin av ítrótti »Genta bitin av hundi« In.fo Hvat? »Mótmæla ansingarhungrandi politikkarum« Portal.fo Ha? »Súlur halda sildaveitslu í havnini« Portal.fo Ella manglandi... »Streymur legði Kringvarpið lamið« in.fo Einsamallir í nýggjari kapping? »U16 hópurin hjá KÍ er tann fyrsti sum nakrantíð er við í sponsku kappingini The Donosti Cup« Norðlýsið Levereað í telduposti? »Keyp føroyskt kjøt og garnatálg á internetinum« In.fo Hvør eigur heimasíðuna nú? »Hesar spurningar setur Árni Gregersen, fyrrverandi blaðstjóri og eigari av heimasíðuni ting.fo á heimasíðu síni« Portal.fo Í ranga strúpan Vetrarjazzur fyri framman Týsdagin byrjar 6. Vetrarjazzfestivalurin. Konsertir og framførslur verða á ymsum støðum í høvuðsstaðnum – eitt nú Hvonn, Kaffihúsinum, Sirkus og Norðurlandahúsinum. Høvuðsfyriskipari av tiltakinum er Havnar Jazzfelag. Bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar luttaka á festivalinum. Vetrarjazzur 2014 Tórshavn 28/1-2/2 Randi hevur bindiskeið Um vikuskiftið hevur Randi Samsonsen bindiskeið í Norðurlandahúsinum í Havn. Verkstovan tekur støði í tilgongdini at binda eina mynd. Arbeitt verður miðvíst við litsamanseting, litlæru, taktiliteti, kompositión og týdninginum, sum hesi hava fyri myndina. Bindiskeið við Randi Samsonsen Norðurlandahúsið í Havn Leygardagin 25/1 & sunnudagin 26/1 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – At flenna er nakað av tí besta, tú kanst gera á jørð, og tað er gott fyri sálina at vera saman við fólki, ið flenna Rosamund Pike, enskur sjónleikari – Eg helt landsins lógir – Bestu yrkingarnar og søgurnar hava lyndi til at koma fram, tá eg gangi við posti – Hóast fleiri innflytarar eru av útlendskum kistum, smíða vit einar 100 føroyskar kistur um árið. Tað merkir, at fólk seta prís upp á, at okkara handverk framvegis er at smíða kistur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ger niðurstøðu Trygvi Danielsen, sum fekk heiðurslønina Ungt Listarfólk 2013 Feðgarnir Hans og Niels Pauli Jacobsen Næmingar hava symfoniskar dagar Um vikuskiftið er Norðurlandahúsið karmur um Symfonisku dagar Tórshavnar musikkskúla. Hetta er árliga symfoniska verkætlan skúlans,har næmingar úr Tórshavnar musikkskúla við góðari hjálp úr øðrum musikkskúlum venja og framføra symfoniskan tónleik. Stjórnandi er hin Bernharður Wilkinson. Symfoniskir dagar Tórshavnar musikkskúla Norðurlandahúsið í Havn 24/1-26/1