mánadagur 27. januar 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Rannvá G. Fossaberg
Fríggjadagin bleiv almanna
kunngjørt, hvørji fólk fáa
starvslønir í ár. Nevndin í
Mentanargrunni
Landsins
hevur gjørt av at lata tveim
um fólkum starvsløn í eitt ár,
fýra fólk fáa løn í hálvt ár, og
síðani eru tað 32 fólk, sum fáa
starvsløn, ið svarar til ein til
tríggjar mánaðir.
At tað eru so nógv fólk,
sum fáa starvsløn fyri ein,
tveir og tríggjar mánaðir,
og eingin trý ára starvsløn
er latin, heldur Oddfríður
Marni
Rasmussen,
sum
sjálvur er rithøvundur, vera
púra burturvið.
– Tað er ikki neyðugt
at hava starvslønir fyri so
stutt tíðarskeið, tí listarliga
prosessin er longri enn ein
mánað. Eg ivist í, um tað eru
so nógvar verkætlanir, sum
bara taka ein til tveir mánaðir,
so spurningurin er, um tær
ikki høvdu betri av, at mann
brúkti tríggjar mánaðir upp
á tær, sigur Oddfríður Marni
Rasmussen.
Háða verkætlanirnar
Sambært Oddfríð Marna
Rasmussen er ein broyting
farin fram í starvslønunum,
síðani nýggja nevndin í
Mentanargrunni
Landsins
við Jóannu Djurhuus sum
forkvinnu á odda tók yvir.
– Síðani nýggja nevndin
kom við nýggjum formanni,
so er parturin av smærri
starvslønum hækkaður, og
tað eru næstan ongar trý
ára starvslønir latnar, síð
ani nýggja nevndin tók við.
Og tað er ein katastrofa
eftir mínum tykki, stað
festir Oddfríður Marni Ras
mussen.
Hann heldur, at hetta er
tekin um, at nevndin ikki
veit, hvussu stuðulin skal
latast.
– At mann frávelur tær
longu
starvslønirnar,
og
ístaðin letur nógvar smærri
starvslønir vísir, at nevndin
ikki hevur peiling av, hvussu
tey skulu játta stuðul og
hvørjum fólkum, stuðul skal
latast, sigur Oddfríður Marni
Rasmussen.
Fleiri teirra, ið hava fingið
starvsløn fyri ein og tveir
mánaðir, hava søkt um at
fingið stuðul í eitt ár ella
meira. Og tað er ikki rætt,
heldur rithøvundurin.
– At fólk, sum hava søkt
um starvsløn í eitt ella trý
ár, bert fáa stuðul í ein ella
tveir mánaðir, tað er at háða
eina verkætlan og at háða
pengarnar í Mentanargrunni
Landsins, sigur Oddfríður
Marni Rasmussen og heldur
fram:
– Fólk søkja um stuðul í
til dømis eitt ár, tí tey hava
gjørt eina verkætlanarætlan,
sum er upp á eitt ár. Tá tú so
bara fært stuðul fyri tveir
mánaðir, mást tú broyta alla
ætlanina, sum tú upprunaliga
gjørdi tær.
Geva discount-stuðul
Tá fólk, sum søkja um stuðul
úr Mentanargrunni Landsins,
søkja um starvsløn fyri eitt
ár, men bert fáa stuðul í einn,
tveir ella tríggjar mánaðir,
verður talan um eina mis
vísandi skipan, heldur Odd
Starvslønir
ein katastr
Hesi hava
fingið játtað
starvsløn
2014:
Arnold Ludvig 2 mánaðir
Búgvi Róin 2 mánaðir
Durita Holm 3 mánaðir
Edvard S. Olsen 2 mánaðir
Elin Josefina Smith 1 mánað
Greta Svabo Bech 3 mánaðir
Gudmund Helmsdal
Nielsen 2 mánaðir
Guðrið Hansdóttir 3 mánaðir
Gutti Winther 2 mánaðir
Gvøðny Miriam
Gunnarsson 3 mánaðir
Hans Tórgarð 3 mánaðir
Hansina Iversen 3 mánaðir
Heiðrik á Heygum 6 mánaðir
Heri Joensen 6 mánaðir
Ingun Christensen 3 mánaðir
Ísak Sambleben 2 mánaðir
Jensina Olsen 3 mánaðir
Jóannis Sørensen 1 mánað
Jón Joensen 1 mánað
Jón McBirnie 2 mánaðir
Kaj Johannesen 3 mánaðir
Kaj Klein 2 mánaðir
Kári Bæk 12 mánaðir
Katrin Ottarsdóttir 3 mánaðir
Kinna Poulsen 2 mánaðir
Kristianna Winther
Poulsen 1 mánað
Kristina Sundar
Hansen 3 mánaðir
Marius Olsen 6 mánaðir
Pætur M. Dahl 2 mánaðir
Pól Jespersen 1 mánað
Ranvør Isholm 1 mánað
Súsanna Tórgarð 12 mánaðir
Theodor Kapnas 2 mánaðir
Tóroddur Poulsen 3 mánaðir
Uni Reinert Debess 2 mánaðir
Unn Paturson 2 mánaðir
Valdemar á Løgmansbø
3 mánaðir
Zacharias Sørensen 6 mánaðir
- Síðani nýggja nevndin tók við í Mentanargrunni Landsins í 2009,
eru færri trý ára starvslønir latnar og alsamt fleiri starvslønir
fyri ein og tveir mánaðir eru latnar. Tað er ein katastrofa eftir
mínum tykki, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur.
Av tí sama hevur hann ikki sjálvur søkt um starvsløn í ár