Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-01-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. januar 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI rnar eru rofa fríður Marni Ras­mussen. – Tað er at geva discount- stuðul til onkran, sum burdi fingið eitt sindur, men fær ikki tað, viðkomandi hevur søkt um. Tað, haldi eg, er misvísandi. Fólk søkja um starvsløn fyri eitt ár, tí tey veruliga vilja brúka eitt ár og ikki tveir mánaðir, sig­ur Oddfríður Marni Ras­mus­ sen. Hann heldur ikki, at mann bert stuðlar stórum verk­ætlanum við at avskaffa smáu starvslønirnar. – Tað haldi eg ikki. Tú kanst gera eina verkætlan upp á tríggjar mánaðir uttan trupulleikar. Ein starvsløn er fyri at arbeiða við eini verkætlan – pengarnir eru ikki til fyri at fullføra tað, sum til dømis at útgeva eina bók ella hava eina kon­sert. Pengarnir eru til listar­ligu prosessina, og hon er í flestu førum longri enn bara ein mánaður, stað­festir Odd­ fríður Marni Ras­mus­sen. Sjálvur hevur hann fing­ ið starvsløn í sjey um­førum síðani 2001, eina­ferð hálvt ár og hinar seks ferðirnar ein, tveir og tríggj­ar mánaðir. Seinast var í 2012, tá hann fekk starvs­løn í tríggjar mán­aðir. Hesaferð hevur hann ikki søkt um stuðul úr Mentanargrunni Land­sins. – Eg kann ikk brúka tað, sum er minni enn eitt ár, og tí tími eg ikki at søkja, sigur Oddfríður Marni Rasmussen og vísir á, at tað er trupult sum fólkaskúlalærari, um hann bert far starvsløn fyri nakrar fáar mánaðir. – Fái eg starvsløn í tríggj­ar mánaðir, noyðist eg úr starvinum sum fólka­ skúla­lær­ari, og tað leggur eina eykað byrðu á mínar starvsfelagar, sum mugu taka mínar tímar í teir tríggjar mán­aðirnar, eg eri burtur, sigur Oddfríður Marni Ras­mussen, sum tó ikki dylir, at tær ferðirnar hann hevur fingið starvs­ løn, er tað komið ógvuliga væl við. – Men nú havi eg gjørt av at skriva, tá eg ikki eri til arbeiðis og tá skúla­frí­ tíð­irnar eru. Tað er ikki betri enn næstbest, men tað gongur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen. Rannvá G. Fossaberg Aftur í ár varð eingin trý ára starvsløn latin av Mentanar­ grunni Landsins. Seinast, ein trý ára starvsløn bleiv latin, var í 2010. Forkvinnan í Mentanar­ grunni Landsins, Jóanna Djur­huus, vísir tó á, at tað ikki er ein tilvitaður leistur, at nevndin, sum tók við í 2009, ikki hevur latið nakra trý ára starvsløn síðani 2010. – Tað er als ikki nakað, vit hava gjørt tilvitað, og vit meta um umsóknirnar á hvørjum ári. Hesi seinastu árini hava vit fingið nógvar umsóknir um stuðul fyri styttri tíðarskeið, og tann nøgdin hevur gjørt, at vit hava latið fleiri starvslønir fyri styttri tíðarskeið heldur enn eina trý ára starvsløn, sigur Jóanna Djurhuus og greiðir nærri frá: – Tað er avmarkað, hvussu nógvar starvslønir, vit kunnu játta, og seinastu árini hava vit fingið nógvar góðar umsóknir um stuðul fyri styttri tíðarskeið. Nevndin ger á hvørjum ári eina meting, um hon skal játta eina trý ára starvsløn ella ikki, og í ár mettu vit, at eingin skuldi hava starvsløn í trý ár, sigur Jóanna Djurhuus. Glað fyri allan stuðul Forkvinnan í Mentanargrunni Landsins heldur ikki, at fólkini ikki fáa nakað burturúr við at fáa stuðul í ein ella tveir mánaðir, hóast tey kanska hava søkt um stuðul fyri eitt longri tíðarskeið. – Afturmeldingarnar, sum vit fáa, eru, at starvslønirnar koma væl við, eisini um talan bert er um ein, tveir ella tríggjar mánaðir. Veruleikin er tann, at tað eru verri enn so øll, sum søkja um at fáa løn í trý ár, tí ein stórur partur av umsøkjarunum ynskja løn í ein, tveir og tríggjar mánaðir, greiðir Jóanna Djurhuus frá. Hon vísir aftur, at tað er ein háðan at lata fólkum starvsløn í tríggjar mánaðir, hóast tey hava søkt um trý ár. – Vit meta umsóknirnar individuelt, og tað, vit síggja, er, at hóast onkur søkir fyri trý ár ella eitt ár, so eru tey fegin um tað, tey fáa. Eisini uppliva vit, at verkætlanirnar verða framdar í verki, so tær smærru starvslønirnar gera mun, sigur Jóanna Djur­ huus. Smærru starvlønirnar gera eisini mun - Vit fingu nógvar umsøknir um starvsløn í styttri tíðarskeið, og fyri at geva rúm fyri so nógvum sum gjørligt, valdu vit í ár ikki at lata nakra trý ára starvsløn, sigur forkvinnan í Mentanargrunni Landsins, Jóanna Djurhuus Brot úr kunngerðini um Mentanargrunn Landsins Starvsløn § 4. Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listaligum ella øðrum mentanarligum arbeiði. Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins og eftir nevndarinnar meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Stk. 3. Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár 2 starvslønir galdandi í 1 ár umframt starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðar. Stk. 4. Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1. Stk. 5. Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki vera meira enn helmingurin av samlaðu játtanina til Mentanargrunn Landsins. - At mann frávelur tær longu starvslønirnar og ístaðin letur nógvar smærri starvslønir, vísir, at nevndin ikki hevur peiling av, hvussu tey skulu játta stuðul og hvørjum fólkum, stuðul skal latast, sigur Oddfríður Marni Rasmussen.