mánadagur 27. januar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tað hevur av álvara drigið út
við at fremja fiskivinnuný
skipanina, sum samgongu
skjalið leggur upp til. Í tí er
eitt yvirlit yvir tær broyt
ingar, sum samgongan vil
fremja. Har stendur eisini, at
øll fiskivinnulóggávan skal
dagførast og gerast einfald
ari. Og sambært samgongu
skjalinum skuldi eitt uppskot
um broytta fiskivinnulóg
gávu leggjast fyri politisku
skipanina
til
støðutakan
longu í 2012.
Tað hendi ikki.
Fyri einum góðum ári
síðani skrivaði Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum,
so
eitt
upprit um at broyta fiski
vinnulóggávuna.
Uppritið,
sum er dagfest 22. januar
2013, var gjørt til ein lands
stýrisfund, og landsstýris
maðurin endar tað soleiðis:
”Eg biði um undirtøku
fyri at arbeiða ítøkiliga við
hesum lógarbroytingum, so
at tær kunnu leggjast fyri
Løgtingið í hesi tingsetuni,
saman við eini tekniskt yvir
hálaðari lóg.”
Undirtøkuna fekk hann,
men síðani er lítið og onki
hent. Onki uppskot var lagt
fyri Løgtingið ta tingsetuna,
og tað verður heldur onki
lagt fyri tingið hesa ting
setuna.
Aðalmálið er at fáa eina
breiða semju, so friður verð
ur um fiskivinnupolitikkin
langt fram tí tíðina. Tí setti
Jacob
Vestergaard
longu
stutt eftir, at hann hevði
tikið við sum landsstýris
maður, ein politiskan fylgi
bólk at fylgja við og luttaka
í arbeiðnum at umkalfatra
fiskivinnulóggávuna.
Men ongin fundur hevur
verið í politiska fylgibólki
num síðani í fjør vár.
- Tað er ikki semja um
týðandi tættir í fiskivinnuni.
Vit eru heldur ikki samd
innanhýsis í samgonguni.
Ein semja í samgonguni má
vera minstamark fyri, at eg
fari í Løgtingið við nøkrum
lógaruppskoti, sigur lands
stýrismaðurin sum grund
geving fyri, hví dagføring av
fiskivinnulóggávuni er kom
in í drag.
Hann sigur seg nú vóna, at
eitt uppskot um broytingar í
fiskivinnulóggávuni
kann
sendast til hoyringar hjá
vinnuni í vár og síðani leggj
ast fyri tingið á ólavsøku.
Gevur sær stundir
Hann viðgongur, at hann
kanska hevði strongt harðari
á at fingið eina semju, um tað
snúið seg um okkurt annað
stórmál – ein tunnil til dømis:
- Ja, fyri meg og fyri Fólka
flokkin er ein fiski-vinnuný
skipan ikki so avgerandi, at
eg fari at bróta meg sundur
fyri at fáa eina semju, tí eg
kann væl liva við verandi
lógar- og regluverki, sigur
Jacob Vestergaard.
Hann leggur tó dent á, at
hetta als ikki skal skiljast so
leiðis, at hann liggur á løtu
síðuni í hesum málinum.
- Sjálvsagt leggi eg stóra
orku í at finna eina breiða
semju. Tað er bara ein sann
roynd, at ein nýskipan av
fiskivinnuni
tykist
hava
størri týdning fyri hinar
flokkarnar enn fyri okkum,
og tí havi eg tíð at gera mær
ómak og geva mær stundir at
finna ta bestu semjuna, sigur
fiskimálaráðharrin.
At
verandi
fiskiloyvi
ganga út 1. januar 2018 er
heldur
ikki
nakað,
sum
órógvar hann nakað serligt.
- Tað er lógarfest, at loyv
ini ganga út tá, men eisini,
at gildistíðin leypandi kann
verða longd við fimm árum í
senn, um onki annað verður
gjørt. So eg síggi ikki tann
stóra vandan í so máta, um
vit ikki fáa eina semju um
nýggja
fiskivinnulóggávu
innan ta tíð, sigur hann.
Hann viðgongur eisini,
at tað helst hastar meira
hjá øðrum flokkum enn
Fólkaflokkinum, at fáa eina
fiskivinnunýskipan framda
áðrenn næsta Løgtingsval,
sum í seinasta lagi skal verða
29. oktober 2015. Á valinum
í 2011 vann flokkurin –
umframt við skattalættan
anum – við at ganga ímóti
víttgangandi broytingum í
verandi fiskivinnuskipan.
- Í Fólkaflokkinum eru
vit samd um at halda fast
við
verandi
loyvisskipan
og um at vera ímóti eini
uppboðssøluskipan,
sum
andstøðan,
partar
av
Sambandsflokkinum
og
Miðflokkurin
vilja
hava.
Tað er ikki Fólkaflokkurin,
ið ætlar at gera nakra koll
velting. Eg vil kalla tað, sum
eg arbeiði við, fyri eina til
laging og nýmótansgerð av
verandi skipan, heldur enn
eina fiskivinnunýskipan ella
reform, sigur Jacob Vester
gaard.
Út við útlendingum
Sjálvur agiterar hann tó fyri
inntrivum
og
ásetingum,
sum fyri nógv helst tykjast
víttgangandi. Eitt nú vil fiski
málaráðharrin, at útlend
ingar ikki skulu sleppa at
eiga eina krónu í føroysku
fiskivinnuni á sjónum. Men
hjá einum reint føroyskum
eigaraskara skulu hinvegin
lítlar og ongar avmarkingar
vera í møguleikunum at
keypa og selja rættindi sína
millum.
- Tað er útlendski gramm
leikin at sleppa upp í part,
sum serliga hevur fing
ið prísirnar á skipum og
loyvum og harvið kapital
kostnaðin hjá reiðaríunum
at eksplodera. Hetta undir
grevur dynamikkin í vinnuni,
sigur Jacob Vestergaard.
- Hinvegin fer tað at
stimbra undir dynamikkin
og effektiviseringarnar, um
skottini at avhenda fiski
loyvir, kvotur og fiskidagar
millum bólkar verða tikin
burtur. Eg vænti, at vit tá fara
at síggja samanleggingar av
reiðaríum og færri skip, men
sama ella betri fiskiskap og
tískil betri avkast. Í tann
mun hesi skottini eru partur
av einari reguleringsskipan
at fremja stovns- og um
hvørvisrøkt, skulu vit tó
sjálvsagt halda fast í teimum,
sigur hann.
Stendur tað til fiskimála
ráðharran verður ein hin
mest umtalaða orðingin í
lógini um vinnuligan fiski
skap eisini broytt. Tað er
ásetingin í grein 2, sum sigur
at alt livandi tilfeingið í før
oyskum sjóøki og har, vit
annars eiga rættindi, er ”ogn
Føroya fólks”. Hetta vil Jacob
Vestergaard hava broytt til
”landsins ogn”.
- Tað er fyri at sleppa
undan hesum evindaliga tví
dráttinum um, hvat handan
orðingin
í
veruleikanum
merkir. Tað eru jú nógv, sum
tvíhalda um, at hvør einstak
ur borgari hevur persónligan
ræðisrætt yvir sínum brot
parti av hesi fólksins ogn.
Tað eri eg als ikki samdur í,
men fyri at sleppa undan
slíkum trætum, er tað helst
skilabest at broyta orðingina,
sigur hann.
Avkast og ævig loyvi
Eitt av høvuðsargumentun
um móti uppboðssøluni er,
at endamálið við henni er at
skapa maksimalt avkast til
landskassan. Prísurin fyri
hetta er, at politiska skipan
in sleppir stýringini á fiski
vinnuni, og tískil ikki fær
framt ymiskar samfelags
gagnligar ásetingar og enda
málsorðingar, sum standa í
verandi lóg um vinnuligan
fiskiskap.
Millum annað stendur í
grein 2, at tað í umsitingini
av lógini skal leggjast dent
ur á, at ”…tryggja besta sam
felagsbúskaparliga
íkastið
frá fiskivinnuni, støðugar
arbeiðs- og inntøkumøgu
leikar og møguleikar fyri
vinnuligum virksemi um alt
landið.”
Men her viga atlitini
til maksimalt avkast hjá
hvørjum einstøkum reiðaríi
tó so nógv, at landsstýris
maðurin vil strika tann
partin av ásetingini, sum vil
tryggja arbeiðspláss kring alt
landið.
- Eg haldi, at avkastið eig
ur at hava hægstu raðfesting
her, og ein slík áseting forðar
vinnuni at skipa seg innan
best møguligar karmar við
best
møguligum
rakstri.
Lógin skal vera ein vinnulóg
gáva og ikki ein arbeiðsmark
naðar- ella sosiallóggáva, sig
ur Jacob Vestergaard.
Ein onnur víttgangandi
broyting, sum landsstýris
maðurin ætlar, er í gildistíð
ini á fiskirættindum. Í sín
um uppriti til landsstýrið
fyri einum ári síðani skjýtur
hann upp, at onki áramal
longur skal vera, men í staðin
ein áseting um, at landsstýrið
kann siga rættindi upp við
sjey ella níggju ára varningi.
Hvassastu atfinnararnir
móti hesum – tað eru and
støðuflokkarnir, fiskivinnu
frøðingar og búskaparfrøð
ingar – siga, at tað í praksis
fer at merkja, at reiðararnir
fáa fiskirættindini til gávus
í tíð og ævir.
Góðar vónir um semju
Tó at semja er í Fólkaflokki
num um at halda fast í
verandi
loyvisskipan,
so
eru tó ymiskar meiningar í
flokkinum um millum annað
útlendskan
eigaraskap,
ásannar Jacob Vestergaard.
Og hann ásannar eisini,
at innanhýsis semja í egn
um flokki nyttar lítið, tá
aðalmálið er at røkka einari
breiðari semju, har helst allir
flokkar skulu vera við.
- Tað er eisini júst tí, at
hetta tekur so langa tíð. Tað
eru nógvar ymiskar upp
fatanir og ósemjur, sum
skulu vendast og mýkjast,
eisini sovorðið, sum av ideo
logiskum orsøkum er torført
at mýkja. Men eg haldi, at
samráðingarandin í politiska
fylgibólkinum hevur verið
góður, og allir partar hava
víst vilja at flyta seg. Tí havi
eg góðar vónir, um at vit fáa
eina breiða semju, tá avtorn
ar, sigur fiskimálaráðharrin.
Eisini hann og Fólka
flokkurin eru sinnaðir at
mýkja ideologiskt merktu
sjónarmiðini. Millum annað
hevur
landsstýrismaðurin
ein leist fyri tilfeingisgjaldi
grundað á tilfeingisrentu við
í sínum uppriti, tó at hann
grundleggjandi als ikki tekur
undir við nøkrum slagi av til
feingisgjaldi.
- Nei, eg haldi, at vinnan
dugir nógv best sjálv at fáa
størst møguligt burtur úr
sínum avkasti, bæði til frama
fyri seg sjálva og samfelagið.
Men trýstið á at fáa ásett
okkurt slag av tilfeingisgjal
di er so mikið stórt og avger
andi fyri aðrar flokkar, at vit
boyggja okkum har, sigur
hann.
Nei til uppboðssølu
Eina striku hevur hann tó
sett í sandin, sum hann ikki
ætlar at fara yvirum.
- Tað kemur ongin lógar
fest uppboðssøla við okkara
hjálp. Tað er ein skipan, sum
sær gott út á pappírinum hjá
nøkrum, ið ikki ána, hvussu
fiskivinnan fungerar í prak
sis. Vinnan kann als liva við
einari slíkari skipan, sigur
Jacob Vestergaard.
Vestergaard brúkar
neyðugu tíðina
Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum miðar ímóti at eitt uppskot um broytingar í fiskivinnulóggávuni
kann leggjast fyri Løgtingið á ólavsøku. Hann sigur seg tó væl kunna liva við verandi lógar- og
regluverki, og ætlar ikki at bróta seg sundur fyri at fáa eina semju. Hann vil hava útlendskan
eigaraskap burtur úr vinnuni, og at fiskirættindi eisini skulu kunna handlast millum veiðubólkar.
Men uppboðssøla kemur ikki upp á tal í einari breiðari semju við Fólkaflokkin, ger hann greitt
fiskivinnunýskipan