mánadagur 27. januar 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsstýrisuppritið
Í uppritinum, sum Jacob Vestergaard legði fyri landsstýrið
fyri einum ári síðani, er hesin listi yvir skipanir og ásetingar
í galdandi fiskivinnulóggávu, sum hann ætlar at broyta:
•
Gildistíðin á fiskirættindum. Her ætlar
landsstýrismaðurin at taka av áramáls-
avmarkingina á veiðiloyvum og áseta eina
uppsagnartíð í staðin.
•
Skipan við tilfeingisgjaldi. Her mælir
landsstýrismaðurin til, at eigarar av fiskiførum
størri enn 15 tons skulu rinda eitt tilfeingisgjald,
ið verður sett sum eitt krónugjald fyri hvønn
fiskidag og fyri hvørt kilo toskavirði av kvotu, sum
verða útlutað. Gjaldið skal ásetast eftir fíggjarligu
gongdini í teimum einstøku bólkunum.
•
Reglur um útlendskan kapital og ognarskap
í føroyskum fiskiskipum. Her ætlar
landsstýrismaðurin at útihýsa útlendskum kapitali
og eigaraskapi í skipunum.
•
Umsitingarætlanir í fiskiveiðuni. Her skal gerast
ein ítøkilig og miðvís ætlan, sum setir mál fyri
fiskiskapin, so hann er innanfyri burðardyggar
karmar.
•
“Ogn Føroya fólks”. Hesa orðing vil
landsstýrismaðurin broyta til ”ogn landsins” fyri at
sleppa undan áhaldandi tvídrátti um, hvørt rætturin
til tilfeingið er ein privatur ognarrættur ella ein
brúksrættur.
•
Endamálsorðingar og atlit at taka í avgerðum
um reguleringar. Her ætlar landsstýrismaðurin at
strika ásetingina um, at umsitingin av lógini um
vinnuligan fiskiskap skal leggja dent á at tryggja
støðug arbeiðspláss og virksemi um alt landið.
•
Bólking av fiskiflotanum, loyvisskipan og
umsetiligheit. Her er ætlanin, at tað fram eftir
bara verður eitt slag av veiðiloyvum, ið bert tilskila,
at ávísa fiskifarið hevur rætt at reka vinnuligan
fiskiskap undir føroyskum flaggi. At egnar kvotur
kunnu avhendast øllum øðrum fiskiførum, ið
hava veiðiloyvi, sama hvørjum bólki fiskiførini
eru í. At fiskidagar somuleiðis kunnu avhendast
øllum øðrum fiskiførum, bert tey hava veiðiloyvi.
Og at fiskiloyvi, ið geva atgongd til at fiska av
felagskvotu, felagskvotu við hámarki, felags
fiskidøgum ella øðrum fiskiskapi, kunnu avhendast
(seljast).
•
Brúksskylda á fiskirættindi. Her umhugsar
landsstýrismaðurin, at fiskirættindi (veiðiloyvi)
til skip yvir 15 tons skulu fella aftur til landið og
gerast atkomilig hjá øðrum, um tey ikki hava verið
brúkt í longri tíðarskeið, til dømis tvey ár.
•
60-prosent reglan. Landsstýrismaðurin skjýtur
upp at strika hesa regluna, ið ásetir, at loyvishavari
bert kann avhenda fiskidagar ella íslandskvotu,
um hann sjálvur hevur brúkt 60 prosent av
rættindunum fiskiárið frammanundan.
•
3 mánaðar reglan. Landsstýrismaðurin vil
eisini sleppa at strika hesa regluna, sum sigur,
at tað er loyvt at avhenda fiskidagar millum
høvuðsbólkarnar, tá tríggir mánaðir eru eftir av
fiskiárinum – bólkur 5 undantikin.
•
Reglurnar um útblakingarbann.
Landsstýrismaðurin ætlar at herða bannið móti
útblaking av fiski, so tað eisini umfatar útblaking
av ótilætlaðari ólógligari veiðu, eitt nú hjáveiðu,
ungfiski og undirmátsfiski.
•
Reglurnar um avreiðing av fiski í Føroyum og
uttanlands. Landsstýrismaðurin vil strika kravið
um, at fiskur, sum er landaður í Føroyum, bert kann
flytast óvirkaður av landinum, um útflytarin hevur
keypt hann á føroyskari uppboðssølu.
- Tað kemur
ongin uppboðssøla
við okkara hjálp
Jacob Vestergaard
- Tað hevur drigið út at broyta fiskivinnulóggávuna,
tí tað eru ósemjur um hana bæði innanhýsis í
samgonguni og millum samgongu og andstøðu,
sigur Jacob Vestergaard, sum nú miðar ímóti at
leggja eitt uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku
fiskivinnunýskipan