mánadagur 27. januar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 27. januar 2014 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
vera óloysiligur, so hevur
Alfred Olsen vónir um eina
breiða semju. Og fæst hon
ikki, so má samgongan sjálv
gera neyðugu tillagingarnar.
- Tað er sjálvsagt nógv tað
besta, um allir flokkar eru við
og kenna eigaraskap av einari
nýggjari fiskivinnulóggávu,
men fyrsta fortreytin er, at
samgongan finnur eina sem
ju, og vit skulu fylgja sam
gonguskjalinum, sum sigur,
at vit skulu dagføra fiski
vinnulóggávuna. So tað má
samgongan gera, eisini sjálvt
um tað ikki eydnast at fáa øll
við, sigur hann.
Sambandsflokkurin vil hava
eina fiskivinnulóggávu, sum
letur upp fyri uppboðssølu.
Tó skal uppboðssølan
verða avmarkað til bert at
umfata handil við silda-
og makrelkvotum, sigur
Alfred Olsen, framsøgufólk
í fiskivinnumálum hjá
Sambandsflokkinum
- Tað verður rættiliga av
gerandi, um hinir samgongu
flokkarnir standa fast, ella
teir bakka og enn einaferð
lata Fólkaflokkin sleppa at
ráða fyri, hvør fiskivinnu
politikkurin skal vera. Eitt er
givið, at um Fólkaflokkurin
einsamallur fær sín vilja
nú, so er vandi fyri, at ein
dagførd
fiskivinnulóggáva
bara verður broytt aftur, tá
ein nýggj samgonga við aðr
ari samanseting kemur til,
staðfestir Aksel V. Johanne
sen.
Aksel V. Johannesen,
formaður í Javnaðar
flokkinum: - Fyri at
vinna í kappingini um
fiskatilfeingið ræður um
at fáa sum mest burtur úr
hvørjum kilo av fiski. Tað
hevur positiva effekt á øll
liðini í fiskivinnuni, og eina
sovorðna effekt fært tú
ikki við at brandskatting
av tilfeingisrentuni
fiskivinnunýskipan
Fakta
Sonevnda makrelsamgongan var minnilutasamgongan,
sum undir leiðslu av Kaj Leo Holm Johannesen,
sambandsløgmanni, virkaði frá 6. apríl 2011, tá
Fólkaflokkurin fór úr samgonguni, og til valið 29.
oktober sama ár. Eftirsitandi samgonguflokkarnir
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru tá í
tætt samstarv við Tjóðveldi og Framsókn um serliga
fiskivinnupolitikkin. Hesir flokkar snikkaðu tá saman eina
kollveltandi skipan av føroyska makrelfiskiskapinum í
2011, har uppboðssøla av kvotum á fyrsta sinni varð
roynd.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina eina viðmerking til
hetta blaðið frá Pálli á Reynatúgvu, framsøgumanni í
fiskivinnumálum hjá hinum stóra andstøðuflokkinum,
Tjóðveldi. Vit fara tó at royna at fáa eina samrøðu við hann
og teir smærru flokkarnar til mikudagsblaðið. Red.